Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-07-31, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 31. juli 2007síða 13

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 145 - 31. juli 2007 13 viðmerkingar Sat og lurtaði eftir ólavs­ søkurøðu løgmanns, og sat játtandi til eina væl fram­ bornað røðu. Hon var væl disponerað byrjandi við góðum hugflogi um ólavs­ søkuna og yvirtøkuna av kirkjumálum. Rætt at mark­ era, at endaliga er komið á mál við hesi yvirtøku. Nát­ úrligt er eisini, at løgmaður, nú valskeiðið er so gott sum at enda komið, tekur saman um tað, sum avrikað er hesi næstan 4 árini. Tað, ið hann segði, er rætt, sjálvt um eg ikki ivist í, at andstøðufólk í mongum førum fara at hava onnur sjónarmið, tá tey skulu umrøða fleiri av teim málum, sum løgmaður var so glaður fyri at hava loyst. Her hugsi eg til dømis um yvirtøkulógina. Yvirtøkur Júst tá tað snýr seg um yvirtøkur haldi eg, at ov lítið er komið av skafti. Tá Løgtingið nú kann yvirtaka so gott sum øll mál, uttan loyvi frá dønum, so átti meira at veri hent á hesum øki. Fólkakirkjan ella kirkju­ mál er í fokus, tí hendan yvirtøkan er galdandi júst frá í dag av. Men ómetaliga drúgv tíð hevur gingið. Sjálvt um alt skal fyrireik­ ast, skal tó máti vera við, hvussu nógva tíð fyrisiting­ in nýtir til at avgreiða mál­ ini. Leingi hevur verið sagt, at vinnulóggávan skal yvirtakast, men nú verður sagt, at tað hendir 1. januar 2008, og tá er hetta valskeið­ ið lokið. Eitt málsøki, sum fyri langari tíð síðani átti at verið yvirtikið, er útlending­ amálið. Men einki røkist fyri hesum. Tvørturímóti verður arbeitt við, hvussu­ leiðis danska útlendingalóg­ in skal umsitast í Føroyum. Her átti arbeiðsorkan at veri brúkt øðrvísi. Í heila tikið eigur nógv meira at vera arbeitt við yvirtøkum, nú yvirtøkulógin er veruleiki. Ein komandi samgonga eigur at prógva, at hendan lóg er meira enn bert ein “skuffulóg”. Upphitaður búskapur Løgmaður nevndi, at bú­ skaparaktiviteturin skal tálm­ ast, tí hann er heitur. Hann nevndi tó einki ítøkiligt um, hvussu hetta skuldi gerast. Eg giti, at hetta verður eitt “heitt” evni, tá orðaskiftið um løgmannsrøðuna verður mikudagin og hósdagin. Tað er rætt, at skjót gongd er á búskapinum. Tað hevur mangar orsøkir. Nakað kem­ ur av, at primera framleiðsl­ an í landinum er stór. Síðani er eisini sekundera framleið­ slan stór, serliga byggiaktivi­ teturin. Tað hevur eisini loyst seg enn betur at arbei­ ða, tí skattatrýstið hevur verið minkandi. Síðani hava lánimøguleikarnir hjá privat­ um verið góðir. Tað hevur umframt bygging og nýtslu eisini økt um húsaprísirnar, sum hjá seljarum hava frí­ givið likviditet og hjá eigar­ um annars økt um frívirðini og harvið lánimøguleikar. Likviditeturin í samfelag­ num er eisini øktur nógv við at útlendskir lániveitarar eru komnir á marknaðin, t.d. Kaupthing, eins og aðrir hava veitt likviditet til føroy­ sku peningastovnarnar fyri at supplera teirra útlán, sum eru økt væl meira enn inn­ lánini. Ein partur av inntøk­ unum hjá fólki og vinnulív­ inum fer til skatt og onnur gjøld. Hesin fer stórt sæð út aftur til almenna nýtslu hjá landskassa og kommunum. Seinastu árini er heldur meira komið inn hjá al­ mennu kassunum, enn tað er farið út, men tað munar ikki rættiliga enn. Tann nógvi aktiviteturin hevur havt við sær størri tørv á arbeiðsmegi. Hetta kann aftur hava við sær trýst á lønarlagið og vaksandi inflatión. Soleiðis kann vísast á nógvar orsøkir til og fylgir av av upphitaða búskapinum, men ikki er altíð líka lætt at gera av, hvat ið er orsøk, ella hvat ið er avleiðing. Tað ræður tí um hjá avvarandi stovnum og myndugleikum at fylgja við í gongdini og hava upplýsingar um gongdina. Teir stovnar og myndugleikar eg hugsi um eru fyrst og fremst: Fíggjarmálaráði, Hagstovan, Landsbankin, Búskaparráðið og eisini privatu peninga­ stovnarnir. Kommunurnar, í øllum færum tær størru, eiga eisini at fylgja væl við. Tann politiski myndug­ leikin, Fíggjarmálaráðið og Landsstýrið, hevur størstu ábyrgdina av at fylgja gongdini og meta um, um neyðugt er við tiltøkum. Løgmannsrøðan hevði einki boð um tiltøk. Men fíggjar­ málaráðharrin hevur sein­ astu dagarnar havt eini tvey boð. Nú havi eg tey bert frá fjølmiðlunum, men tey eru, at Sandoyartunnillin verður útsettur, og at skattafrádrátt­ urin hjá fiskimonnum verð­ ur avtikin. Nú hava politisku mynd­ ugleikarnir nógv atlit teir skulu taka, og tí skal eisini ansast eftir, at møgulig tiltøk til bata fyri nakað ikki gera tað verri fyri okkurt annað ella heildina. Heilt greitt er, at avtøka av fiski­ mannafrádráttinum fær ongar positivar avleiðingar, men tvørturímóti bert kemur at virka negativt fyri okkara primervinnu, sum hóast alt framvegis hevur alstóran týdning. Spurningurin um Sandoyar­ tunnillin skal síggjast í einum nógv størri saman­ hangi. Her snýr tað seg um eitt byggiarbeiði, sum kost­ ar góðar 100 mió. kr. um árið í eini 5­6 ár. Saman­ hildið við onnur byggi­ arbeiði yvir sama tíðarskeið, t.d. Skálafjarðartunnil, Stórutjørn, nógva privata húsabygging, bygging av almennum bygningum, vegum og øðrum tunnlum v.m., sum tilsamans snúgva seg um minst eina milliard árliga komandi árini, so er hetta lutfallsliga ikki so stórt projekt. Leggjast skal afturat, at tað er sjálvur byggiaktiviteturin og ikki fíggingarhátturin, sum hitar búskapin upp. Havast má í huga, at í politikki ræður um at hava atliti til allar partar av landi­ num og útbyggja landið við skili. Tað er einki at ivast í, at um Sandoyartunnnillin ikki verður gjørdur, so “forfellir” Sandoyggin. Serliga nú aftaná, at Sand­ oyafólk hava roknað við honum og síggja fram til, at hann verður veruleiki. Hinvegin, verður hann gjørdur, so hava vit erfaring frá til dømis Vágum, at vit fáa heilt nýggjar møgu­ leikar í einum tí besta partinum av landinum til bæði búseting og vinnulív og kanska eisin eina ferð í framtíðina alment virksemi, sum til dømis ein flogvøll. Út frá einum “cost benefit” sjónarmiði loysir tað seg tí sera væl at fáa tunnillin til Sandoyar gjørdan. Tað er avmarkað, hvussu nógv almenn stýring kann vera við “upphitingini” av búskapinum. Men nakað kann gerast. Tann mongdin av íløgum, eg nevndi frammanfyri kann partvís avmarkast við beinleiðis politiskari viðtøku, men kann eisin diskuterast við teir, sum hava ábyrgdina av íløgunum. Ein ávís stýring kann eisini vera av kommu­ nunum. Ein almenn “upp­ hitingarkelda” sum blokk­ stuðulin kann eisini koma við í orðaskifti. Fíggjarlógin sjálv er væl tað mest upplagda amboði hjá lands­ stýrinum. Nakað má avmark­ ast har. Annars er ikki bara talan um tálming. Tá arbeiðsmegi vantar, ræður um at innflyta arbeiðsmegi. Her kann talan bæði vera um at fáa føroyingar heim­ aftur, men eisini útlend­ ingar. Tí ræður um at fáa útlendingalógina yvirtikna sum skjótast. Jú fleiri íbúgvar eru í landinum, tess størri rúm er fyri økonomiskum vøkstri. Føroyar eitt valdømi Eitt annað mál, sum løg­ maður nam við í røðu síni, ar Føroyar sum eitt valdømi. Hann tók undir við hesum, men samstundis segði hann sum rætt er, at slíkt kann ikki gjøgnumførast í brá­ skundi. Í heila tikið eri eg bilsin um, at løgtingsfor­ maðurin ætlar at gjøgnum­ føra eina so radikala broyitng av valskipanina tveir mánaðar áðrenn val, meðan tað tekur fleiri ár, hvørja ferð eitt málsøki skal yvirtakast Her er eingin samanhangur í. Annars eri ikki samdur við løgmann í, at eitt slíkt mál skal til fólkaatkvøðu. Hví skulu tættfólkaðu økini avgera, um Sandoyafólk og Vága­ fólk skulu hava loyvi at hava tvey umboð á tingi. Tað vil í øllum førum vera sera ódemokratiskt. Uppskotið um stjórnarskipan Fyri at koma aftur til mál, sum taka langa tíð at við­ gera. Stjórnarskipanarnevnd­ in hevur arbeitt í mong ár við sínum uppskoti, og hevur handað løgmanni hetta valaverk fyri meira enn hálvum ári síðani. Síðani kastar løgmaður tað niðan í tingið í eina nevnd, sum í stóran mun hevur verið við til arbeiðið frammanundan. Hetta sera týdningarmikla mál kundi verið viðgjørt í tinginum í vár og avgreidd til fólka­ atkvøðu, soleiðis at nývalda tingið kann samtykkja tað og seta í gildi í 2008. Her hevur løgmaður gjørt eitt stak vánaligt arbeiði, og um tingið ikki avgreiðir málið nú í heyst, so hevur tað veruliga syndað móti Før­ oya fólki. Skommin kemur at vera hjá tinginum, men skaðin verður Føroya fólks. Løgmannsrøðan 2007 – afturlítandi og væl framborin, men... Jógvan SundStein Tað spurdist um dagarnar (av óvart?), at okkara lands­ verkfrøðingur, Oyvindur Brimnes, hevur latið sínum og okkara alra landsstýris­ manni í samferðslumálum, Bjarna Djurholm, eitt til­ mæli um at lata Skálafjarðar­ tunnilin fíggja Sandoyar­ tunnilin. Hetta tí at Skála­ fjarðartunnilin gevur eitt so stórt fíggjarligt og sam­ felagsbúskaparligt avkast, at hann saktans, umframt at fíggja seg sjálvan, kann fíggja hin tunnilin við. Á tann hátt, sigur Oyvindur við Bjarna, kann Sandoyar­ tunnilin gjøgnumførast uttan at kosta almennu Føroyum, skattaborgaranum og landskassanum, eitt oyra. Oyvindur heldur enntá upp á, at tað er hansara skylda at kunna landsstýris­ mannin um henda fantas­ tiska møguleika. Einki hokus pokus – ella hvør rindar nú hvat? Hvat merkir tað, tá sagt verður, at Skálafjarðartunnilin kann geva ovurstórt avkast og milliardir í yvirskoti yvir eitt áramál og tískil eisini kann fíggja aðrar milliarda­ íløgur enn seg sjálvan? Í veruleikanum er spurn­ ingurin ógvuliga einfaldur, nevniliga at samanbera eina nýggja og betri farleið (Skálafjarðartunnilin) við verandi farleið, har koyrt verður norður í Sundalagið og gjøgnum Norðskála­ tunnilin. Jú størri munurin í kostnaði er fyri brúkaran millum verandi farleið og eina nýggja, jú størri verður fíggjarliga avkastið við at gera ta nýggju. Mett verður, at Skála­ fjarðartunnilin fer at kosta úti við eina milliard krónur. Tað eru ikki smápengar, men hóast tað fer hann at spara brúkaranum aðra milli­ ardaupphædd, samanborið við tað, hann rindar í dag. Hvat rindar brúkarin so fyri í dag, og hví hevur tann ábyrgdarfulli landsstýris­ maðurin, og tann ikki minni ábyrgdarfulli landsverkfrøð­ ingurin, ikki fyri langari tíð síðani gjørt okkurt muna­ gott fyri at bøta um henda ovurdýra flutningsháttin? Í veruleikanum vísir hetta einfalda roknistykki, at brúkarin í dag rindar meira enn dupult so nógv, sum neyðugt fyri at verða fluttur úr einum stað í annað. Meirkostnaðurin fer, nakað fýrakantað sagt, fyri stóran part til at sita tímavís í einum bili (túsund tals bilum hvønn dag) og brenna stórar og óneyðugar nøgdir av bensini upp í royk at dálka náttúruna við. Fyrr var ein væl virkandi ferjuleið millum Skála­ fjørðin og høvuðsstaðin. Men hon skuldi fyri alt í verðini jarðast. Eftir at hon var vorðin pínd niður yvir langa tíð, so eingin nytta var eftir í henni til endans, eydnaðist tað landsstýris­ manninum at sannføra løgtingið um, at hon mátti niðurleggjast, tí tað var nógv betri einans at brúka farleiðina eftir vegnum. Vegurin var jú har kortini, og hvat skuldi brúkarin so við nakrari aðrari farleið? Hvar var landsverkfrøð­ ingurin, tá hetta varð gjørt, hansara samfelagssinni og skylda at upplýsa lands­ stýrismannin um øll við­ komandi viðurskifti – til dømis greiða honum frá, at henda loysn í veruleikanum kostar brúkaranum og samfelagnum milliardir av krónum yvir eitt áramál? Tí tað ger hon jú. Hetta er nevniliga tann grund­ leggjandi fyritreytin fyri, at roknistykkið við einum nýggjum Skálafjarðartunli sær so gott út, sum tað ger. Tí verandi farleið er so ovurhonds nógv dýrari fyri brúkaran enn, um hann “bara” skal gjalda fyri ein tunnil millum Skálafjørðin og Suðurstreymoy. So nógv dýrari, at tað enn­ tá væl kann loysa seg fyri brúkaran at betala bæði fyri sín egna tunnil og ein tunnil til Sandoyar heldur enn fyri at brúka verandi leið. Men er tað rímiligt? Er tað rímiligt, at pilka okkum brúkarar av Skálafjørðinum og her um vegir út úr samfelagsrúgvuni og álegg­ ja okkum einsamøllum at gjalda fyri eina samferðslu­ íløgu til ein heilt annan part av landinum? Hetta skal ikki skiljast soleiðis, at vit eru ímóti einum undir­ sjóvartunli til Sandoyar, men skulu vit nú til at gjalda bæði fyri okkum sjálvi og onnur, bara tí at vit longu hava goldið alt ov nógv vegna tann førda politikkin tey nógvu seinastu árini? Um nú eingin Norðskála­ tunnil var, og vit tí í dag skuldu koyrt allan vegin norður um Eiðisskarð til og frá høvuðsstaðnum, hevði roknistykkið við Skála­ fjarðartunlinum sæð upp aftur betri út. Skuldi tað tá verði álagt okkum einsamøllum eisini at gjalda fyri ein undirsjóvartunnil til Suðuroyar? Landsstýrismaðurin og landsverkfrøðingurin hava hesi árini, teir hava rátt fyri borgum, havt allar møgu­ leikar sjálvir at komið við uppskotum um aðrar loysnir enn ta verandi, men tað hava teir ikki gjørt. Hví hava teir ikki tað? Nú løgtingið greitt hevur víst, hvat tað vil við hesi farleið og hevur givið lands­ stýrismanninum eina uppgávu í tí sambandinum, mugu vit vóna, at hann og hansara landsverkfrøðingur virða løgtingið so mikið, at teir seriøst arbeiða fyri at fremja løgtingsins vilja og ikki handan tjøldini arbeiða við eini heilt aðrari dagsskrá. Martin v. HeineSen Hvat ætla Bjarni og Oyvindur?