mikudagur 1. august 2007síða 9
‹ fyrra síða allar 92 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
tíðindi
Nr. 146 - 1. august 2007
Minkandi fiskastovnar í Eystursjónum
Vinnuligi laksafiskiskapurin í Eystursjónum er aftur í
minking, eftir at vøkstur hevur verið í fiskiskapinum í fleiri
ár. Danmarks Radio veit at siga, at tað eisini hevur gingið
niður á bakka við toskafiskiskapinum í Eystursjónum.
Londini, sum umsita toskaveiðina, hava gjørt av, at veiðan
skal skerjast við 10% um árið, til stovnurin er komin fyri
seg aftur. Herfyri steðgaði Pólland sínari veiði fyri restina
av hesum árinum, og herfyri steðgaði eisini Týskland sínari
veiði, tí kvoturnar vóru uppi.
Nú gongur aftur niður á bakka við
vinnuligu laksaveiðini í Eystursjónum
- Tað er gott við fleiri
økisfriðingum, sum
landsstýrismaðurin
mælir til, tí hesar gera
altíð mun, men tað er
spell, at Bjørn Kalsø
ikki mælir til at friða
innastu leiðirnar fyri
vinnuligari húkaveiði,
sigur Hjalti í
Jákupsstovu
Fiskivinna
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Leiðarin á Fiskirannsóknar
stovuni, Hjalti í Jákups
stovu, hevur í løtuni ikki so
góðan hug at gera viðmerk
ingar til uppskotið hjá
Bjørn Kalsø um fiskidagar
og avmarkingar í fiskiveið
ini fyri komandi fiskiár.
Vit hava gjørt okkara
arbeiði og okkara tilmæli til
landsstýrismannin sambært
lógini um vinnuligan fiski
skap. Í hesum liggur tað,
sum vit hava at siga um ván
irnar og útlitini fyri fiska
stovnarnar.
Friðingar gera mun
Hjalti noyðist tó at ásanna,
at uppskotið um broytingar
í lógini um vinnuligan
fiskiskap ikki í nóg stóran
mun tekur hædd fyri teim
um útlitum, ið eru.
Hetta er langt frá tí, sum
vit mæla til, sigur leiðarin á
Fiskirannsóknarstovuni,
sum í fjølmiðlunum hevur
verið í orðadrátti við ein
annan fiskifrøðing, Kjartan
Hoydal, um eitt nú stovns
metingar og grundarlagið
undir veiðitrýstinum.
Hjalti fegnast tó um, at
landsstýrismaðurin
mælir
til fleiri økisfriðingar, tí
økisfriðingar
gera
altíð
mun, sum hann tekur til.
Innastu leiðirnar
Umframt skerjingar í fiski
dagatalinum, nú allar ábend
ingar siga, at serliga gýting
arstovnurin á toski er óvan
liga illa fyri, mælir Fiski
rannsóknarstovan til, at inn
astu leiðirnar verða friðaðar
fyri vinnuligari húkaveiði.
Tað hevði verið til stóran
bata, um innastu leiðirnar,
sum eru uppvakstrarøki hjá
smáfiski, vórðu friðaðar út
á tríggjar fjórðingar, men
tað vil landsstýrismaðurin
sambært sínum uppskoti
ikki. Hetta er stórt spell, nú
toskastovnurin er so illa
fyri, og stór húkaveiða fer
fram heilt inn í klettin, sigur
Hjalti í Jákupsstovu.
Hjalti í Jákupsstovu:
Uppskotið langt frá
tí, sum vit mæla til
- Tað hevði verið til stóran bata, um innastu leiðirnar vórðu friðaðar fyri allari vinnuligari húkaveiði, sigur Hjalti í Jákupsstovu
Mynd: Vilmund Jacobsen
Hjalti í
Jákupsstovu
noyðist at
ásanna, at
uppskotið um
broytingar
í lógini um
vinnuligan
fiskiskap ikki í
nóg stóran mun
tekur hædd fyri
teimum útlitum,
ið eru
Mynd:
Vilmund Jacobsen
Viksund vind í seglunum
Tað gongur væl hjá Viksund Båt AS í Noregi, og tað eru
serliga frítíðarbátar, sum verða smíðaðir. Dagligi leiðarin
og høvuðseigarin í gomlu bátafyritøkuni, Rune Viksund,
sigur við Fiskaren, at hann er nøgdur við árið 2006.
Inntøkurnar vuksu úr heili 83 miljónum norskum krónum
í 2005 upp í 99 miljónir krónur í 2006. Í 2002 vóru
inntøkurnar hjá Viksund Båt AS 43 miljónir norskar
krónur.
(-vilmund)