týsdagur 31. juli 2007síða 27
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 145 - 31. juli 2007
27
tíðindi
SAMBAND
jákup Mørk
jAkup@SoSiAluriN.fo
tlf. 341800
ítróttur
Svimja
um Nóls
oyarfjørð
Tíggjunda árið á rað
verður skipað fyri
stuðulssvimjing til
frama fyri svimjihyl
í Nólsoy
Svimjing
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Svimjingin um Nólsoyar
fjørð hevur í nógv ár
verið á ovastevnu, sum er
annað vikuskiftið eftir
ólavsøku. Og soleiðis
verður aftur í ár.
Talan er um tveir teinar,
sum kunnu svimjast. Van
liga teinin, har byrjað
verður niðan fyri hjá
radioamatørunum, og er
tann teinurin 4.000 metr
ar. Hin teinurin er 1.000
metrar, og tá verður
byrjað úr báti, sum liggur
út fyri Nólsoyar bygd.
Fyri at fáa alt at ganga
sum best og at tryggja, at
trygdin er í lagi, møtast
øll hjá radioamatørunum
kl. 14.30. har kunnað
verður um tiltakið og
aðrar fráboðanir, ið skulu
til, verða givnar.
Klokkan 15.30 leypa
tey, ið svimja 4.000 metr
ar, á bláman yviri við
Strond við Stóradam,
niðanfyri hjá radioama
tørunum. Tey, ið svimja
1.000 metrar, fara sam
stundis í bátarnar og sigla
til startmálið, har tey
byrja svimjingina uml. kl
16.30.
Málið hjá báðum bólk
um
er
Heiðursportrið
niðri á keiuni í Nolsoy.
Um svimjari kemur á
land aðrastaðni, er neyð
ugt at renna seinasta
teinin. Samarittar eru við
á ferðini um fjørðin, at
ansa eftir og nólsoyingar
taka ímóti og hjálpa
svimjarunum tá komið er
upp á land.
Íslendsku eigararnir
av West Ham sigast
hava áhuga í at keypa
størsta íslendska
fótbóltsnavnið. Og
tosið verður ikki
avvíst av spælaranum
sjálvum
Fótbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Seinasta árið hevur Eidur
Smári Gudjohnssen spælt
fótbólt í Barcelona. Men
har hevur tó verið alt annað
enn lætt at vinna sær fasta
spælitíð. Og við keypinum
av Henry verður tann upp
gávan neyvan lættari í ár.
Og
við
íslendskum
eigarum í West Ham var
skjótt, at tosað varð um, at
eitt felagsskifti stóð fyri
framman. Eitt skifti, sum
ikki verður avvíst av pápa
Eidur, Arnór, sum sjálvur
var ein av stinnastu spælar
unum,
sum
íslendingar
nakran tíð hava átt.
Eidur er skaddur í løtuni,
og fyrst og fremst ræður
um hjá honum at koma fyri
seg. Men hann umhugsar
sjálvandi allar møguleikar,
sum hann hevur, sigur
Arnór við enska SkySport.
Eg havi hoyrt um áhugan
frá West Ham, men har
hava so ikki verið nakrar
samráðingar enn. Men tað
er heilt víst nakað, sum
Eidur vildi hugsað um, nú
talan er um íslendskan
eigaraskap í felagnum, sig
ur Arnór, sum eisini er um
boðsmaður hjá soninum.
Vilja ikki selja
Um talan verður um nakran
handil, fer tíðin so at vísa.
Men í løtuni er støðan so
tann, at Barcelona hevur
lítlan hug at selja 28 ára
gamla áleyparan.
Teir hava sagt, at tað fyrst
og fremst er upp til Eidur
sjálvan, hvat hann ynskir at
gera. Og teir vilja sum so
ikki forða honum, um hann
ynskir at sleppa úr felagn
um. Men teir siga eisini, at
teir eru fegnir um at hava
hann í felagnum, sigur
Arnór, sum eisini leggur
dent á, at hvørki hann ella
sonurin
hava
stórvegis
skund við at leggja framtíð
ina til rættis.
Eidur Smári hugsar
um West Ham
Michael Rasmussen
hevur stevnt Rabo
bank eftir endur
gjaldin fyri inntøku
missin, sum upp
søgnin hevur ført við
sær
Súkkling
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Árins útgáva av Tour de
France gjørdist ein gøla av
teimum heilt stóru. Bæði tí
maðurin, sum leingi súkkl
aði í gulum, Michael Ras
mussen, varð koyrdur av
sínum liði vegna dopingill
gruna. Og ikki minst, tí
endaligi vinnarin, Alberto
Contador, eisini er komin
undir illgruna fyri doping
nýtslu. Í báðum førum tó
uttan at nakar teirra varð
testaður positivur.
Stevnt Rabobank
Danin, sum móti endanum
av kappingini varð tveittur
av liði sínum, hevur síðani
stevnd fyrrverandi arbeiðs
gevara sínum, hollendska
Rabobank. Hevði Rasmus
sen súkklað til Paris í gul
um, vildi hann her og nú
forvunnið á leið 10 milliónir
krónur í premium, bonus
skipanin og sponsorpeng
um. Hartil skal roknast við,
at hann uttan iva hevði havt
sera góð kort á hondini, tá
samráðast
skuldi
um
nýggjan sáttmála.
Tí hevur Rasmussen gjørt
av, at stevna Rabobank,
men sjálvur metir Rasmus
sen ikki, at málið nakran
tíð finnur veg fram til
rættin.
Eg rokni ikki við, at talan
verður um rættarmál. Eg
meti tað meira sannlíkt, at
báðir partar ynskja at loysa
málið í friði og náðum, og
at vit tí finna eina semju,
áðrenn tað kemur somikið
langt, sigur Rasmussen við
danska TV2.
Kenslurnar
telja ikki við
Hóast hann soleiðis hevur í
hyggju at skora fíggjarliga
partin, sum hann misti í
farnu viku, so staðfestir
Michael
Rasmussen,
at
hann ongan tíð kann fáa
endurgjald fyri sálarliga
kostnaðin av hendingini.
Eg varð tikin úr kapp
ingini, tá eg var vísur í, at
eg hevði vunnið. Og tann
kenslan er nakað, sum eg
ongan tíð fái endurgjald
fyri, sigur hann.
Og lítil ivi er um, at Ras
mussen kundi vunnið. Á
seinastu
fjallaetapuni
í
Pyreneunum trampaði hann
undan Contador móti sein
asta fjallatindinum, og við
hesum vann hann sær eina
leiðslu, ið nærum ikki
kundi missast aftur. Í buss
inum fekk hann tó at vita,
at leiðslan í felagnum ætl
aði at taka hann úr kapping
ini, og so hjálpti tað annars
lítið, at súkklarin sjálvur
helt, at hetta ikki var rætt.
Vil hava 10.000.000 í endurgjaldi
Michael Rasmussen var neyvan komin av súkklu sínari eftir seinasta etapusigurin, áðrenn
fjølmiðlarnir vóru á kroppinum við spurningum um uppsøgnina frá Rabobank
Mynd: Polfoto/AP