týsdagur 31. juli 2007síða 25
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
25
tíðindi
Nr. 145 - 31. juli 2007
Nú Summar Festi
valurin nærkast,
eru tað nógvar
fyrireikingar, ið
skulu gerast. Eitt av
støðunum, ið arbeiðir
undir hátrýsti í
løtuni er Norðoya
Kunningarstova, ið
millum annað tekur
sær av tjaldingini á
festivalinum
summar
festivalurin
Petur Háberg
Á Norðoya Kunningarstovu
verður arbeitt til seint út á
kvøldarnar í hesum døg
um:
Vit hava havt meiri enn
nokk at gjørt seinastu tveir
mánaðirnar, men tað er
serliga nú í seinastuni, at
tað veruliga hevur staðið á.
Vit byrja klokkan átta um
morgunin og fara ofta ikki
heim fyrr enn klokkan nærk
ast midnátt, sigur Maiken
Stenberg, ið er leiðari á
kunningarstovuni.
Tey ungu sleppa
at larma
Umframt at taka sær av
bátunum, ið koma á vitjan,
so hevur Norðoya Kunning
arstova eisini alla tjalding
undir hond:
Vit vænta okkum eini
200300 tjaldarar. Talan
verður um ymisk øki til
ymisk fólk. T.d. so verður
familjuøkið tætt við festi
valplássi, soleiðis at tað
ikki er so langt at ganga hjá
børnum. Tey ungu fáa eisini
sítt pláss, har tey kunnu
larma og vera tey, sum tey
eru.
Meðan allir vanligu gist
ingarmøguleik arnir, sum
t.d. summarhús, íbúðir og
‘bed and breakfast’, langt
síðani eru farnir, so ber
framvegis til at fáa tjald
ingarpláss:
Tað eru eini 100 tjald
ingarpláss eftir, men tað
eru bara nøkur fá av teim
um, ið eru á familjuøkinum.
Sum sagt, so liggur familju
økið inni í býnum, so har er
rættiliga avmarkað pláss.
Vanligu
tjaldingaplássini
liggja eitt sindur longri
burtur frá festivaløkinum.
Húsvognainnrás
Rullandi húsvognar møta
eisini fjølmentir:
Eg haldi, at vit høvdu
millum 2030 húsvognar á
Summar Festivalinum í fjør.
Í ár vænta vit umleið 90
húsvognar, so hetta er uttan
iva heimsmet í Føroyum,
sigur ein skemtandi Maiken,
ið tekur longu arbeiðsdag
arnar við einum smílið:
Hóast tað er tíðarkrevj
andi og strævið, so er tað
hugaligt at vera partur av
einum so stórum tiltakið.
So nógv fólk eru í gongd og
fáa tað upp at koyra. So
dagarnir eru langir, men
góðir hóast alt. Kanska man
ikki fær allan festivalin við,
men okkurt vóna vit at
hoyra.
Í fjør gjørdi mjørkin
Summar Festivalin
avbjóðandi fyri
frásøgumannin
Sjúrða Skaale, men
royndi undirhaldarin
dámdi væl
upplivingina, ið hann
helt vera stuttliga,
serliga tí nærum alt at
enda eydnaðist.
summar
festivalurin
Niels Uni Dam
nielsuni@sosialurin.fo
Aftur í ár verður tað Sjúrður
Skaale, ið verður frásøgu
maður á stóra pallinum á
Vágsbøi, tá Summar Festi
valurin verður um viku
skiftið. Sjúrður var eisini
frásøgumaður í fjør, og
hetta var sambært honum
ein stuttlig uppliving.
Tað var stuttligt, mjørkin
gjørdi, at tað alla tíðina var
nær við at miseydnast. Onk
ur bólkur sat í Kastrup frá
klokkan 8 um morgunin,
onkur endaði í Íslandi, onk
ur endaði í Noregi og onkur
endaði bæði í Íslandi og
Noregi, og so varð eitt eyka
flogfar sett inn. Alla tíðina
var tað ein balansa millum
succes og fiasko, men í
flestum førum koppaði tað
rætta vegin, og tá var tað
stuttligt. Humørið var eisini
høgt alla tíðina. Tað var
stuttligt, tá Johnny Deluxe
skuldi á pallin og Roger
Hodgson samstundis kom
við tyrlu flúgvandi yvir kon
sertøkið, meðan útgerðin
hjá honum kom við rasara
bili úr Vágum. Sjálvt um
konsertin við Hodgson ikki
endaði fyrr enn um fimm
tíðina sunnumorgunin, so
eydnaðist tað, og kendist
tað gott at standa har og
hoyra hann, ikki tí tað var
tann
tónleikaliga
besta
konsertin, men humørið var
høgt, greiður Sjúrður frá.
Royndi undirhaldarin og
frásøgumaðurin ræðist ikki,
at skula á pall framman fyri
10.000 áskoðarum.
Nei, tað er einki pro
blem. Eg havi fyrireikað
meg við at lesa eitt sindur
uppá um bólkarnar, og tað
uppgávan er ikki so trupul,
tá alt riggar. Tann veruliga
avbjóðingin kemur tá okk
urt ikki riggar.
Langir, men góðir dagar
Martin Joensen á Fjarðafestivalin
Yngsti festivalurin í Føroyum boðar frá, at Martin Joensen verður millum teirra, sum
framføra í Skálabotni í summar. Hóast Martin ongantíð hevur lagt lok á, hvat hann
trýr, so er tað ikki so nógv í kristnum høpi, at hann hevur verið sæddur. Tí verður tað
serliga spennandi at hoyra, hvat hann fer at framføra á Fjarðafestivalinum, sum er frá
23.25. august. Les meiri um festivalin á www.fjardafestival.com.
- Vit hava ymisk tjaldingarøki til ymisk fólk. Tey ungu fáa eitt øki, har tey kunnu vera ung og
larma, sigur Maiken Steinberg, leiðari á Norðoya Kunningarstovu
Savnsmynd
Sjúrður Skaale gjørdi sítt til,
at góða lagið ongantíð gjørdist
ringt á Summar Festivalinum
í fjør
Mynd: Niels Uni Dam
Sjúrður Skaale gleðir seg