týsdagur 31. juli 2007síða 7
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
tíðindi
Nr. 145 - 31. juli 2007
Bygdaleiðir nýtt steðgistað
Í sambandi við Summar Festivalin steðga allar leiðir hjá Bygdaleiðum
í Klaksvík við bátabrúgvarnar. Vanliga koyra bussarnir hjá
Bygdaleiðum til og frá Sandinum, men hetta økið verður brúkt í
sambandi við Summar Festivalin, og tí koyra bussarnir hjá
Bygdaleiðum ikki á Sandin næstu dagarnar. Ístaðin verður nýggja
steðgiplássið hjá bussunum við Bátabrúgvarnar – millum gomlu
Bilstøðina og Statoilstøðina. Eisini steðga bussarnir á Skúlavegi.
Broytingin er galdandi frá týsdegnum 31. juli til 8. august.
Armbondini fáast nú
Nú er tíðin komin til at skifta atgongumerki til Summar
Festivalin um við eitt armband, ið allir festivalgestir skulu
hava á arminum. Hetta armband kann nú fáast upp á armin í
Telebúðini í Klaksvík og í Telebúðini í Havn. Í Telebúðini í
Havn verður hetta markerað við live tónleiki. Týsdagin og
mikudagin millum kl. 15.00 og 17.00 kunnu armbondini
fáast, og tá ber eisini til at fáa eina smakkiroynd av tónleiki
frá Summar Festivalinum. Týsdagin spælir Brandur Enni, og
mikudagin verður Jens Marni Hansen at hoyra. Í Telebúðini
í Klaksvík ber til at støkka inn á gólvið í vanligu
upplatingartíðini og fáa armbandið uppá.
Spurningurin um eitt
ella fleiri valdømi er
ov lítil at senda út til
fólkaatkvøðu. Hetta
sigur stjórnmála
frøðingurin Sonja
Jógvansdóttir, ið vísir
á, at politikararnir
eru valdir bæði at
taka populerar og
ópopulerar avgerðir
VALSKIPAN
Theodor E. D. Olsen
theodor@sosialurin.fo
- Næstu ferð vit skulu hava
fólkaatkvøðu, eigur hon at
verða
um
grundlóg,
fullveldi ella ES.
Hetta sigur stjórnmála-
frøðingurin Sonja Jógvans-
dóttir, sum ikki tekur undir
við uppskotinum hjá løg-
manni um at hava fólka-
atkvøðu, um Føroyar skulu
verða eitt valdømi.
- Hetta er fyri at politikar-
arnir skulu sleppa at spæla
fríspæl og ein lættur máti at
sleppa undan politiskum
tvídrátti, sigur Sonja Jógv-
ansdóttir. Hon heldur at
hetta er ein máti at sleppa
frá at taka ábyrgd, og vísir
á, at vit velja okkara politik-
arar at taka bæði populerar
og ópopulerar avgerðir, og
at tey fólkavaldu fáa løn
fyri hetta.
Tekniskur spurningur
- Makta tey ikki hetta, eiga
tey heldur helda seg burtur,
sigur Sonja Jógvansdóttir,
sum hevur tað sjónarmið, at
vit ikki eiga at hava
fólkaatkvøður »í fleng«,
sum hon málber seg.
Eitt nú í Sveis er vanligt
at
hava
fólkaatkvøður.
Sonja Jógvansdóttir við-
gongur, at hon ikki kennir
nágreiniliga til viðurskiftini
í Sveis, men vísir á, at
vanliga møta ikki so nógv
fólk til hesar atkvøður.
Stjórnmálafrøðingurin
metir, at tað kann tykjast
bráðræsið at taka eina slíka
avgerð í oktober ella novem-
ber, og síðan nýta hetta í
verki í januar. Hinvegin
kunnu broytingar ofta skjótt
fáast at virka í smáum
økjum sum t.d. Føroyum og
Íslandi.
Sonja Jógvansdóttir held-
ur, at málið um nýggja val-
skipan er heldur ein teknisk-
ur enn kensluligur spurning-
ur, og tí himprast hon ikki
við at siga, at hon vónar
ikki uppskotið hjá løgmanni
er úrslit av ráðgeving frá
embætisfólkum í Tinga-
nesi.
- Eg hopi ikki at hetta er
tann embætisliga ráðgeving-
in í Tinganesi, sigur Sonja
Jógvansdóttir.
- Fólkaatkvøða er at
renna undan ábyrgd
Næsta fólkaatkvøðan eigur
at verða um grundlóg,
fullveldi ella ES, sigur
Sonja Jógvansdóttir,
stjórnmálafrøðingur
Jenis av Rana, for
maður Miðfloksins,
var ikki bergtikin
av ólavsøkurøðu
løgmans. Kortini
fegnast hann um, at
heili tvey uppskot hjá
Miðflokkinum, sum
áður hava verið feld í
tinginum, nú kortini
tykjast verða veruleiki
ÓLAVSøKurøðAN
Rigmor Dam
rigmor@sosialurin.fo
Mynd: Jens Kr. Vang
Jenis av Rana, formaður
Miðfloksins, undrast á, at
løgmaður ikki tosaði meira
um framtíðina, nú hann hev-
ur fingið eitt heilt idekatalog
í Visjón 2015.
- Eg hevði væntað mær
nógv fleiri visjónir um fram-
tíðina, men her vóru næstan
bara føgur orð um tað, sum
farið er, sigur Jenis av Rana.
Kortini sigur hann seg
fegnast um, at løgmaður nú
hevur ætlanir um at senda
spurningin um Føroyar sum
eitt
valdømi
út
til
fólkaatkvøðu.
- Sum tey flestu helst
vita, so er hetta eitt mál,
sum eg taki undir við, og
sum eg vóni at kann koma í
gildi longu til komandi
valg, sigur hann.
Jenis av Rana beit eisini
merki í, at tvey uppskot hjá
Miðflokkinum, sum tingið
áður hevur felt, nú aftur
vórðu tikin fram.
- Tað eru longu tvey ár
síðani, at vit skutu upp at
broyta
viðurskiftini
hjá
teimum tímaløntu viðvíkj-
andi sjúkradøgum hjá børn-
um. So nú er bert eftir at
vóna, at hetta gerst veruleiki
sum skjótast, tí her eru tey
tímaløntu fyri stórum mis-
muni, í mun til onnur á
arbeiðsmarknaðinum, sigur
Jenis av Rana.
Løgmaður segði eisini í
røðu sínari, at samgongan
fer at leggja uppskot fram
um yvirtøku av útlendinga-
málinum.
- Hetta er eisini eitt mál,
sum vit í Miðflokkinum
løgdu fram fyri einum ári
síðani. Men tá var tað felt
við teirri grundgeving, at
arbeitt verður við málinum.
Tað er púra greitt, at tað ber
als ikki til at donsk embæt-
isfólk skulu avgera okkara
útlendingapolitikk,
sigur
Jensi av Rana.
Av øðrum, sum formaður
Miðfloksins legði til merk-
is, kann nevnast, at hann
enn undrast á, at samgongan
ikki fær skúlalæknaskipan-
ina at virka, umframt at
hann stórliga ivast í um
lovaði bústaðarpakkin hjá
landsstýrinum verður veru-
leiki í hesum valskeiðinum.
Tom røða
Jenis av Rana, formaður
Miðfloksins, kundi hugsað
sær fleiri framtíðarvisjónir
ólavsøkurøðuni
Edmund Joensen,
løgtingsformaður,
ímyndar sær, at
uppskotini um eitt
valdømi og fólka
atkvøðu kunnu við
gerast undir einum
longu í heyst
VALSKIPAN
Rigmor Dam
rigmor@sosialurin.fo
Mynd: Jens Kr. Vang
Í røðu sínari á ólavsøku
boðaði løgmaður frá, at upp-
skotið um Føroyar sum eitt
valdømi, eigur at verða lagt
út til fólkaatkvøðu.
Edmund Joensen, løg-
tingsformaður, sum hevur
tikið stig til at leggja upp-
skotið fyri tingið í heyst,
vísir als ikki aftur, at lata
málið út til fólkið at gera
av.
- Eg ætli mær undir øll-
um umstøðum at leggja upp-
skotið um eitt valdømi fyri
tingið sum ætlað, men
ímyndi mær, at tað hevði
verið lagamanni at saman-
tvinna framløguna og við-
gerðina við eitt uppskot um
fólkaatkvøðu, sigur Ed-
mund Joensen. Hann metir,
at so vórðu málini lýst væl
og virðiliga í tinginum, og
at tað tá hevði verið tingið,
sum slapp at senda málið til
fólkaatkvøðu.
Samskipa uppskotini
Í Sosialinum í gjár róði løg-
maður framundir, at tað
kanska hevði verið skilabest
at bíða við málinum til eftir
valgið. Tí hóast hann tók
undir við einum valdømi,
metti hann vanda vera fyri,
at valstríðið hjá flokkunum
og samgonguni verður ov
nógv merkt av orðaskift-
inum um eitt valdømi.
Løgtingsformaðurin
sigur seg onga viðmerking
hava til hesar tankar løg-
mans, tí sum hann sigur:
Lat tað vera upp til tingið at
gera av, nær ein møgulig
fólkaatkvøða eigur at vera.
- Og eg ímyndi mær, at
tað saktans ber til at sam-
skipa uppskotið hjá mær
um eitt valdømi, við eitt
uppskot um fólkaatkvøðu,
sum landsstýrið eigur at
lata tinginum til viðgerðar,
sigur Edmund Joensen.
Fólkaatkvøða avgjørt
ein møguleiki
Edmund Joensen ætlar sær
enn at leggja uppskotið um
eitt valdømi fram í heyst.
– Tað hevði verið upplagt
at samskipa tað við eitt
uppskot um fólkaatkvøðu,
so tingið sleppur at siga sína
hugsan um tað eisini