týsdagur 31. juli 2007síða 9
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
tíðindi
Nr. 145 - 31. juli 2007
Múrurin flestar atkvøður
Í sjónvarpstíðindunum í gjárkvøldið varð kunngjørt, at Múrurin
í Kirkjubø – Magnusar katedralurin – fekk flestar atkvøður í
kappingini um at finna Føroya sjey undurverk. Ein kapping,
sum altso endaði við at átta undurverk blivu vald. Næstflest
atkvøður fingu Kirkjubøstólarnir. Síðani komu Christiankirkjan
í Klaksvík, Norðoyatunnilin, Tinganes, Norðurlandahúsið og at
enda komu fyrsta Merkið í kirkjuni Fámjin og Amtmansborgin í
Havn. Hesi bæði seinastu fingu eins nógvar atkvøður, og
soleiðis gjørdust tey sjey undurverkini til átta.
- Vit hava brúkt øll
amboðini í lógini.
Fólk eiga tí ikki at
stara seg blind í
teimum prosentvísu
niðurskurðunum.
Vit fara at hyggja at
økisfriðingunum,
reiðskapi og gongdini
í veiðitrýstinum.
Uppskotið byggir
í høvuðsheitum á
trý ting; fiskidagar,
økisfriðingar og reið-
skap, sigur Bjørn
Kalsø, landsstýris-
maður
Fiskivinna
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Landsstýrismaðurin í fiski
vinnumálum, Bjørn Kalsø,
hevur lagt fyri tingið upp
skot um broytingar í lógini
um vinnuligan fiskiskap.
Hetta hevur landsstýrismað
urin gjørt í samband við, at
nýtt fiskiár byrjar 1. sep
tember.
Bæði
Fiskirannsóknar
stovan og Fiskidaganevndin
ásanna, at serliga toskurin á
landgrunninum
og
á
Føroyabanka er illa fyri og
mæla til skerjingar av
veiðitrýstinum.
Eitt ávíst trýst hevur ligið á
landsstýrismannin seinastu
tíðina um at fremja munandi
niðurskurðir í veiðitrýstinum,
serliga á toski.
Ikki bert dagar
Í uppskotinum, sum vænt
andi kemur til fyrstu við
gerð á tingi fríggjamorgunin,
verða fiskidagarnir á land
grunninum skerdir við ein
um samlaðum tali, sum
svarar
til
umleið
2%.
Soleiðis verða einir 704
fiskidagar tiknir burtur úr
núverandi skipan.
Skerjingin av veiðimøgu
leikunum á Føroyabanka
verður
uppaftur
størri,
svarandi til eini 1020%
alt eftir, hvørjar veiðibólkar
talan er um. Størri leiðir á
Bankanum verða friðaðar
fyri at verja toskin, og tað
grynsta verður stongt alt
árið, um uppskotið hjá
landsstýrismanninum verð
ur samtykt.
Bjørn Kalsø skjýtir eisini
upp at herða reglurnar um
avhendan av fiskidøgum,
og hetta kann í ávísan mun
eisini virka tálmandi fyri
veiðitrýstið.
At
kalla
veiðisteðgur
verður undir Føroyum ein
mánaða um árið – 14 dagar
um jóltíðir og 14 dagar um
ólavsøkutíð.
Øll amboðini
L a n d s s t ý r i s m a ð u r i n
ásannar, at soleiðis, sum
serliga toskastovnurin er
fyri í løtuni, er neyðugt at
tálma veiðitrýstið.
Vit hava í hesum førin
um brúkt øll amboðini í
lógini, og tí eiga fólk ikki at
stara seg blind í teimum pro
sentvísu niðurskurðunum,
sum eg mæli til í mínum
uppskoti.
Hann vísir á, at landsstýr
ismaðurin hevur hampiliga
víðar ræsur at skipa veiðina
og fremja tálmandi tiltøk
við kunngerðum. Í øðrum
førum er so neyðugt við
beinleiðis lógarbroytingum.
Í uppskotnu broytingun
um hesaferð verður mælt til
beinleiðis niðurskurðir í
fiskidøgum, men vit fara
eisini at hyggja at økis
friðingunum, reiðskapi og
gongdini í veiðitrýstinum.
Bjørn Kalsø vísir á, at
hóast uppskotið hevði bygt
á størri skerjingar í bein
leiðis dagatalinum, er ikki
vist, at hetta í eins stóran
mun hevði tálmað veiði
trýstinum eftir toski, sum er
ringast fyri.
Tá kundu fiskiførini
bara brúkt dagarnar uppaft
ur betri – ella kanska lagt
seg enn meira eftir at veiða
tosk, tá tey eru til fiskiskap,
sigur hann.
Uppskotið hjá landsstýr
ismanninum byggir tí í
høvuðsheitum á trý ting;
fiskidagar, økisfriðingar og
reiðskap.
Pelagisk hjáveiða
Vit fara eisini neyvari at
hyggja at veiðini hjá trolbát
unum á landleiðini, eins og
vit í enn størri mun fara at
fylgja gongdini við møgu
ligari hjáveiði hjá pelagisku
skipunum.
Landsstýrismaðurin er tí
ikki samdur við teimum,
sum halda, at fyriliggjandi
uppskot ikki er nóg víð
gongt.
Hann sigur, at full semja
ikki er í landsstýrinum um
allar tær uppskotnu broyt
ingarnar, men ásannar sum
landsstýrismaður í fiski
vinnumálum, at neyðugt er
at tálma, soleiðis sum støð
an er í løtuni.
Ætlan landsstýrisins er
eisini at gera eina neyva
kanning av fiskiflotanum,
síðan vit fingu fiskidaga
skipanina. Vísir tað seg, at
veiðitrýstið er nógv økt,
verður hond eisini tikin um
hetta, sigur hann.
Gýting og smáfiskur
Ætlan landsstýrisins er eis
ini at víðka um gýtingar
leiðirnar og gera tillagingar
á
uppvakstrarøkjum
hjá
smáfiski.
Onkur umlegging verð
ur eisini í sambandi við
upsaveiði, har gulllaksaveið
an kemur við í fiskidaga
skipanina. Á henda hátt
verður upsaveiðan nakað
tálmað, sigur Bjørn Kalsø.
Ein partur av broytingun
um, sum landsstýrismaðurin
í sínum uppskoti mælir til,
er soleiðis lógarbroyting
um fiskidagar og lógarbroyt
ing um keyp av fiskidøgum.
Ein annar partur er so tær
tillagingar, sum landsstýr
ismaðurin hevur heimild at
fremja við kunnugerðum.
Dagliga eftirlitið
Vit hava Fiskiveiðieftirlitið,
sum hevur dagliga eftirlitið,
eitt nú í samband við veiði
reiðskap og leiðir, sum
kunnu steingjast í avmark
aðum tíðarskeiðum, tá ov
nógvur smáfiskur er uppi í
veiðini, sigur Bjørn Kalsø,
landsstýrismaður.
Uppskotið er meira enn
skerjing av fiskidøgum
Sambært uppskotinum hjá
landsstýrismanninum í
fiskivinnumálum verða meira
enn 700 færri fiskidagar á
føroyska landgrunninum í
komandi fiskiári. Haraftrat
er væntandi, at lands
stýrismaðurin fer at veksa
um økisfriðingarnar og
hava neyvari eftirlit við
smáfiskaleiðunum
Mynd: Vilmund Jacobsen
Full semja er ikki í landsstýrinum um allar tær uppskotnu
broytingarnar, men sum landsstýrismaður í fiskivinnumálum
noyðist eg at ásanna, at neyðugt serliga er at tálma
toskaveiðini, soleiðis sum støðan er í løtuni, sigur Bjørn Kalsø