mánadagur 30. juli 2007síða 17
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 144 - 30. juli 2007
17
tíðindi
Gløsini ristust í
skápunum á Peter
Head og fólk av Løg
mannabreyt fregn
aðust um larmin, tá
Ólavsøkukonsertin
buldraði og brakaði
fríggjakvøldið,
so hart var frá, at
løgreglan hótti við
at steðga konsertini,
um fyrireikararnir
ikki skrúvaðu niður
Tónleikur
Niels Uni Dam
nielsuni@sosialurin.fo
Løgreglan mátti tosa við
stórum orðum við fyrireik
ararnar av Ólavsøkukon
sertini og hóttu millum
annað við at steðga kon
sertini, tí at somikið nógv
ar klagur vóru um larmin.
Av løgreglustøðini í Havn
verður sagt, at í ár var
óvanliga nógvur larmur av
konsertini í Kommunu
skúlagarðinum og harvið
vóru eisini óvanliga nógvar
klagur.
Eitt nú ringdi ein kona
av Peter Head og segði, at
gløsini í køksskápinum
ristust. Eins og fólk eisini
ringdi av Løgmannabreyt
at fregnast um nógva larm
in. Tá tað er somikið hart
frá, so er sjálvandi sera
nógv óljóð hjá teimum, ið
búgva í nærumhvørvinum,
verður sagt av løgreglu
støðini.
Serliga komu nógvar
klagur, meðan ljóðroyndir
vórðu hildnar, hetta var um
20 tíðina fríggjakvøldið.
Løgreglan greiður frá, at tá
klagurnar byrjaðu at koma,
varð ringt til fyrireikararnar,
og teir vórðu bidnir um at
skrúva niður. Men boðini
vóru ikki aktaði nóg væl,
og at enda mátti løgreglan
hótta við at steðga konsert
ini, um boðini ikki vóru
fylgd, og tá riggaði endi
liga.
Tá, tú fært eitt loyvi til
at skipa fyri tiltaki, er til
skila, at tú skalt fylgja boð
unum frá myndugleikun
um, og tá boðini ikki vórðu
tikin nóg væl til eftirtektar,
høvdu
vit
møguleika
steðga konsertini, verður
sagt av løgreglustøðini.
Ein granni hjá konsertini
sigur við Sosialin, at vegg
irnir hjá teimum skulvu so
hart, sum tað var skrúvað
frá. Hesin granni legði
dent á, at hann einki hevur
ímóti konsertini, og at
hann t.d. í fjør mátti lata
gluggarnar upp fyri at
hoyra konsertina, men at í
ár bar av.
Mark Joensen fyrireikari
vísir á, at ljóðið á Ólav
søkukonsertini í ár var
spakuligari enn eitt nú á
hinum festivalinum, men
at tá tiltakið er mitt í einum
bygdum øki, kann tað sjálv
andi upplivast harðari enn
tað ger í einum minnið
bygdum øki. Ein eyg
leiðing, ið ummælarin hjá
Sosialinum á staðnum er
samdur í.
Løgreglan bað okkum
um at skrúva niður, og vit
fylgdu sjálvandi boðunum.
Vit spurdu hvussu nógv
vit skuldu skrúva niður,
men
á
løgreglustøðini
høvdu tey ikki neyðuga
innlitið í ljóðviðurskifti til
at kunna geva okkum boð
um, hvussu nógv desibel
ljóðið skuldi skrúvast nið
ur, so vit royndu nakrar
ferðir, áðrenn tey vóru
nøgd, sigur Mark Joensen.
Tað kemur eisini ann
uppá hvønn tónleik bólkar
nir spæla, okkurt ljóðar
munandi ógvisligari enn
annað, vísir Mark á.
Tað skilst, at ljóðið var
sera hart frá, tá bólkarnir
Sic og Side Effect spældu.
Hetta er samstundis tveir
av harðastu føroysku tón
leikabólkunum.
Sic: Tað var serliga, tá bólkarnir Sic og Side Effect spældu, at ljóðið kendist ógvisligt
Mynd: Jens Kr. Vang
Hóttu við
at steðga
konsertini
Noam Halby hevði gott tak á gentunum, ið skrálaðu við
jøvnum millumbilum
Mynd: Jens Kristian Vang
Side Effect lupu á við tungum og in-your-face
beat’um og góvu seg hundrað prosent
Mynd: Jens Kristian Vang
speisemi...
Men Páll Finnur Páll
gjørdu tað, teir eru best til:
at spæla fangandi, provoker
andi løg, ið ungdómurin
elskar. Okkurt nýtt var á
skránni, men mest var talan
um gomul hitt sum ‘Her
bergið’
og
‘Forelskaður
sjónleikari’, sum vóru mót
tikin við fagnaði av unga
ættarliðnum.
Og hetta skuldi verða
byrjanin uppá eina lítla
songløtu, ið helt á fram, tá
ið Eyðun og Terji fóru á pall
sum
rosinan
í
pylsu
endanum.
Hóast
byrjað
varð
stundisliga, so var skráin so
mikið nógv seinkað, at Eyð
un og Terji einans høvdu
tjúgu minuttir at spæla í.
Tveireinir spældu teir nøkur
av teirra mongu hittum,
meðan nýggja lagið hjá
Eyðun ‘So nógvar røddir’
eisini slapp við. Fjøldin
sang við av øllum alvi, með
an náttin heilsaði morgnin
um vælkomnum.
engarnar
Mynd: Jens Kristian Vang