Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-07-31, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 31. juli 2007síða 22

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22 Nr. 145 - 31. juli 2007 tíðindi Formaðurin í Málstevnunevndini, Árni Dahl, skilur ikki uppáhaldið um, at málslig happing fær føroyingar at aftra seg við at orða seg á føroyskum. - Fólk hava ongantíð skrivað so nógv alment, sum nú, sigur Árni Dahl Málkjak Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Í sambandi við útgávuna av bókini Føroya mál á manna munni, eftir André Niclasen, hava rættiliga nógvar atfinningar verið at hoyrt móti almenna málpolitikk­ inum. Millum annað verða tey, ið sigast umboða hend­ an politikk, ákærd fyri at happa tey, sum ikki málbera seg »rætt«. Úrslitið er, at fólk missa sítt málsliga sjálvsálit og tískil halda uppat at orða seg alment, verður sagt. Fínt við provokerandi málbók Spurdur um hetta eru atfinningar, Málstevnu­ nevndin fer at taka til sín, sigur formaðurin Árni Dahl, at fyrst er neyðugt at rudda onkra misskiljing av vegnum. Hann vísir á, at í kjakinum er tað tann sokallaði almenni málpolitikkurin, sum stendur fyri skotum. ­ Men vit hava jú ongan almennan málpolitikk í Før­ oyum. Tað var júst tí Mál­ stevnunevndin varð sett – fyri at gera uppskot til ein almennan málpolitikk, sig­ ur Árni Dahl. Sjálvur hevur hann ikki lisið bókina, Føroya mál á manna munni, sum hevur elvt til aktuella kjakið. Hinvegin heldur hann tað vera fínt, um hon veruliga er so provokerandi, sum sagt verður. ­ Onkursvegna umboða bókin og kjakið sjónarmið, sum er livandi millum fólk. Og jú fleiri sjónarmið koma fram, jú betri og áhugaverd­ ari verður kjakið, sigur Árni. Happing ella rættleiðing Men uppáhaldið er also framvegis, at málsliga rák­ ið, sum hevur valdað seinnu árini, hevur ført til málsliga happing. Her heldur Árni Dahl tað tykjast sum, at onkur hevur hug at blanda hugtøkini happing og rætt­ leiðing. ­ Sjálvandi skalt tú rætt­ leiða, um fólk ikki duga at málbera seg. Tað er, sum við einum og hvørjum øðr­ um faki, tú skalt læra. Eg vóni eisini, at André Nicla­ sen hevur rættleitt sínar næmingar í týskum og russ­ iskum, tá teir hava bent okkurt orð skeivt, sigur Árni, sum onki veit um, at fólk hava fingið varandi undirlutakenslur av at verða rættleidd í skúlanum. At málsliga happingin hartil skal vera so útbreidd, at fólk aftra seg við at orða seg alment, heldur Árni ikki vera í tráð við veruleik­ an. ­ Eg veit ikki, hvørjum heimi fólk, við hasi, fatan liva í. Veruleikin er jú, at føroyingar ongantíð hava skrivað so nógv alment, sum nú. Hygg inn á kjak. fo. Tað man vera besta dømi um mest fjølbroytta og livandi almena kjak, vit nakrantíð hava havt, sigur Árni, sum eisini heldur nógvu lesarabrøvini prógva, at fólk hava bæði hug og dirvið at orða seg alment. Uppskot ávegis Uttan mun til, um fólk vilja kalla tað happing, so tví­ heldur Árni um, at neyðugt er at rættleiða fólk, tá tørvur er. Havandi í huga, hvussu nógvar milliónir verða brúktar til skúlaverkið, er tað hugstoytt at síggja, hvussu lítlan ómak fjølmiðl­ arnir tykjast gera sær máls­ liga, heldur hann. ­ Vit kunnu bara fegnast um, at 9. flokkarnir í ár fingu eitt framúr gott úrslit, men hvat nyttar tað, um brotið verður niður í hinum endanum samstundis, spyr Árni, og sipar til stóru ávirk­ anina, fjølmiðlarnir hava. Sjálvur vónar hann, at tað skjótt fer at eydnast at styrkja Málstovuna, ið veit­ ir málsliga ráðgeving. Tað fer í øllum førum at vera eitt av fylgitilmælunum í uppskotinum frá Málstevnu­ nevndini til ein almennan málpolitikk. Uppskotið til almennan málpolitikk í Føroyum skal vera liðugt í seinasta lagi 31. desember, tá tíðin, ið er avsett til uppgávuna hjá Málstevnunevndini, er úti. Hóast nevndin er komin rættiliga langt í sínum arbeiði, fæst Árni Dahl ikki at avdúka stórvegis um, hvat vit kunnu vænta okkum av uppskotinum. ­ Vit hava býtt arbeiði upp í fýra øki, og saman­ dráttirnir fyri ymsu økini eru skrivaðir. Eg og skriv­ arin eru í ferð við at orða samlaða tilmælið, men enn er tað ikki lagt fyri allar limirnar. Tí vildi tað verið skeivt at farið at almanna­ kunngjørt tað nú, sigur Árni Dahl. Fólk hava ongantíð skrivað so nógv sum nú Privata parkeringin í Klaksvík er til so stóran ampa fyri ferðsluna, at fólk hava fingið bræv fra komununi um at parkera á egnum øki Ferðsla Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Nú um dagarnar fingu fólk í Klaksvík, ið búgva framvið vegnum, áminn­ ing frá ferðslunevndini hjá Klaksvíkar Kommunu um at parkera bilarnar inni á egnum grundøki. Ampi fyri ferðsluna Hóast nógv fólk í býnum hava stór øki kring húsini, er heilt vanligt, at tey parkera sínar bilar úti á vegnum fram við garðin­ um ella havanum. Privata parkeringsóskilið í Klaks­ vík hevur leingi verið til stóran ampa fyri ferðsl­ una. Ikki minst, tí parker­ aðu bilarnir gera tað nær­ um ógjørligt at varnast spælandi børn. Í brævinum verður mint á, at sethús, bygd eftir 1981, skulu hava pláss fyri í minsta lagi tveimum bilum á egnum grundøki. Har fleiri enn tveir bilar hoyra til húsið, verður somuleiðis heitt á fólk um at gera pláss fyri teimum inni á egnum øki. Letur tað seg ikki gera, verða tey biðin um at parkera á almennum parkerings­ plássum. - At happa og at rættleiða er ikki tað sama. Eg veit onki um, at fólk hava fingið varandi undirlutakenslur av at verða rættleidd, sigur Árni Dahl, formaður í Málstevnunevndini Klaksvík: Parkerið á egnum grundøki