mikudagur 1. august 2007síða 6
‹ fyrra síða allar 92 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
tíðindi
Nr. 146 - 1. august 2007
Løvubetong byggir
út, soleiðis at teir
kunnu fara undir
at framleiða betong
elementir. Íslendsku
eigararnir innflyta
frammanundan nógv
elementir til Føroya
VINNA
Rólant Waag Dam
rolant@sosialurin.fo
Tað var í novembermánaði
í fjør, at íslendingar keyptu
Løvubetong við Norðskála.
Tá segði nýggi eigarin, at
ongar broytingar komu her
og nú, men at ætlanir vóru
at vaksa um virksemi hjá
Løvubetong. Nú er greitt,
at virksemið verður útbygt,
soleiðis at Løvubetong um
eitt hálvt ár ella so, eisini
fer at framleiða betong
elementir.
– Vit útbyggja nú soleiðis,
at Løvubetong eisini verður
eitt elementvirkið, sum fer
at framleiða betongelement
ir. Væntandi stendur bygn
ingur liðugur um árskiftið,
so vit kunnu fara undir at
framleiða
elementir
tá,
sigur Regin Johannesen,
sum tók við sum stjóri í
junimánaði í ár.
Í løtuni er Løvubetong
betongblandistøð og sement
heilsøla, men fyrst í kom
andi ári fevnir virksemi
teirra ætlandi eisini um
framleiðslu av betongele
mentum.
Innflyta framman
undan til Føroya
Tað
er
íslendingurin
Þorvaldur Gissurarson, sum
keypti Løvubetong. Hann
er forstjóri í íslendsku
byggifyritøkuni TG Verk,
ið hevur umleið 200 mans í
arbeiði og hvørt virksemi
er vaksið nógv seinastu
árini. Av størru verkætlanum
teirra kunnu vit nevna, at
teir hava staðið aftanfyri
byggingina av prentsmiðjuni
hjá Morgunblaðnum, sum
er tann størsta í Íslandi.
Somuleiðis hava teir staðið
aftanfyri
byggingini
av
høvuðsskrivstovuni
hjá
orkuveitingini í Reykjavík
og størstu byggivørugoymsl
una, sum fyritøkan við
heitinum Húsasmiðjan lat
byggja.
TGVerk
eigur
eisini
stóra elementvirkið Ein
ingaverksmiðjan,
sum
frammanundan
innflytur
nógv elementir til Føroya.
Við at hava eitt elementvirki
í Føroyum spara teir pening,
umframt at teir koma inn á
ein markna, har stórur
eftirspurningur er.
Pisur og hægri lesnaður
Ungdómsdeildin hjá Eik við SMS verður týskvøldið 7.
august karmur um Pisudagin 2007. Hetta er eitt aftur
vendandi tiltak, sum Meginfelag Føroyskra Studenta
saman við Altjóða Skrivstovuni og Eik skipa fyri á
hvørjum ári, og er hetta tiltak ætlað teimum, ið ætla sær
undir hægri lesnað. Tiltakið byrjar kl. 19.30 og á
skránni vera framløgur frá teimum nýggju geografisku MFSnevndunum, sum saman
við Altjóða Skrivstovuni fara at greiða frá um ymisk praktisk viðurskifti, sum hugsast
skal um, tá farið verður undir hægri lesnað. Eftir framløgurnar verður tónleikur við
Høgna Reistrup umframt okkurt ábit, og møguleiki fyri at seta spurningar.
Hent heimasíða hjá lesandi
Føroyahúsið hevur fingið nýggja og snøgga heimasíðu. Har
verður greitt frá teim tiltøkum, ið eru á skránni, frá feløgum í
húsinum, frá virkseminum í húsinum annars og ein kann t.d.
eisini tekna seg at fáa tíðindabræv. Ikki minst er heimasíðan
hent hjá teimum, sum í hesum døgum leita sær til Keypmanna
havnar í lestrarørindum á fyrsta sinni. Hjá teimum er
ráðgevingin í ´húsinum óivað hent. Á sølutorginum ber
nevniliga til at keypa og serlja og har eru eisini íbúðir nevndar.
Tey, ið byrja útisetalív, kunnu leita á www.faroehouse.dk
Í løtuni er Løvubetong betongblandistøð og sementheilsøla, men fyrst í komandi ári fevnir virksemi teirra ætlandi eisini um framleiðslu av betongelementum
Mynd: Rólant Waag Dam
Løvubetong veksur virksemið