mikudagur 1. august 2007síða 7
‹ fyrra síða allar 92 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
tíðindi
Nr. 146 - 1. august 2007
- Sum heild kann
sigast um løgmans-
røðuna, at tann
stóra framgongdin
er komin ávísum
samfelagsbólkum ov
lítið til góðar, sigur
Sonja Jógvansdóttir,
samskiftisráðgevi
í Samtaki. Samtak
rósar løgmanni fyri
at nevna pensjónir,
tryggingarlóggávuna
og náttúruvernd í
røðuni, men sigur seg
m.a. sakna umrøðu
av javnstøðu og tað
skeiva kynsbýtið í
Føroyum
LØGMANSRØÐAN
Theodor E. D. Olsen
theodor@sosialurin.fo
Í dag byrjaði Løgtingið at
viðgera »frágreiðing løg
mans á ólavsøku«, sum
løgmansrøðan hjá Jóannesi
Eidesgaard eisini verður
nevnd.
Feløgini í Samtaki Før
oya Arbeiðarafelag, Havnar
Arbeiðsmannafelag og Før
oya
Fiskimannafelag
halda, at røða løgmans kann
býtast í tveir partar. Ein
jaligan og ein neiligan.
Sum heild ber til at siga,
at sambært Samtaki gjørdi
løgmaður meira burtur úr
»hvat« enn »hvussu«.
Røðan bar brá av, at løg
maður skuldi siga, hvat
hann hevur gjørt, sigur
Sonja Jógvansdóttir, sam
skiftisráðgevi í Samtaki.
Hon fegnast um, løgmað
ur nevndi, at Landsstýrið
fer at leggja fram lógarupp
skot um at tryggja tímalønt
um endurgjald fyri inntøku
miss í sambandi við fyrsta
sjúkradag hjá barni. Somu
leiðis sigur ráðgevin, at
Samtak tekur undir við at
skipa eitt vælferðarráð, og
at stig verða tikin á náttúru
og umhvørvisøkinum.
Úr Samtaki verður eisini
sagt, at tey gleðast um, at
Landsstýrið arbeiðir við at
loysa penssjónsspurningin,
men ov lítið ítøkiligt kom
fram um hetta í røðuni,
metir Sonja Jógvansdóttir.
Hon nevnir eisini, at talið
av ellis og røktarheims
plássum er hækkað, men
spyr samstundis, um hetta
kortini nøktar og samsvarar
við veruliga tørvin.
Harafturat rósar Samtak
løgmanni fyri at lova at
gera nakað við tryggingar
lóggávuna, at bøta um støð
una hjá einligum forsyrgj
arum og at koma við einum
familjupakka.
Vantandi javnstøða
og útgreining
av inntøkum
Hinvegin ljóðar frá Samtaki,
at tey veruliga sakna, at
javnstøða varð umrødd í
røðuni frágreiðingini hjá
løgmanni til tjóðina.
Hetta var løgið og sigur
nakað um, hvussu Lands
stýrið raðfestir, sigur Sonja
Jógvansdóttir um ta vant
andi umrøðuna av javnstøðu
í løgmansrøðuni.
Hon sigur seg eisini
undrast á, at spurningurin
um tær 2000 kvinnurnar, ið
»vanta« í hagtølunum í
Føroyum, heldur ikki varð
nevndur í røðuni.
Tað, sum eg ordiliga
sakni í røðuni, eru rokningar
av, hvat føroyingar tjena, og
um virðini verða rættvíst
býtt. Men kanska kann eitt
vælferðarráð gera hetta,
sigur Sonja Jógvansdóttir,
sum eisini nevnir skatta
viðurskiftini í Føroyum,
men ásannar, at her kunnu
fakfeløgini eisini taka í
egnan barm fyri ikki at hava
gjørt nóg nógv við hetta.
Men ov lítið ítøkiligt
varð sagt um skattaviður
skiftini, sigur hon.
Harafturat
er
Sonja
Jógvansdóttir ivasom um at
lata føroyska arbeiðsmarkn
aðin upp fyri útlendskari
arbeiðsmegi, sum løgmaður
róði fram undir í røðuni á
ólavsøku. Men eisini her
viðgongur hon, at fakfeløg
ini eiga at taka í egnan barm
og nevnir m.a., at fakfeløg
ini eiga at at upplýsa um
fakfelagsviðurskifti, rætt
indi og skyldur á føroyska
arbeiðsmarknaðinum. Hesi
eru evni, ið útlendingar
kunnu verða lítið tilvitaðir
um.
Ynskilisti eftir valið
Eitt annað, ið Samtak metir
merkir føroyska samfelagið
sum heild, er, at lógaverkið
er afturútsiglt í mun til
okkara grannalond. Í hesum
viðfangi nevnir samskiftis
ráðgevin m.a. almannalóg
gávu og. t.d. forsorgar
lógina.
Men av tí at løgtingsval
skal haldast í seinasta lagi í
januar, væntar Sonja Jógva
nsdóttir, at Samtak eftir
valið fer at gera sum eitt nú
LO í Noregi og leggja fram
ein »ynskilista« við boðum
uppá, hvat fakfeløgini meta
treingir til ábøtur í sam
felagnum. Enn vil hon ikki
nágreiniliga siga, hvussu
ein tílíkur listi fer at síggja
út, men t.d. kundi øðrvísi
skattapolitikkur
verið
nevndur á einum slíkum,
greiðir Sonja Jógvansdóttir
frá.
Sum heild kann sigast
um løgmansrøðuna, at tann
stóra framgongdin er komin
ávísum
samfelagsbólkum
ov lítið til góðar, sigur
Sonja
Jógvansdóttir,
ið
heldur hetta serliga síggjast
aftur í almanna og skatta
lóggávuni.
Teimum veiku bólkunum
hevur Landsstýrið ikki tikið
sær so væl av, sigur sam
skiftisráðgevin í Samtaki at
enda.
Kári P. Højgaard,
formaður Sjálv-
stýrisfloksins sigur,
at ólavsøkurøða
løgmans var sum til
eina jarðarferð – alt
ov ljósareyð og uttan
hald í veruleikanum
LØGMANSRØÐAN
Rigmor Dam
rigmor@sosialurin.fo
Mynd: Jens Kr. Vang
Kári P. Højgaard, formaður
Sjálvstýrisfloksins,
sigur
við Sosialin at ólavsøkurøða
løgmans var at sammeta
við eina jarðarferð.
Hon var sera vøkur og
positiv, men manglaði real
istiskan sans, sigur Kári P.
Højgaard, sum vil vera við,
at løgmaður málaði eina
glastrimynd av veruleikan
um og avrikum samgong
unnar.
Eg kenni ikki hatta aftur,
sum løgmaður talar um,
sigur hann, og vísir eitt nú
ítøkiliga á uttanríkispolit
isku heimildarlógirnar, sum
hann ivast í dygdini av.
Eisini haldi eg, at løg
maður reingjar veruleikan,
tá hann hálovar búskaparligu
framgongdini. Hetta sam
stundis sum vit hava havt
ovurstórt hall á handils
javnanum í fleiri ár, og at
fíggingarmøguleikarnir hjá
fólki eru broyttir somikið
nógv, at alt ov nógv ferð er
á búskapinum, sigur Kári P.
Højgaard. Hann ynskir í
hesum sambandi, at løgmað
ur var meira ítøkiligur í
sambandi við hvussu ætl
anin er at tálma ovurheita
búskapinum.
Kári P. Højgaard sigur
seg eisini sakna greið viður
skifti innan fiskivinnupolit
ikkin, og sigur nýggju skip
anina við rullandi fiskiloyv
um hevur havt við sær
meira spekulatiónin enn
áður.
Samanumtikið ein alt
ov ljósareyð røða við lítlum
haldi í veruleikanum!
Lærarafelagið hús á Nesi
Stuðulsgrunnurin hevur 1. apríl í 2007 keypt eini hús á Nesi í Suðuroynni
fyri 550.000 kr. Tey eru í trimum hæddum: kjallarin, miðhædd og loft við
ávikavist uml. 55, 68 og 60 fermetrum. Grundøkið er 328 fermetrar.
Húsini eru upprunaliga bygd í 1902, men eru høvuðsumvæld í 19972005. Í
miðhæddini er inngongd, køkur, stova, baðirúm og trappa upp á loft, har 1
stórt og 2 smærri kømur eru umframt gongd. Í kjallaranum er vaski, fýr og
goymslurúm. Húsini standa sera vakurt í veðurgóðum, friðarligum og
barnavinarligum umhvørvi og hava frálíkt útsýni. Við tíðini er ætlanin, at
fleiri hús skulu verða keypt, so at limir felagsins kunnu hava fleiri tilboð
ymsa staðni í Føroyum, skrivar Føroya Lærarafelag á heimasíðu síni.
Samtak saknar javnstøðu í løgmansrøðuni
Javnstøða og øðrvísi skattapolitikkur verða helst tvey av uppskotunum, sum Samtak fer at bera út í Tinganes eftir valið.
Teimum veiku bólkunum hevur Landsstýrið ikki tikið sær so væl av, ljóðar frá Samtaki
Savnsmynd: Jens Kr. Vang
Samgongan stendur á gravarbakkanum
Kári P. Højgaard heldur at
løgmaður reingjar veruleikan,
tá hann hálovar búskaparligu
framgongdini