Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-07-31, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 31. juli 2007síða 14

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 Nr. 145 - 31. juli 2007 Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. nøvn SAMBAND MAgNuS guNNArSSoN MAggi@SoSiAluriN.fo tlf 341800 fAx 341801 Framsýningin í Kommunu­ skúlanum heldur áfram til og við sunnudagin 5. august. Stóra myndaframsýningin av millum­ og realskúla­ næmingum frá 1916­66 hjá Jórunn Dánjalsdóttir í Kommunuskúlanum í Havn hevur verið væl vitjað á ólavsøku og heldur fram alla hesa vikuna til og við 5. august. Jórunn sigur, at møguleiki er eisini fyri at ogna sær myndir. Umframt myndirnar er eisini ein framsýning av tekningum, sum næmingar við Jákupi Kjeld sum lærara teknaðu fyri umleið 50 árum síðan ­ litríkar og kreativar tekningar. Opið er soleiðis: 30. til 31. juli frá kl. 15–20, 1. til 4. august kl. 10­20, og sunnudagin 5. august frá kl. 15­20, tá framsýningin endar. Realskúlaframsýningin heldur áfram Tann 2. aug. verður mamma okkara, Friðgerð Hansen, 70 ár. Mamma varð borin í heim í Syðrugøtu sum nr. 5 av 10 systkum. Foreldur hennara vóru Erika og Høgni Lómstein. Í hesum stóra systkina­ flokki vaks mamma upp. Hóast nógv arbeiði var at gera bæði úti og inni, varð eisini tíð til leik og spæl. Mamma og systkin hennara hava mangan havt á munni tann kærleika og umsorgan, tey kendu í barnaheimi teirra. Sum ung genta fór mamma til Havnar at arbeiða. Fyrst í húsplássi og síðan sum gongsgenta á sjúkrahúsinum. Seinni fór hon til Fuglafjarðar at arbeiða hjá kommunulækn­ anum. Fyrst hjá Jacob Høj­ gaard og seinni hjá Emmu. Tað var um hetta mundið, í seinnu helvt av 50­unum, at mamma og pápi funnu saman. Pápi okkara, Kristi­ an Hansen, var fuglfirðingur, sonur Petru og Hans Petur Hansen. Tey giftust 29. novembur í 1958 og settu búgv úti á Land í Fuglafirði. Vit systk­ ini blivu 7 í tali. Hans Petur f. 1959, búsitandi í Svøríki, Páll f. 1960, búsitandi í USA, Høgni f. 1962, búsit­ andi í Fuglafirði, Erikka f. 1963, búsitandi í Fuglafirði, Anna f.1965­1968, Randi f. 1967, búsitandi í Havn og lítli beiggi f. 1968 og sum bert bleiv 6 dagar gamal. Pápi var til skips øll tey fyrstu árini, so tað var mamma, sum tók sær av heimi og børnum. Í 1970 fekk pápi sær bát og fór at rógva út. Hetta starvið dámdi honum sera væl, og hóast heilsuveikur tey seinastu árini, so ernaðist hann upp, tá ið hann slapp á flot. Sein­ asti túrur hansara í bátinum, var bert fáar dagar áðrenn hann andaðist, tann 25. mai í 2001, 74 ára gamal. Mamma og pápi eru farin ígjøgnum ymiskar royndir í lívi teirra. Hans Petur og Erikka eru bæði tunghoyrd og máttu tí til Havnar í skúla, hann bert 4 ára gamal og hon bert 6 ára gomul. Fyrstu árini komu tey bert heim í feriunum, og tí var gott at vita sær, at tey vóru í góðum hondum hjá Edith og Óla Hendrik av Fløtum og seinni hjá Ninnu og Arna Vatnhamar. Tá ið ferða­ sambandið betraðist, komu tey heim hvørt vikuskifti. Anna, sum var fjølbrekað, mátti sum ½ árs gomul send­ ast til Danmarkar á stovn. Í hesi sera truplu støðu, vóru Helen og Hilmer Hansen, sum búðu niðri, til ómetaliga hjálp. Tey vitjaðu hana regluliga og vóru sum faðir og móðir fyri hana, til hon andaðist gott 3 ára gomul í sept. í 1968. Hetta var ein hørð tíð, tí í juni sama ár høvdu vit mist lítla beiggja, sum bert bleiv 6 dagar gamal. Hetta vóru svárar royndir, men mamma og pápi løgdu alt í Guds hond og megnaðu at liva lívið víðari. Vit børnini minnast aftur á ein sera eydnuríkan barn­ dóm. Tey fyrru árini, tá ið pápi var til skips, vóru vit sera nógv í Syðrugøtu hjá abba, sum var blivin einsa­ mallur. Hetta vóru góðir dagar, har fjøra, sandur, áin, ja alt bygdarlagið var okk­ ara spælipláss. Vit minnast á nógvar góð­ ar dagar í haganum. Á sumri varð ofta farið í hag­ an tíðliga sunnumorgnar. Vit høvdu breyð til seyðin og okkurt gott til okkum at leska okkum við. Í ungdómsárum okkara, har sinnið mangan kann vera viðkvæmt, var mamma ein sera góður stuðul. Á ein still­ isliga hátt hjálpti hon okkum við tí, ið vit høvdu upp á hjarta. Mamma og pápi gleddust, tá ið heimið var fult av ungfólki, og mong eru tey, ið seinni hava sagt, at tey kendu seg so vælkomnan í heim okkara. Mamma kom til trúgv á Jesus sum smágenta, og á vári í 1973 kom pápi til trúgv. Tey hava bæði havt sína dagligu gongd í samkomuni í Siloa, og hóast einsamøll nú, kemur hon trúfast til møt­ ini. Arbeiðið á Zarepta hevur altíð staðið hennara hjartað nær. Nærum á hvørjum sumri hevur hon verið og hjálpt til, tey fyrru árini sum leiðari og seinni í køkinum. Mamma eigur 14 ommu­ børn, 8 í USA, 2 í Svøríki, 4 í Føroyum og 1 langommu­ barn í USA. Hon hevur fleiri ferðir verið í bæði USA og Svøríki og vitjað. Hon hevur fingið sær teldu, og nú sam­ skiftir hon við børn og ommu børn í gjøgnum telduna. Ommubørnini, ið búgva her í bygdini, elska at sleppa út á Land til ommu. Tey kenna à sær, hvussu glað hon er fyri hesar vitjanir. Tá ið børnini eru sjúk, ella brúk er fyri barnagentu, er mamma altíð klár at rætta eina hjálpandi hond. Góða mamma. Tað er við stórum takksemi til tín og pápa, at vit systkini kunnu líta aftur á farnar dagar. Takk fyri tað góða og trygga heim okkum untist at vaksa upp í. Takk fyri allan kær­ leika og umsorgan, sum tú framvegis hevur fyri okkum øllum. Til seinast fara vit at ynskja tær hjartaliga til­ lukku við hesum stóra degi og Harrans signing í tíðini, ið kemur. Heilsan børnini Fríðgerð Hansen 70 ár Tøkk Hjartaliga takka vit øllum tykkum, sum á ymiskan hátt sýndu samkenslu, tá ið okkara høgt elskaði maður, pápi, verpápi, abbi, bróður og svágur Jóhannes pauli Grønagarð vanliga nevndur Hanni Palli ættaður úr Tjørnuvík, búsitandi í Havn andaðist og varð jarðaður. Tøkk til Sverra Steinhólm fyri troystarrík orð í Kapellinum. Tøkk til Sonju Klein, prest, kirkjutænarar, sangarar, berarar, gravarar. Tøkk til tykkum, sum hjálptu til heima hjá okkum, og við jarðarferðina og ervinum. Tøkk til B7 fyri tíðina hann var har. Tøkk fyri blómur, kransar, heilsanir, uppringingar og peningagávu til Javna. Tøkk til tykkum øll, sum fylgdu honum til hansara seinasta hvíldarstað. Familjunnar vegna Sofía, Magnus Pauli, Petur, Kirstin og Elsa Saknurin er stórur! Takk fyri kærleika, umsorgan og ógloymandi minnir! Tøkk Hjartaliga takka vit øllum, sum vístu samkenslu og hjálpsemi í stóru sorg okkara, tá elskaði pápi, sonur, ommusonur, bróðir, svágur og gubbi okkara Jónhard Johannesen Skála so brádliga varð tikin frá okkum. Takk til Jógvan Fríðriksson fyri vøkur og troystarrík orð í kapellinum og í kirkjuni. Takk til kirkjutænarar, sangarar, berarar og gravarar. Takk til Charlottu, Óla Hans, Jonu og Ólav fyri vakran sang í kirkjuni. Hjartaliga takk øll tit, sum hjálptu til við ervinum, floksfelagar og onnur. Takk fyri vitjanir, uppringingar og heilsanir. Hjartaliga takk til skúlan og barnagarðin fyri tykkara stóru hjálp og umsorgan. Takk fyri blómur, kransar og peningagávur til dreingirnar. Hjartaliga takk øll tit mongu, sum fylgdu honum til hansara seinasta hvíldarstað. Familjunnar vegna Magnus, Dávid og Hanna Sonja, Petur Jacob, Mia, Hallgerð, Kári og Mirjam