týsdagur 31. juli 2007síða 26
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
26
Nr. 145 - 31. juli 2007
tíðindi
Vestmannaoyingar
mugu brynja seg
við góðum toli,
tí teir fáa ongan
undirsjóvartunnil í
hesum umfari
SamferðSla
Árni Joensen:
arni@sosialurin.fo
Fríggjadagin
jarðaði
íslendski samferðslumála
ráðharrin, Kristján L. Möll
er allar vónir hjá fólkinum í
Vestmannaoyggjunum um
ein undirsjóvartunnil mill
um oyggjarnar og megin
landið.
Nakrar dagar framman
undan hevði stjórnin fingið
eitt
upprit
frá
einum
verkfrøðingafelag,
sum
hevði roknað seg fram til,
at tað fer at kosta millum
fimm og átta mia. krónur í
okkara pengum at gera ein
undirsjóvartunnil
út
í
Oyggjarnar. Felagið gjørdi
tó vart við, at tað er ivasamt,
hvussu skilagott tað er at
gera ein tílíkan tunnil,
soleiðis sum tey jarðfrøð
iligu viðurskiftini har á
leiðini eru.
Og tað vóru júst kostn
aðurin og tann jarðfrøðiligi
ivin, sum gjørdu, at uppritið
varð lagt í eina skuffu í
samferðslumálaráðnum
í
Reykjavík.
Ístaðin
fyri
hevur ráðharrin lovað vest
mannaoyingum fleiri ferju
túrar inn á meginlandið.
Vestmannaoyingar
eru
misnøgdir við avgerðina
hjá
stjórnini
at
leggja
tunnilsætlanina til viks í
fyrstu atløgu. Elliði Vignis
son, borgarstjóri, sigur við
Morgunblaðið, at tilboðið
um fleiri ferjufewrðir mill
um Oyggjarnar og megin
landið nøktar ikki tørvin,
og tí vónar hann, at stjórnin
fer at kanna tunnilsætlanina
nærri og at taka hana fram
aftur seinni.
Fáa ongan
tunnil á
hesum sinni
Kristján L. Möller,
samferðslumálaráðharri,
hevur lagt ætlanina um
undirsjóvartunnil til viks
(Mynd: Alþingið)