mánadagur 30. juli 2007síða 16
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 144 - 30. juli 2007
tíðindi
UMMÆLI
Petur Háberg
petur@sosialurin.fo
Klokkan
tíggju
‘sharp’
byrjaði Ólavsøkukonsertin
2007. Seinastu árini hevur
tað bara gingið ein veg hjá
konsertini, og tað er ikki
uppeftir.
Um
tað
eru
festivalarnir, ið kvala ella
fyrireikaranir, ið ikki hava
gjørt sítt arbeiði nóg væl,
stendur opið, men í fjør var
talan um vánaligastu undir
tøku nakrantíð. Kommunu
skúlagarðurin var so at siga
tómur, tá ið síðsti bólkurin
framførdi.
Men aftaná konsertina
fríggjakvøldið sær út til, at
vánaliga gongdin hevur
vent. Hóast talan ikki var
um fullan garð, sum fyri
skipararnir áður høvdu lagt
upp til, so vóru tað munandi
fleiri enn í fjør. Og tá ið
Eyðun og Terji endaðu um
fýra tíðina, stóðu framvegis
eini tvey til trý hundrað ung
framman fyri pallin og
sungu við av hjarta.
Stundislig byrjan
Side Effect vóru fyrstir á
palli, og teir byrjaðu stundi
sliga klokkan tíggju. Men
at møta stundisliga er ikki
nakað, sum vit føroyingar
eru kendir fyri, so talan var
ikki um nógv meiri enn
hálvthundrað áhoyrarar, ið
stóðu klárir í regninum.
Men Side Effect góvu
seg hundrað prosent, og
sum framførslan leið, komu
fleiri og fleiri fólk. Ljóðið
var gott, og eg nikkaði við
til tey tungu og inyourface
beat’ini, ið rungaðu millum
betongveggirnar. Ólavsøku
konsertin varð so væl og
virðiliga sparkað í gongd.
Sjarmerandi, men
einsljóðandi
Høvuðsnavnið í ár var
Johnny Deluxe, og hesir
komu á pallin eftir Side
Effect. Hóast tað tók meiri
enn hálvan tíma at gera alt
klárt, so vóru fólk tendraðið
og til reiðar, tá ið danskarar
nir byrjaðu klokkan hálvg
um tólv.
Eftir eina røð av heldur
ókendum løgum, komu øll
hittini:
‘Drømmer
jeg’,
‘Drenge som mig’ og ‘Vi
vil ha’ mer’ millum annað.
Fólk sungu við og genturnar
skríggjaðu, tá ið forsangarin
Noam greiddi frá, at hann
hevði aldrin sæð so nógvar
penar
gentur,
sum
í
Føroyum.
Uttan at ljóða sum ein
stirðnaður, gamal maður, so
mintu sangirnir hjá teimum
í so nógv um hvønn annan.
Tú hoyrdi ikki mun. Næstan
allir sangirnir koyrdu í
sama tempoið, og lítið fjøl
broytni var at hoyra. Men
teir dugdu at spæla og undir
halda, og fjøldin var við.
Eitt lamb – tvær
leyvur
Tó má eitt líka viðmerkjast.
Side Effect og SIC, ið
spældu
aftaná
Johnny
Deluxe, eru millum orku
miklastu bólkarnir í Før
oyum. Alt verður skrúvað
for upp, tá ið hesir fara á
pall, og ljóðmyndin stendur
til at bresta.
Tí endaðu donsku luksus
dreingirnir sum eitt lamb í
millum tvær brølandi leyv
ur. Hóast Johnny Deluxe
spælir rokkdrivnan popp,
sum eisini kann vera lutfals
liga orkumikil, so ljóðaði
tað tómt og spakt hjá teim
um hetta kvøldið. At tað
vóru SIC, ið tóku yvir aft
aná, stuðlaði bara undir
tómu kensluna.
Eftir mínari meting kundi
skráin ikki verið løgd nógv
verri til rættis. Um tú vendi
henni á høvdið, hevði hon
verið munandi betri. Øll
orkan varð blást av beinan
vegin og vatnaði út sum
náttin leið. Johnny Deluxe
kom somuleiðis ov tíðliga,
eftir mínari meting, og átti
heldur at komi aftaná onkr
an av meira stillu bólkun
um.
Eym oyru
Men SIC spældi sum altíð
fyri fullari skrúvu og góvu
alt, sum teir høvdu. Fjeppar
arnir sviku ikki og stóðu trú
fastir frammi við pallin og
pikkaðu korn. Føroya ónd
asti bólkur spældi í meiri
enn ein tíma, og fyri míni
bleytu rokkoyru, var hetta
ov leingi. Teir spældu væl,
men ov leingi.
Meðan tað hevði regnað
so at siga áhaldandi frá kon
sertbyrjan, so sleit í klokkan
tvey, tá ið blúsararnir í
Crawling Blue komu á pall.
Bólkurin spælir blús latin í
poppham. Við Una Debes
á odda, góvu teir lurtarunum
eitt sindur av balsami fyri
oyruni, ið vóru eitt sindur
eym eftir hørðu tónarnar
frammanundan.
Tað groovaði væl hjá teim
um og eingin ivi var um, at
her vórðu sál og kenslur
lagdar í tónleikin. Spennandi
verður at hoyra teirra útgávu,
ið kemur út í næstum.
Songløtan hjá
teimum ungu
Ein onnur útgáva, ið júst er
komin á hillarnar er ‘Fram
á hermótið’ hjá Páll Finnur
Páll, ið vórðu næstir á
palli.
Á skránni stóð, at reypar
in og kultpersónurin Jack
Petersen var næstur, men
hann var ikki at síggja.
Hóast einki varð kunngjørt
frá pallinum, hoyrdi eg
onkran siga, at hann hevði
brotið albogan. Speisemi,
Ólavsøkukonsertin:
So kom vend í
Hóast skráin var serstakliga illa
løgd til rættis, so eydnaðist tað
fyrskiparunum at venda vánaligu
gongdini hjá Ólavsøkukonsertini,
ið hevur verið ein søkkandi skúta
seinastu árini
Ummælarin hjá Sosialinum helt tónleikin hjá Johnny Deluxe vera eitt sindur ov einsljóðandi, hóast teir spældu væl og undirhildu fyri allar pe
Noam Halby, forsangarin í Johnny Deluxe, helt fyri, at føroysku dreingirnir vóru sera hepnir, tí
teir høvdu so nógvar vakrar gentur í at velja
Mynd: Jens Kristian Vang