Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-07-31, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 31. juli 2007síða 10

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 tíðindi Nr. 145 - 31. juli 2007 Múrurin flestar atkvøður Í sjónvarpstíðindunum í gjárkvøldið varð kunngjørt, at Múrurin í Kirkjubø – Magnusar katedralurin – fekk flestar atkvøður í kappingini um at finna Føroya sjey undurverk. Ein kapping, sum altso endaði við at átta undurverk blivu vald. Næstflest atkvøður fingu Kirkjubøstólarnir. Síðani komu Christiankirkjan í Klaksvík, Norðoyatunnilin, Tinganes, Norðurlandahúsið og at enda komu fyrsta Merkið í kirkjuni Fámjin og Amtmansborgin í Havn. Hesi bæði seinastu fingu eins nógvar atkvøður, og soleiðis gjørdust tey sjey undurverkini til átta. Klaksvíkin hjálpti Havnini Eftir at ólavsøkan var av í miðbýurin eingin vøkur sjón nú gerandisdagurin aftur tók við og tjóðarhátíð okkara var av. Fólk í øllum landinum hava hitst í gøtunum í Havnini, og hetta sást eisini aftur. Tískil var neyðugt við einum øgiligum upprudding­ ararbeiði mánamorgunin, og til hesa uppgávu hevði Tórshavnar kommuna heitt á Klaksvíkar kommunu, um at hjálpa sær við at læna teimum bilar at taka órudd upp við. Hetta játtaðu klaks­ víkingar, so í gjáramorgunin koyrdu bilar við búmerkinum hjá Klaksvíkar kommunu runt í Havnargøtum. Fyrr í ár mynstraðu tríggir pólskir fiski­ menn umborð á línuskipinum Gull­ bergi hjá Hálvdani Haldansen í Vest­ manna, og nú miðjar Jóhannus Olsen, reiðari á Toftum, eftir at fáa einar seks pólskar fiskimenn umborð á línuskipini, sum hann er reiðari á Fiskivinna Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Á plássum, har nógvir línu­ bátar eru, kann í tíðum sum hesum vera trupult at manna allar bátarnar. Línu­ skipini, sum eru í bólki 3A, eru 26 í tali. Ein stórur part­ ur av hesum skipum eru heimahoyrandi í Klaksvík og á Toftum, sum meira enn aðrar bygdir kunnu sigast at vera línubygdir. Umborð á hvørjum av hesum skipum eru einir 14­ 16 mans. Tórleif Sigurðsson, reið­ ari í Klaksvík, hevur áður víst á, at tað kann vera tor­ ført at manna allar hesar bátar, og tí gjørdi eitt av fel­ øgunum, sum hann stendur aftanfyri, av at selja eitt av skipunum av bygdini og selja øðrum skipum í økin­ um fiskidagarnar. Formaður í felagnum Línuskip, er Jóhannus Olsen á Toftum. Hann er reiðari og parteigari í til­ samans fýra línuskipum, Eysturoyingi, Sigmundi, Morgunstjørnuni og Mascot. Summarið er vanliga einki serligt hjá línuskipun­ um, og tí eru tað fleiri, sum brúka ein part av hesi tíðini til neyðugar umvælingar og ábøtur. Haraftrat kemur, at nøkur av fiskavirkjunum eru í summarfrí í hesum døgum. Royna á djúpum ­ Flestu línuskip liggja nakrar vikur um summarið. Hinvegin hava nøkur roynt á djúpum vatni í summar, og sum eg havi skilt, hevur fiskiskapurin eftir brosmu og longu verið hampiligur. Brosma og longa verða keypt til saltingar, og tíbetur eru fleiri virkir um boðið at keypa hesi fiskasløg. Soleiðis hava prísirnir eisini verið á góðari leið. Jóhannus heldur, at nú minni toskur er at fáa undir Føroyum, fara línuskip í størri mun enn áður at royna á djúpum vatni. ­ Tað kemur tí væl við hjá línuskipunum í tíðum sum hesum, at vit hava fleiri virkir, sum duga at fáa væl burtur úr brosmu og longu, leggur hann aftrat. Millum virkini, sum keypa hesi fiskasløg til salt­ ingar, eru eitt nú Fiskavirkið í Gøtu, Vaðhorn, Faroe Seafood, Farita og Delta. Útlendskur styrkur Jóhannus Olsen sigur, at tað hevur gingið nokso striltið hjá teimum, sum eiga línuskipini, at manna hesi skip við støðugari manning. Fyrr í ár komu einir trígg­ ir pólskir fiskimenn umborð á línuskipið Gullberg hjá Hálvdani Haldansen í Vestmanna, og nú miðjar Jóhanus Olsen í fyrsta lagi eftir at fáa einar seks pólsk­ ar fiskimenn umborð á línu­ skipini, sum hann er reiðari á. Tað er felagið Ocean Wide Føroyar, sum stendur aftanfyri arbeiðið at fáa útlendsku fiskimenninar heim til Føroya. Ocean Wide arbeiðir í nógvum ymiskum londum og ger eitt seriøst arbeiði við at útvega útlendska arbeiðs­ megi, har tørvur er. ­ Eg havi skilt, at póllend­ ingarnir, sum hava siglt við línuskipinum Gullbergi, hava roynst væl, og at fel­ agið hevur verið væl nøgt við hesar menn. Jóhannus vísir á, at tá ið felagið Ocean Wide stendur aftanfyri hetta átak, er trygd fyri, at menninir eru væl egnaðir til tað arbeiði, sum teir koma higar til lands at gera. ­ Vit mugu bara síggja í eyguni, at soleiðis, sum umstøðurnar eru í Føroyum í dag, tørvar okkum styrk til at manna línuskipini. Við støðugari og góðari mann­ ing, fer arbeiði umborð eis­ ini at fella lættari hjá før­ oysku fiskimonnunum, og saman um tikið kann hetta eisini føra við sær, at tað verður hugaligari at sigla, eins og inntøkan verður meira støðug. Reiðarin sigur, at hann er sera væl nøgdur við før­ oysku fiskimenninar umborð á skipunum, sum hann er reiðari á. ­ Sjálvandi vildu vit ynskt, at vit kundu mannað øll okkara skip við føroysk­ um fiskimonnum, men tað er ógvuliga trupult í dag. Vit hava snøgt sagt ikki nóg mikið av fólki, sum í løtuni vilja støðast í hesi vinnu á sjónum. Reiðarin sigur, at tað í fyrsta lagi er Ocean Wide Føroyar, sum avgreiðir viðurskiftini fyri felagið, bæði tað at finna fiski­ menninar og samskiftið við innlendismálaráðið. ­ Vit eru til hjálpar, tá tað er neyðugt. Annars syrgir felagið fyri hesum fyri okkum, leggur hann aftrat. Positivari nú Johannus heldur, at inn­ lendismálaráðið skilir betri trupulleikarnar við vantandi arbeiðsmegi í dag og vísir størri vælvild nú enn áður. ­ Men eg haldi, at tað framvegis tekur ov langa tíð at avgreiða hesi viður­ skifti. Teir seks pólsku fiski­ menninir, sum ætlandi skulu verða við til at manna hesi línuskipini á Toftum, koma til Føroya um hálvan august, um alt gongur, sum ætlað. ­ Skipanin er hon, at menninir kunnu arbeiða í Føroyum í tríggjar mánaðir í senn, og síðan skulu teir heimaftur, men teir kunnu koma aftur, um brúk fram­ vegis er fyri teimum tá. Reiðarin heldur, at tað hevði verið betri, um útlendsku fiskimenninir kundu verið longri í Før­ oyum í senn heldur enn, at nýggir menn koma heim at loysa av. ­ Men vit arbeiða við einum skifti, har tað eru teir somu menninir, sum ganga aftur, soleiðis at teir betur kunnu venja seg við umstøðurnar og læra teir, sum við eru, betur at kenna, sigur Jóhannus Olsen, reiðari. Upp og niður Væntandi er, at hetta árið hjá línuflotanum sum heild verður heldur lakari enn árið fyri, men fer seinna hálva at roynast hampilig, fæst raksturin kanska so dánt at hanga saman. Fleiri pólskir fiskimenn umborð á línuskip Mascot er seinasta línuskipið av fýra, sum Jóhannus Olsen, reiðari og aðrir hava keypt. Her stendur hann undir liðini á einum av sínum skiparum, Virgari Hentze (t.h.)