týsdagur 31. juli 2007síða 15
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 145 - 31. juli 2007
15
Andlát og jarðarferðir
nøvn
Leygardagin 28. juli andaðist Marin Kristina Wang,
Hvalba, 81 ára gomul. Jarðarferðin verður lýst
seinni.
Fríggjadagin 27. juli, andaðist Martin Petersen,
Kambsdalur. Jarðarferðin verður hósdagin 2.
august klokkan 14. Tey, ið vilja minnast Martin,
kunnu lata børnunum eina gávu, konta í Eik.
Andlát og jarðarferðir
Hósdagin 26. juli fylti Páll á Reyna
túgvu 40 ár. Páll er løgtingsmaður og
borgarstjóri á Sandi.
Páll er ættaður av og búsitandi á
Reynatúgvu á Sandi. Foreldrini eru
Ada og Niels á Reynatúgvu, Pápin
doyði í 1982, tá ið Páll var 14 ára
gamal. Ada og Niels fingu fýra børn:
Niels Jacob (1951), Anna (1953),
Hanna (1959) og Páll (1967). Niels
Jacob, sum var lærari á Meginskúl
anum, doyði longu í 1983. Anna býr á
Sandi, og Hanna býr í Skálavík.
Eftir samfelagsmálsligt students
prógv í Hoydølum í 1988 arbeiddi
Páll hjá J&K Petersen, Strandferðsluni
og á Landssjúkrahúsinum. Í 1993 var
hann
útbúgvin
fysioterapeutur
í
Århus, og í 1997 diplomfysioterapeutur
innan leiðslu og undirvísing. 199397
var Páll nevndarlimur í felagnum Før
oyskir Fysioterapeutar.
Síðani 1998 hevur Páll umboðað
Tjóðveldisflokkin í Sandoyar valdømi
í Løgtinginum. Fyrsta skeiðið var
hann formaður í trivnaðarnevndini.
Nú er hann limur í fíggjarnevndini. 6.
juni 2002 og til 5. desember 2003 var
Páll landsstýrismaður í almenna
málum.
Á nýggjárinum 2001 gjørdist Páll
borgarstjóri á Sandi. Ta ábyrgdina
hevur hann røkt síðani burtursæð frá,
tá ið hann var landsstýrismaður.
Í politikki er Páll ógvuliga avgjørdur
– bæði sum umboð fyri Sandoyar val
dømi og sum tjóðveldismaður. Hann
er kringur í politiska orðaskiftinum
og sum røðari í øðrum høpum, og tað
hoyrist, at hann hevur lisið nógv og
hevur stóra almenna vitan.
Páll er giftur Kristinu fødd Jóhanne
sen. Hon er dóttir Ásleyg og Óla F.
Johannesen í Húsavík. Tey eiga fýra
børn: Ása (1998), Ida (2000), Niels
(2005) og Óli (2006). Kristina J. á
Reynatúgvu er sjúkrarøktarfrøðingur
og starvast sum leiðari í eldratilhald
inum Hugnin á Sandi.
Páll er óðalsmaður. Jørð lá barna
heimið og til heimið hjá konuni, og
Páll og konan hava keypt afturat undir
Fjalli á Sandi. Pálli dámar væl at fáast
við seyð, honum líkar væl at vera í
náttúruni og at fáast við hoyggj, fjal
gongu, fletting og alt tað, sum hoyrir
fenaðinum til.
Páll er ítróttarmaður um ein háls.
Hann kom á besta liðið hjá B71 longu
í 1983. Hann var við til at lyfta B71 úr
3. og upp í 1. deild, har hann í 1989
var ein av miðvallarstuðlunum á góða
meistaraliðnum hjá sandoyingum.
Fimm ferðir hevur Páll verið á fót
bóltslandsliðnum. Fyrsta ferðin var á
útivølli ímóti Belgia 22. mai 1993.
Eingin ivi var um fótbóltstalentið,
men her, sum í øllum øðrum viður
skiftum, hevur áræðið og viljin eisini
havt stóran týdning hjá Pálli, sum
fríggjakvøldið hevði opið hús á
Reynatúgvu.
J
Páll á Reynatúgvu 40 ár
Ein stovnur í støðugari
menning. Hvørt ár vitja eini
2500 fólk lesistovu og á
framsýningum, sum savnið
skipar fyri.
Fyrsta juli í ár vóru 75 ár
liðin síðan Landsskjalasavn
ið varð sett á stovn. Stovn
urin, sum heldur til í fýra
ymiskum húsum, í Havn,
hevur skrivstovu í gomlu
Postmeistarahúsunum í
V.U.Hammershaimbsgøtu
24 á Debesartrøð
Endamálið hjá stovninum
er at savna, varðveita, skipa
og at røkja øll søgulig skjøl
og keldur.
Umframt at stovnurin
sjálvur
ger
uppsøkjandi
arbeiði, koma fólk eisini og
handa savninum skjøl.
Landskjalasavnið hevur
stórar goymslur. Kongsbók
in, frá 1298, er elsta savn
indi, ið er varðveitt á savn
inum, ið eisini goymir øll
embætsissøvn hjá bæði før
oyskum og ríkssmyndug
leikum. Savnið hevur m.a.
kort, brævaskifti, tekningar,
mikrofilmar og filmar í
varðveitslu.
Landsskjalasavnið hevur í
dag, eftirlit við umleið 15
kilometur langari røð av
almennum skjølum, sum
eru í varðveitslu á ymsu
stovnum kring í landið. Har
afturat veitir savnið ráð og
vegleiðing til feløg og privat
virki um bygnað og um
hvussu skjøl teirra verða
varðveitt á besta hátt.
Øll kunna koma á Lands
skjalalasavnið, og biða um
loyvi
at
síggja
skjøl,
Umframt nógvar munnligar
og skrivligar spurningar,
vitja eisini nógv fólk lesi
stovuna. Stórsti partur av
hesum eru fólk, sum fáast
við ættargransking og ættar
søgu.
Landsskjalasavnið fer at
hátíðarhalda 75 ára dagin
við stórari ráðstevnu, í
Norðurlandahúsinum,
fríggjadagin 31. august og
leygardagin 1. september
2007.
Landsskjalasavnið 75 ár
Landsskjalavørðurin og løgmaður við Kongsbókini. Bókin er sera viðkvom, og ikki er loyvt at
nerta bókina uttan í hanskum
Dagurin
11. august. Hermann. Einki kent halgimansnavn, men
er komið upp í álmannakkan í staðin fyri Tiburtius.
Lesið
- so eru tit við
Kunngjørt verður fyri ætt, vinum og kenningum, at
okkara kæri maður, faðir, sonur og bróður
Martin Petersen
Kambsdalur
andaðist fríggjadagin 27. juli, 45 ára gamal.
Jarðarferðin verður hósdagin 2. august kl. 14 úr
Fuglafjarðar kirkju.
Familjunnar vegna
Kona, børn, systkin og foreldur
Tey, ið vilja minnast Martin, kunnu lata børnunum eina gávu.
Konta í Eik
Tøkk
Øllum teimum mongu, sum á ymiskan hátt
mintust meg á mínum 80 ára føðingardegi
takki eg hjartaliga
Heilsan
Palma Dal-Christiansen
Starvsdagur
1. august 2007 hevur
Steen J. Pedersen, Argir
starvast í 25 ár hjá
elfelagnum SEV sum kað
al og linjumeistari og
deildarleiðari.