týsdagur 31. juli 2007síða 8
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
tíðindi
Nr. 145 - 31. juli 2007
tíðindi
Ongin heildarmynd
er yvir støðuna
og vit hava ikki
vitanina. Hetta er
niðurstøðan hjá
Kjartani Hoydal, nú
broytingaruppskot í
lógini um vinnuligan
fiskiskap verður lagt
fyri tingið
Fiskiskapur
Dagfinn Olsen
dagfinn@sosialurin.fo
Bjørn Kalsø, landsstýris
maður, leggur í hesum
døgum uppskot fyri løg
tingið, har broytingar verða
gjørdar í lógini um vinnu
ligan fiskiskap. Sum heild
verður mælt til ein niður
skurð, ið svarar til eini tvey
prosent á landgrunninum.
Eg havi hugt uppá
uppskotið, sum Bjørn Kalsø
leggur fyri tingið, og upp
skotið er gjørt við viðring
fyri fiskidagaskipanini og
farið verður javnt eftir
skipabólkunum, og tað er
annars nakað, sum eg fyrr
havi viðmerkt, at har hevur
ójavni verið í, sigur Kjartan
Hoydal.
Hann metir, at uppskotið
hjá landstýrismanninum er
á góðari leið, tí minni tygnd
verður á toskastovnin, og
alt í alt er hetta ein rímulig
loysn.
Vitan
Sjálvsagt kundi vit tikið
meira inn, men tað vita vit
ikki, sigur Kjartan Hoydal,
sum hevur lisið uppskotið
um broytingar í lógini um
vinnuligan fiskiskap, sum
Bjørn Kalsø nú leggur fyri
løgtingið.
At kanna lógina og
fiskidagaskipanina er sera
gott hugskot, sigur Kjartan
Hoydal.
Um sjálvan niðurskurðin
og prosentini er ilt at hava
nakra viðmerking. Tað er
nakað, ið vit mugu hyggja
nærri at, tí vit hava snøgt
sagt ikki vitanina, og tí
verður ráðgevingin heldur
ikki neyv, sigur Kjartan
Hoydal.
Fleiri kanningar
Hóast kanningar javnan
verða gjørdar, so skilst á
Kjartani Hoydal, at vitanin
er ikki á nóg høgum støði.
Eg meti, at Bjørn Kalsø
hevur gjørt tað, ið hann
kann gera útfrá teimum
fyritreytum, ið eru, sigur
Kjartan Hoydal.
Vitan. Tað er tað, ið
okkum tørvar, sigur Kjartan
Hoydal, og vísir á, at summi
meta at toskurin er illa fyri,
meðan onnur hava aðra
meting.
Eg havi áður víst á kann
ingina hjá Bjarta Thomsen.
Vit skuldu havt fleiri slíkar,
tí so hevði verið lættari,
sigur Kjartan Hoydal.
Tað er nú einaferð so, at
kanningar bert geva eina
ábending. Hetta er ikki bara
galdandi í Føroyum, men
allastaðni. Tølini eru ikki
neyv, men kanningarnar
kunnu brúkast søguliga, og
tað er har, at vit mugu
hyggja nærri, fyri at fáa
eina mynd av støðuni, sigur
Kjartan Hoydal.
Hvat tingið ger, er ilt at
siga, men vit mugu í øllum
førum fáa veruligar kann
ingar, sigur Kjartan Hoydal,
sum metir, at farið nú
verður fram við virðing fyri
skipanini.
Eitt kók
Nógv hevur verið frammi
um, at menn sleppa ikki út
at fáa sær eitt kók.
Tað er bólkur fimm. Tað
hevur verið lætt at sleppa
inn í bólkin, men eg meti
ikki, at hatta sum heild er
ein trupulleiki. Er nógv at
fáa, so eru nógvir úti, og er
minni at fáa, so eru færri
úti. Nú er nóg mikið av
virksemið í samfelagnum
annars, so eg meti ikki, at
hetta verður ein trupulleiki,
sigur Kjartan Hoydal.
Hann kemur aftur til
somu niðurstøðu.
Men hetta kann kannast,
Vit mugu kanna hagtølini,
sigur Kjartan Hoydal í við
merking til støðuna í bólki
fimm.
Niðurstða hansara er, at
hagtølini eru ikki neyv, og
hagtølini mugu eisini kann
ast nærri, fyri at fáa eina
søguliga heildarmynd.
- Vit hava ikki vitanina
Stórur
handilsbygningur
verðu skjótt reistur í
miðbýnum í Vági
Handil
Dagfinn Olsen
dagfinn@sosialurin.fo
Arni Brattaberg og onnur
eru ú farin undir stóran
handilsbygning í miðbýnum
í Vági.
Í løtuni verður grivið út
fyri bygninginum.
Torg
Niðara hæddin verður 720
fermetrar og harav verða
600 fermetrar settir av til
matvøruhandil, meðan eitt
torg eisini verður, har skip
ast kann fyri tiltøkum. Eis
ini verður ein leigari í
niðaru hæddini.
Ovara hæddin verður 360
fermetrar og har verður leig
að út. Enn er onki avgjørt,
men Arni metir, at hóskandi
er við tveimum stórum
handlum í ovaru hæddini.
Á jóansøku
Útgrevsturin
er
nærum
liðugur. Byggilioyvið verð
ur væntandi fyri á fundi, tá
býráðið í Vági í næstum
hevur fund,
Málið er, at liðugt er á
jóansøku komandi ár, men
kanska verður tað longu í
vár, tí tað tekur einar 8 til 9
mánaðir at byggja slíkan
bygning og væntandi verður
byrjað í september, sigur
Arni Brattaberg.
Tað eru Arni Brattaberg
og Rakul Borg, ið standa á
odda fyri verkætlanini. Tey
reka frammanundan handil
í Vági og eru limir í
Merco.
Hvussu verður framyvir
við limaskapi í nakrari
handilsketu er ongin avtala
gjørd
um,
sigur
Arni
Brattaberg.
Við í verkætlanini eru
eisini Kveiking, sum er
íløgufelag hjá Suðuroyar
Sparikassa, ið egur ein
triðing, og eisini er Stuðuls
grunnurin fyri Suðuroyar
Sunnaru
Helvt
við
í
ætlanini.
Nú verður grivið út
Grivið verður út fyri handilsbygningi í Vági.Soleiðis hevur sæð
út í miðbýnum í Vági, men skjótt verður handilsbygnginur
reistur á økinum
(Myndir; D. Olsen
Armbondini fáast nú
Nú er tíðin komin til at skifta atgongumerki til Summar Festivalin um
við eitt armband, ið allir festivalgestir skulu hava á arminum. Hetta
armband kann nú fáast upp á armin í Telebúðini í Klaksvík og í
Telebúðini í Havn. Í Telebúðini í Havn verður hetta markerað við live
tónleiki. Týsdagin og mikudagin millum kl. 15.00 og 17.00 kunnu
armbondini fáast, og tá ber eisini til at fáa eina smakkiroynd av tónleiki
frá Summar Festivalinum. Týsdagin spælir Brandur Enni, og mikudagin
verður Jens Marni Hansen at hoyra. Í Telebúðini í Klaksvík ber til at
støkka inn á gólvið í vanligu upplatingartíðini og fáa armbandið uppá.
Kjartan Hoydal, fyrrverandi aðalstjóri í Fiskimálaráðnum: Vit hava ov lítla vitan um hagtølini
ið eiga at verða kannað søguliga
Bygdaleiðir nýtt steðgistað
Í sambandi við Summar Festivalin steðga allar leiðir hjá Bygdaleiðum í
Klaksvík við bátabrúgvarnar. Vanliga koyra bussarnir hjá Bygdaleiðum
til og frá Sandinum, men hetta økið verður brúkt í sambandi við
Summar Festivalin, og tí koyra bussarnir hjá Bygdaleiðum ikki á
Sandin næstu dagarnar. Ístaðin verður nýggja steðgiplássið hjá
bussunum við Bátabrúgvarnar – millum gomlu Bilstøðina og
Statoilstøðina. Eisini steðga bussarnir á Skúlavegi. Broytingin er
galdandi frá týsdegnum 31. juli til 8. august.
Kjartan Hoydal
Útbúgvin fiskifrøðingur.
Fyrrverandi aðalstjóri í fiskimálaráðnum.
Fleiri altjóða størv.
Er stjóri í NEAFC við høvuðssæti í London.
NEAFC stendur fyri; åØåNorth East Atlantic Fisheries Com-
mission
FAKTA