mikudagur 1. august 2007síða 8
‹ fyrra síða allar 92 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
tíðindi
Nr. 146 - 1. august 2007
tíðindi
- Okkum tørvar ikki
víðgongdar skerjingar
í løtuni, hóast spá-
dómarnir eru daprir,
og tað verður torført
hjá politiska mynd-
ugleikanum at taka
støðu um fiskidagar
fyri komandi fiskiár,
heldur Føroya
Reiðarafelag
Fiskivinna
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
At taka ov rívan til, nú løg
tingið seinni í hesi vikuni
fer at viðgera fiskidagar
fyri komandi fiskiár, fer at
fáa størri avleiðingar fyri
útjaðaran enn fyri samfelag
ið annars.
Tað sigur Føroya Reiðara
felag, sum mælir politisku
myndugleikunum til at vísa
varsemi.
Kalt vatn í blóðið
Orsøkin til, at skerjingar og
avmarkingar í veiðimøgu
leikunum annars serliga
fara ganga út yvir útjaðaran,
er, at meginparturin av flot
anum og fiskaframleiðsluni
liggur í útjaðaranum.
Vit noyðast at hugsa um
kontinuitetin í hesum økj
um at halda hjólunum gang
andi og sláa kalt vatn í blóð
ið.
Føroya Reiðarafelag vísir
á, at hóast spádómarnir í
løtuni eru daprir, eru stovns
metingar ikki altíð álítandi.
Vit kunnu tískil ikki við
hesum sum grundarlagi
kubba høvdið av einum stór
um parti av vinnuni, men
heldur fara hóvliga fram.
Ov trongskygt
Felagið heldur, at tá tosað
verður um burðardygga
veiði, verður støðið í kjak
inum ofta tikið út frá einum
ógvuliga smølum sjónar
horni – og í flestu førum
gerst hetta bert ein spurn
ingur
um
umhvørvislig
atlit, sum felagið tekur til.
Ikki tí, at hetta ikki
hevur alstóran týdning. Øll
eru vit samd um, at fiska
stovnarnir skulu varðveitast.
Hinvegin er tað ein spurn
ingur, hvussu metingarnar
skulu
tulkast,
og
hvat
trúvirðið liggur aftanfyri
hesar metingar.
Felagið heldur soleiðis,
at sjónarhornið um burðar
dygga veiði eru ov smalt, tí
neyðugt er eisini at taka tað
burðardygga – sæð út frá tí
búskaparliga – við.
Sosiali parturin
Eingin man tora at fara út
at fiska, um veiðan ikki sær
út til at vera lønandi. Tí er
givið, at tað liggur í áhugan
um hjá øllum, at vinnan ber
seg, og at nóg mikið av til
feingi er til komandi tíðir
eisini.
Føroya Reiðarafelag eftir
lýsir eisini tí sosiala partin
um í hesum kjaki, har ávirk
anin á tey smáu samfeløgini
ger seg galdandi.
Her kemur nevniliga
tann triði »faktorurin« inn
– tað burðardygga sæð út
frá einum sosialum sjónar
horni. Tað er her, vit eru við
kjarnuna av málinum, har
skerjingar fáa stórar avleið
ingar fyri teir, sum fiska.
Síðan breiða ringarnir seg
til teirra, ið skulu virka
fiskin – og at enda óbein
leiðis ávirkanin á nærum
hvørvið og samfelagið alt.
Sum ein reyður tráður
gjøgnum tað, sum reiðara
felagið hevur at føra fram,
nú fiskidagar og veiðium
støður skulu setast út í kort
ið, er avleiðingarnar fyri
útjaðaran.
Útjaðarin viðkvæmur
Útjaðarin er serliga við
kvæmur fyri møguligum
avmarkingum. Klók høvd
kunnu saktans siga, at
búskapurin í Føroyum í
løtuni er førur fyri at bera
ein drastiskan niðurskurð,
men avleiðingarnar fyri
útjaðaran
kunnu
gerast
mønustingurin. Tá partur
av vinnuni er fokin, verður
trupult at fóta sær aftur.
Felagið heldur, at ein týð
andi partur av teirri mynd
ini, sum víst verður av
føroyingum úti í heimi, er,
hvussu trygg viðurskiftini
eru fyri teir, ið knýttir eru
at vinnuni á sjónum.
Skalt tú sannføra triðja
partin
um
burðardygga
veiði, verður hetta ikki gjørt
við metingum, har trúvirðið
frammanundan er ivasamt.
Tú noyðist at hava heild
armyndina fyri eyga. Tí er
tað av stórum týdningi, at
vit fara út við boðskapinum
um burðardygga veiði úr
einum breiðum sjónarhorni,
ið rúmar øðrum elementum
enn bert tí lívfrøðiliga,
heldur Føroya Reiðarafel
ag.
Føroya Reiðarafelag um fiskidagar:
Skerjingar
raka mest
útjaðaran
- Klók høvd kunnu saktans siga, at búskapurin í Føroyum í
løtuni er førur fyri at bera ein drastiskan niðurskurð, men
avleiðingarnar fyri útjaðaran kunnu gerast mønustingurin,
heldur Føroya Reiðarafelag
Mynd: Ólavur Jøkladal
- Útjaðarin er serliga
viðkvæmur fyri møguligum
avmarkingum. Hetta gongur
í fyrsta lagi út yvir teir, sum
fiska, síðan tey, ið virka
fiskin. Nærumhvørvið verður
ávirkað og at enda samfelagið
alt
Mynd: Vilmund Jacobsen
»Eingin man tora at fara út at fiska, um
veiðan ikki sær út til at vera lønandi. Tað
liggur í áhuganum hjá øllum, at vinnan
ber seg, og at nóg mikið av tilfeingi er til
komandi tíðir eisini…
(Føroya Reiðarafelag)
”
Oyrasund ov heitt til gýting
Leiðarin á Øresundsakvariet stúrir fyri, at sjógvurin í Oyrasundi
skjótt verður ov heitur til, at toskurin kann gýta á hesum leiðum.
Oyrasund er einasta staðið, har toskurin fær hampiligan frið, tí
loyvt er ikki at veiða við troli í økinum. Danir siga, at fleiri og
fleiri fiskasløg, sum eru vanlig inni á Miðalhavinum, nú eru at
síggja í Oyrasundi. Hetta meta teir sum enn eitt tekin um, at
náttúruviðurskiftini í Oyrasundi broytast.
(-vilmund)
Fiskasløg, sum vanliga halda til
í heitari sjógvi, gerast alt meira
vanlig í Oyrasundi
Íslendingar og norðhavssild
Íslendsk skip høvdu við endan av juli mánaða fiskað 65.000 tons
av norðhavssild. Samlaða kvotan hjá íslendingum er 148.629
tons. Hetta merkir, at stívliga 83.000 vóru eftir av kvotuni, tá juli
mánaður fór at halla. Skipini, sum higartil hava fiskað størsta
partin av kvotuni, eru Sigurður, sum hevði fiskað 7.968 tons og
Håkon, sum hevði fiskað 7.632 tons. Teimum í hølunum kom
Krossey, sum hevði fiskað 7.113 tons.
(-vilmund)