týsdagur 31. juli 2007síða 24
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
24 tíðindi
Nr. 145 - 31. juli 2007
Hóast toruveður og
trý sera frek æl, so
var ólavsøkuhaldið
á Bryggjuni í Keyp
mannahavn bæði væl
vitjað og væl eydnað.
Ólavsøkubólkurin í
Keypmannahavn hevði
skapt eina skrá, ið savn
aði nógvar føroyingar
og nakrar danir
Ólavsøka
Niels Uni Dam
nielsuni@sosialurin.fo
Myndir: Karin Heinesen
Veðrið í danska høvuðsstaðn
um hevur ikki verið nakað
serligt seinastu vikurnar, og
sum so var hetta vikuskiftið
ikki øðrvísi. Donsku veður
guðarnir løgdu líka í, um før
oyingar
ætlaðu
sær
at
hátíðarhalda ólavsøkuna, og
veðrið ólavsøkuaftan var tí
av tí mest lumpisliga. Toru
skýggini hingu tung yvir
Keypmannahavn og ikki
færri enn tríggjar ferðir vóru
so ógvislig æl, at einasti
møguleiki hjá ólavsøkugest
unum var, at leita sær inn
onkrastaðni at kroka.
Hans Petur í Brekkunum
var ein av fyriskiparunum.
Sum stjóri í Føroya Húsinum
í Keypmannahavn er Hans
Petur limur í ólavsøkubólkin
um, ið umframt hann sjálvan
er mannaður við umboðum
úr føroysku feløgunum í
Keypmannahavn. Hans Petur
greiður frá, at ólavsøkan í
Keypmannahavn, sum heild
var sera væleydnað. Nógv
fólk var komið saman, longu
tá setanin var, og sum dagurin
leið komu alt fleiri. Veðrið
var sum so ikki so galið,
hóast trý sera frek æl vóru
seinnapartin. Tær løturnar
tað regnaði nýttu fólk høvi at
fara inn í teltið at fáa sær ein
bita ella til at fara inn í
sjálvan Bryggju bygningin at
hyggja at framsýningini hjá
Zachariasi Heinesen.
Regnaði gandin
burtur
Regnið órógvaði tó eitt av
tiltøkunum, gandakallurin
Magnus Tryll skuldi vísa
síni kynstur fyri yngru
ólavsøkugestunum, júst tá
tað eina ælið byrjaði. Hann
gjørdi
enn
eina
roynd
seinni, men tá fór aftur at
regna. Gandakallurin skuldi
víðari til Týsklands at
ganda, hann fekk ikki bíða
longur
og
avlýsti
tí
framførsluna á Bryggjuni.
Hetta var sjálvandi
harmiligt, men hini tiltøkini
vóru øll hildin. Har vóru
røða við Eyðuni Johannesn
og eisini ein banda røða, ið
Heðin Mortensen hevði
sent niður til Keypmanna
havn. Tiltøk sum konsertin
hjá Simma og ólavsøku
dansurin vóru útseld, og
fólk tyktist at hugna sær,
sigur Hans Petur.
Kappróður í
Keypmannahavn
Ólavsøkugestirnir í Keyp
mannahavn fingu eisini
ólavsøkukappróðurin við.
Yvir alnetið varð útvarpanin
av føroyska kappróðrinum
varpað niður til Keypmanna
havn, har tað varð spælt í
hátalarunum á Bryggjuni.
Kappróður var eisini á
sjónum
við
Bryggjuna.
Hesin róður við føroyskum
bátum var tó mest ætlaður
sum framsýning av før
oyskum kappróðri.
Serliga forkunnugt var
hja føroysku útisetunum at
fáa føroyskan mat so sum
turran fisk og ymiskan
viðskera.
Um kvøldið ólavsøkuaft
an varð skipað fyri mið
náttarsangi.
Tórshavnar
kommuna hevði sent ársins
sanghefti til føroyska mið
náttarsangin niður til Keyp
mannahavn og sungið var
úr teimum. Eina løtu mitt í
sanginum var steðgur hildin
og skipað var fyri fýrverki.
Róligur sunnudagur
Ólavsøkudagur byrjaði við
guðstænastu í Christians
kirkjuni nærhendis Bryggj
uni. Bergur Jacobsen før
oyski presturin í Keyp
mannahavn
prædikaði.
Hendan dagin vóru heldur
færri fólk, men hesi fingu
høvið eitt nú at hugna sær
við horntónleiki.
Í ár var sum nakað nýtt
skipað fyri ólavsøkukonsert
27. juli, júst eins og í Føroy
um. Tað vóru kvæðarokkar
nir Týr, ið fóru á pall, og
hetta var sera væleydnað.
Tað var ikki sjálvur ólav
søkubólkurin, ið skipaði
fyri hesi konsert, men ístað
in Bryggjan sjálv.
Saknaði ikki Havnina
Hans Petur sjálvur er úr
húsi rættiliga mitt í Havnini,
har ólavsøkan á hvørjum
ári verður hildin við manér.
Tí var tað ein nýggj upp
living hjá Hans Peturi at
halda ólavsøku í Keyp
mannahavn. Men hann held
ur ikki, at hann hevði tíð til
at sakna føroysku ólavsøk
una.
Eg havi satt at siga einki
fingið við, eg hevði somikið
nógv um oyrini við at fyri
skipa, at eg ikki so frætt
sum hoyrdi røðuna hjá Eyð
uni Johannesen. Eg helt tað
vera stuttligt at fyriskipa,
og hevði ikki tíð til at leingj
ast heim. Eg havi uppliva
so nógvar ólavsøkur í Havn,
at tað ger einki um eg eisini
slapp at uppliva hetta, sum
er nokkso nógv øðrvísi.
Listaverk hjá føroyska listamanninum Zachariasi Heinesen
vóru sýnd fram inni í gomlu pakkhúsunum
Ólavsøka í toruveðri
Kát Horn um allan heim
Útgávan Káta Hornið hjá Teiti er bert givin út á fløgu í
Norðurlondum, men nú fæst hon um allan heim á online
tónleikasøluni itunes. Frammanundan fáast tær báðar Teitur
fløgurnar Poetry & Aeroplanes og Stay Under The Stars á
itunes, ið er heimsins størsti tónleika download handil. Men
nú kunnu kinverjar, ganesarar, fraklendingar og perubúgvar
eisini downloada Teit á føroyskum.
Chase á alnetinum
Føroyski hardrokkbólkurin Chase hevur ikki latið hoyrt
frá sær í fleiri ár, men nú er bólkurin aftur aktuellur, ikki
við fløguútgávu, men við síni egnu myspace síðu.
Bólkurin, ið seinast gjørdi comeback í 2001 við fløguni
Sum Tjóvur á Nátt, boðar á síðuni myspace.com/wechase
frá, at teir tosa saman og gera ætlanir. Á síðuni ber til at
hoyra løg av báðum útgávunum Chase og Sum Tjóvur á
Nátt.
Sum eitt nýtt tiltak
var í ár skipað fyri
Ólavsøkukonsert í
Keypmannahavn
27. juli
Fitt av fólki var komið saman
á Bryggjuni ólavsøkuaftan