týsdagur 31. juli 2007síða 4
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
tíðindi
Nr. 145 - 31. juli 2007
Giftir menn og barnleysar
kvinnur tjena mest
Giftir menn tjena í miðal meira enn ógiftir. Og kvinnur við børnum tjena í miðal
minni enn kvinnur uttan børn.Hetta vísir ein stór norsk sosiologisk kanning, har
granskarar hava samankoyrt upplýsingar frá norsku hagstovuni um lønarlagið hjá
kvinnum og monnum, við upplýsingum um útbúgving, tal av børnum,
hjúnastøðu, føðiland og arbeiðsroyndir. - Hóast munurin er minkaður seinastu
tríati árini, so loysir tað seg ikki lønarliga, at gerast mamma, siga granskararnir.
Kelda: www.forskningsradet.no
Døturnar við babba til arbeiðis
Á Girls’ Day í Týsklandi kunnu gentur fara við foreldrunum til arbeiðis og fáa
innlit í størv, tær kanska ikki høvdu hugsað um áðrenn.Hvørt ár – 26. apríl –
royna týskar fyritøkur at gera nakað við tann kynsuppbýtta arbeiðsmarknaðin.
Endamálið er at royna at fáa gentur at velja ótraditionellar karrierur. Tí verða
tær bodnar inn á arbeiðspláss, har fleiri pápar enn mammur arbeiða. Yvir 7.500
átøk eru kring landið, svarandi til 128.000 pláss til gentur, sum vilja vitja eitt
arbeiðspláss. Døtranna dagur snýr seg m.a. um at fáa tey ungu at identifisera
seg við fyritøkurnar og fáa fatur á framtíðarinnar arbeiðsmegi. Kelda: www.
javnratt.fo
Olju-
prísurin
kann fara
upp
ígjøgnum
Tað er ikki
óhugsandi, at
oljuprísurin fer
upp á 100 dollarar
um nakrar mánaðir
Oljuprísur
Árni Joensen:
arni@sosialurin.fo
Teir seinastu dagarnar
hevur
oljuprísurin
á
altjóða
marknaðinum
togað í 80 dollarar fyri
tunnuna. Brent-olja, sum
skal latast í september,
fall eitt sindur í prísi í
gjár, men serfrøðingar
siga, at soleiðis sum
marknaðurin skikkar sær
í løtuni, er tað sannlíkt,
at oljan fer at dýrka í
næstum.
Í august í fjør kom olju-
prísurin upp í 78,65
dollarar fyri tunnuna, og
summir
serfrøðingar
vænta, at prísurin fer upp
um tað seinni í summar.
Hinvegin ivast teir í, um
prísurin fer upp um 80
dollarar, tí tað skal nógv
til, áðrenn tað hendir.
Aðrir
marknaðarser-
frøðingar siga, at ein ella
onnur stór, politisk hend-
ing úti í heimi kann
lættliga fáa prísin upp
um 100 dollarar.
- Okkum tørvar bara
eini ella onnur stórtíðindi
so sum okkurt, ið órógv-
ar framleiðsluna í Nig-
eria ella Iran ella eitt
hernaðarligt álop á Iran,
sigur marknaðarserfrøð-
ingurin John Kilduff hjá
Man Financial við TDN
Finans.
Nýggir listaspírar
vaktu ans og drógu
fleiri vitjandi á
ólavsøkuframsýning.
Bæði stjórin á
Listaskálanum
og forkvinnan í
Listafelag Føroya eru
stak væl nøgd við
framsýningina.
Ólavsøku
framsýningin
Dorit Hansen
dorit@sosialurin
Mynd: Jens Kristian Vang
Við blóðreyðum veggum,
neosurrealistiskum tema og
ungum
listafólkum
var
ársins ólavsøkuframsýning
eitt nýbrot. Listafelagið
hevði í ár valt at lata ungu
listamennirnir Heiðrikkur á
Heygum og Jóannes Lam-
hauge skipa fyri framsýn-
ingini, og hetta eru tey í dag
bæði glað og errin um, sig-
ur Malan Marnersdóttir, for-
kvinna í Listafelag Føroya.
- Vit eru stak væl nøgd
við framsýningina. Fyriskip-
ararnir
hava
gjørt
eitt
megnar arbeiði, og tað vóru
væl fleiri vitjandi enn
seinnu árini, sigur Malan
Marnersdóttir.
Helgi Fossadal, stjóri á
Listasavninum, sigur, at tað
altíð eru færri vitjandi, um
veðrið er gott.
- Tí er tað flott, at á leið
1500 fólk vóru til fram-
sýningina ólavsøkudagar-
nar. Og í ár vóru eisini nógv
fleiri ungfólk millum tey
vitjandi, sigur hann.
Endamálið við Listafel-
agnum er at stuðla og
stimbra føroyskari list, og
Helgi Fossadal metir, at
ársins ólavsøkuframsýning
veruliga livir upp til hetta
aðalmálið.
Ólavsøkuframsýningin
var fyrstu ferð í 1948. Tey
fyrstu mongu árini var hetta
so at siga einasta listafram-
sýning á ólavsøku, men
seinastu árini eru alt fleiri
framsýningarhøli
komin,
og kappingin um ólavsøku-
gestirnar er økt. Tí valdi
Listafelagið at skipa fyri
eini øðrvísi kapping í ár.
Malan
Marnersdóttir
væntar, at hesin framsýning-
arháttur
fer
at
merkja
komandi framsýningar.
- Vit hava enn ikki
avgjørt, hvussu ólavsøku-
framsýningin skal skipast
komandi ár, men ársins
framsýning var so mikið
væl eydnað, at hon kemur
at ávirka komandi fram-
sýningar.
Slóðbrótandi
og siðbundi
Sambært Helga Fossadal,
varð framsýningin sum heild
sera væl móttikin. Fram-
sýnararnir vóru allir millum
18 og 30 ár, og stóri meirilutin
hevur ikki verið at sæð í
Listaskálanum áður.
Sjálvur vil Helgi Fossadal
ikki taka dagar ímillum
framsýnararnar. Hann sigur
tó, at nøkur listafólk skara
framúr, men breiddin er
eisini sera góð, og tað hevur
verið sera spennandi at
síggja hesir dugnaligu listar-
ligu spírar.
- Bæði ung og eldri vóru
sera positiv. Listin á Slóar-
blóð, sum var heiti á fram-
sýningini, vísir nakað, sum
ikki er víst fyrr. Dygdin er í
ordan og reyða umhvørvið
ger eisini upplivingina ser-
liga, sigur Helgi Fossadal.
Malan Marnersdóttir held-
ur eisini, at fólk hava verið
glað fyri at síggja nakað
nýtt og øðrvísi, og huglagið
var gott á framsýningini.
- Luttakandi listafólkini
eru nærløgd og hava arbeitt
nógv við listini. Og hetta
boðar frá góðum. Men sjálv-
andi kunnu vit ikki siga,
hvat av hesum stendur eftir
um hálvtrýss ár.
Hóast unga listin í stóran
mun brýtur frá tí siðbundna
føroyska
landslagsteman-
um, heldur Malan Marners-
dóttir tó eisini, at listin ikki
hevur flutt seg so nógv, tá
umræður listabúna.
- Tað kann undra, at tað
framvegis mest eru myndir.
Føroysk list er framvegis
fýrakantað og hongur enn á
vegginum. Orsøkirnar til
hetta kunnu vera so nógvar.
Kanska vísir hetta, at lista-
fólk í Føroyum ikki hava
nóg góðar arbeiðsumstøður.
Ella kanska er føroysk list
framvegis so ung, at hon
ikki hevur eina siðvenju at
flyta seg frá.
Men Malan Marnersdóttir
leggur tó dent á, at Slóarblóð
vísir bæði dygd og nýhugsan
millum unga ættarliðið av
listafólkum.
Ólavsøkuframsýningin
heldur á fram til 12. august
í vanligu upplætingartíðun-
um hjá Listaskálanum.
Væl vitjað ólavsøkuframsýning
Ummælið
í morgin
Sosialurin hevur í morgin
ummælið av framsýn-
ingini Slóarblóð.
Kinna Poulsen, list-
frøðingur, hevur skrivað.
Góða ólavsøkuveðrið helt kanska nøkrum frá at fara á ólavsøkuframsýningina, Slóarblóð, men umboð fyri Listaskálan og Listafelagið eru stak væl nøgd við talið av
vitjandi og hugtikin av nýggju spírunum innan føroyska list