týsdagur 31. juli 2007síða 21
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 145 - 31. juli 2007
21
tíðindi
Tíðindi frá føroyska
jamboreeliðnum
Leygarmorgunin 28. juli
2007 komu føroysku skót
arnir til heimsjamboree’ina,
sum verður hildin í Ong
landi. Eftir innskriving á
einum gomlum flogvølli í
nánd
av
leguplássinum,
vórðu
liðini
víst
uppá
pláss.
Jan á Argjaboða, ið er lið
leiðari í Munin, greiðir frá,
at ferðin úr Skotlandi hevur
gingið væl, men øll vóru
sera móð eftir at hava sitið í
bussinum í 10 tímar.
Munin hevur fingið pláss
í undirleguni FJORD, með
an Hugin hevur fingið pláss
í undirleguni JUNGLE.
Setanin
Áðrenn setanina samlaðust
skótarnir í undirlegunum,
haðani teir við enskum
riddarum á odda gingu
teinin til ARENA, har setan
arhátíðarhaldið fór fram.
Kl. 13.30 byrjaði hátíðar
haldið við fýrverki. Dans
arar vístu eyðkenni fyri teir
fýra partarnar av Stóra
bretlandi Skotland, Wales,
Nordurírland og England.
William prinsur og hertogin
av Kent vóru hjástaddir. Í
heilsu síni legði hertogin
dent á, at hetta varð høvi
hjá ungdómi at læra onnur
fólkasløg at kenna og hvønn
týdning hetta hevur fyri at
skapa frið í heiminum.
Hertogin bar eisini skótu
num
heilsu
frá
ensku
drottningini.
Fallskýggjaleyparar dal
aðu av himni vid flagginum
hjá
alheimsskótarørsluni,
sum síðani varð vundið á
stong sum tekin um at 21.
heims jamboree’in var sett.
Skótalógin og skótalyftið,
ið eru felags eydkenni fyri
allar skótar, vórðu lisin upp
av tveimum ungum luttaka
rum, Dan úr Onglandi og
Hannah frá Morocco.
Setanin endaði vid góðum
tónleiki og rundan um
føroysku luttakararnar sóust
skótar úr Libanon og Ísreal
taka í hondina á hvør
øðrum, áðrenn skótarnir av
sínum eintingum fóru at
dansa í longum røðum vid
ungarum, japanum, amerik
anum
og
føroyingum
millum hvør annan.
Heima á leguøkinum
Sunnudagin 29. juli 2007,
varð nýttur til at innrætta
heimið komandi 10 dagar
nar. Fleiri tjøld vórðu sett
upp, so allir skótarnir kundu
hava eitt rúmligt innivist og
fløgg, myndir og annað
prýði varð sett upp, ið kann
lýsa Føroyar fyri hinum
skótunum.
Skótarnir vóru til virk
semi á undirleguni og rigg
aðu sær búnarnar til við
jamboreemerkinum.
Ólavssøkan varð ikki ser
liga sjónlig, men skótarnir
ynsktu hvør øðrum góða
ólavsøku
og
leiðararnir
samlaðust eina løtu at práta
og hugna sær.
Seinasta nýggja
30. juli 2007/DRH
Oda og Erika saman við
hinum úr MUNIN hava í
dag verið til STARBURST
virksemi. Tær fóru tíðliga í
morgun vid bussi til Stan
sted bý, har tær hava málað
toilettini á einum skúla
(ljósareyð, grøn og lilla
farvað) og tær hava verid á
gonguferd runt í býnum.
STARBURST hevur sum
endamál at gera samfelags
sinnið, ið skótarørslan legg
ur dent á, ítøkiligt. Somu
leiðis er endamálið við
STARBURST at vísa skótu
num, hvat kann røkkast við
at starva saman.
Á leguplássinum í undir
leguni JUNGLE, har MUN
IN heldur til, er norður
lendsk vinarlag. Føroysku
skótarnir
hava
leguøki
saman við grønlendskum
skótum og hóast føroysku
og grønlendsku patruljurnar
gera mat hvør í sínum lagi,
er alt at rokna sum eitt lið.
Altjóða
vinarlagið
er
eisini sjónligt. Sunnanfyri
býr eitt skótalið úr Portugal
og
eystanfyri
býr
eitt
skótalið úr Korea.
Vit fóru at vitja á legu
plássinum hjá skótunum úr
Korea. Won Young Choi
greiðir frá, at flestu skótar
nir í teirra liði eru úr Seoul.
Tey fóru heimanifrá 24. juli
og hava ferðast við flogfari
umvegis
Hongkong
til
Onglands.Skótavirksemið
hjá teimum fevnir m.a. um
at kava, fjallaklintring, k
renning og gonguferðir. Tey
hava vanliga skótafund aðru
hvørja viku. Annars eru tey
sera spent í at vera komin á
eina so stóra legu.
Komu til jamboreeína á ólavsøku
Samfelagstænasta og vinalag
Føroyska skótaliðið HUGIN klárt at fara til setanina
Mathilda úr MUNIN seymar jamboree-merkið á búnan
Undir setanini varð skótalógin lisin upp á enskum og fronskum
Ra-On Kim og WOn Young Choi saman við skótavinum úr
grannaliðnum frá Korea
Oda og Erika framman fyri eitt tjald hjá grannaliðnum úr
Korea