Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-07-31, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 31. juli 2007síða 16

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 145 - 31. juli 2007 tíðindi Hósdagin í seinastu viku var móttøka á Shell í samband við, at Heðin Samuelsen bæði hevði 20 ára starvsdag og sín seinasta starvsdag. Heðin gjørdist nevniliga 67 ár seinasta heyst, og hevði eftirlíkað at halda áfram til nú. Starvið hjá Heðin hevur sambært telefonbókina verið ”bunkertraderi”, og hetta merkir, at tað er hann, sum hevur skipað fyri avgreiðsluni av olju til skipini. Heðin hevur frammundan millum annað starvast á Skipafelagnum og á Líkn­ ingarráðnum, og hansara seinasta arbeiðspláss var so Shell. Tað vóru fleiri røður hildnar fyri Heðin. Millum annað av Hákun Djurhuus, fráfarandi stjóra, og Erlingi í Liða, marknaðaleiðara á Shell. Heðin hevur havt nógv við skip at gera, og vegna tey hevði Sonni Johannesen orðið. Ummælið, sum Heðin fekk frá øllum, var sera gott. Hann hevur verið ein framúr álitismaður. Tað hevur altíð verið møguligt hjá skipunum at fáa hendur á honum, um tað var dagur ella nátt, gerandis ella heilagt. Slíkt beinasemi skapar álit, sum man hava verið Shell til stóra nyttu. Heðin hevur havt mong onnur áhugamál. Hann er trúgvur B36­ari. Hetta er í hvussu er hugaligt í ár, nú teir liggja so væl fyri í kappingini. Hann hevur áhuga fyri samfelagsáhugamálum, og hann hevur eina greiða støðu í poltikki. Men tá Sosialurin er politiskt óheftur, lata vit hansara flokk liggja!! Heðin er eisini áhugaður fyri søgu, og her hava vit báðir havt eina verkætlan saman. Abbi Heðin, Nortan Nielsen, úr Sumba, var ein teirra, sum doyði við einum báti á Riddaranum í 1927. Í 2003 varð skipað fyri eini ferð út á Fagranes sunnan­ fyri Lamganes, har henda vanlukkan hendi. Samstund­ is var skipað fyri einum minningarhaldi í kirkjuni á Seyðisfirði. Hetta merkti eisini, at samlaða søgan um hesa vanlukku kom uppá prent í FF­blaðnum, og hava vit báðir tískil givið eitt íkast til okkara fiski­ mannasøgu. Tað skal vera merkiligt, um vit ikki koma at frætta meira frá Heðin, eisini á hesum økinum. Vit vóru við til samkom­ una og hava nakrar myndir. ó. Heðin Samuelsen farin av Shell Hákun Djurhuus heldur røðu fyri Heðin Her er Heðin saman við børnum, verbørnum og abbabørnum: Frá vinstru aftanfyri: Hans Petur, Barbara, Heðin, Rudi, Teitur Frammanfyri: Bjørk, Hugin, Gilli, Vár, ódoyptur beiggi og Brandur Tað var nógv fólk komið saman. Millum onnur Hildigunn og Mortan Johannesen, sum eru kundar hjá Shell. Tey bæði hava júst havt 70 ára føðingardag, og ynskja vit teimum tillukku. Millum tey sæst John Danielsen frá SEV, sum er ein heilt stórur kundi hjá Shell Ein av røðarunum var Sonni Johannesen, skipari