mikudagur 1. august 2007síða 10
‹ fyrra síða allar 92 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10 tíðindi
Nr. 146 - 1. august 2007
Datt í deyðan av 5. hædd
Ein 49 ára gomul svensk kvinna, sum saman við manni
og tveimum børnum helt frí í Keypmannahavn, datt í nátt
úr vindeyganum á 5. sali á luksushotellinum Sankt Petri.
Kvinnan doyði á staðnum. Løgreglan sigur við danskar
miðlar, at kvinnan sat í vindeygakarminum og roykti, tá
hon eftir øllum at dømma misti javnvágina. Øll tann lítla
familjan var saman á kamarinum, tá óhappið hendi klokk
an 03:00.
Pisudagur
Tann 7.aug. verður ungdómsdeildin hjá EIK karmur um Pisudagin 2007. Hesin dag
ur er eitt afturvendandi tiltak, sum Meginfelag Føroyskra Studenta (MFS) saman
við Altjóða Skrivstovuni (ASK) og EIK skipa fyri á hvørjum ári, og er hetta tiltak
ætlað teimum, ið ætla sær undir hægri lesna. Tiltakið byrjar kl. 19:30 og á skránni
vera framløgur frá teimum nýggju geografisku MFSnevndunum, sum saman við
Altjóða Skrivstovuni fara at greiða frá um ymisk praktisk viðurskifti, sum hugsast
skal um, tá farið verður undir hægri lesna. Á staðnum vera umboð fyri Keypmanna
havn, Århus, Odense og Aalborg úr Danmark, umboð úr Noreg, Svøríki og Stóra
Bretlandi. Um áhugi er fyri at fáa umboð aðrastaðni frá, ber til at boða Altjóða
Skrivstovuni frá. Eftir framløgurnar verður tónleikur við Høgna Reistrup á skránni,
umframt ábit, og sjálvsagt verður eisini møguleiki fyri at seta spurningar.
Løgmansskrivstovan
var ov sein at søkja
um upptøku í gransk
ingarsamstarvið
hjá ES. Tí glapp
atgongdin til tær 380
milliardir gransking
arkrónurnar okkum
av hendi, sigur fráfa
randi stjórin í Grans
kingarráðnum Rúna
Hilduberg
GRANSKING
Dorit Hansen
dorit@sosialurin.fo
Mynd: Jens Kristian Vang
Hóast
Granskingarráðið
fleiri ferðir heitti á myndug
leikarnir um at søkja um
upptøku í granskingarsam
starvinum
hjá
ES,
fór
umsøknin ikki avstað fyrr
enn í 2005.
Og tað var alt ov seint,
sigur fráfarandi stjórin í
Granskingarráðnum, Rúna
Hilduberg.
Útvarp
Føroya
hevur
seinastu dagarnir umrøtt
granskingarsamstarvið við
ES, sum var kunngjørt at
koma í gildið í januar, men
sum nú er steðga upp. Talan
er um eina rammuavtalu,
sum kundi givið føroyskum
granskarum
atgongd
til
eina pulju áljóðandi 380
milliardir krónur.
Sambært ÚF, gevur sendi
maður Føroya í Brussel
mentamálaráðnum skyldina
fyri fløktu støðana, tí Petur
Petersen, aðalstjóri í Menta
málaráðnum, fór í fjølmið
larnar við málinum, áðrenn
avtalan var endalig.
Í dag, 1. august, fer Rúna
Hilduberg frá sum stjóri á
Granskingarráðnum,
eftir
at hava sitið sum stjóri, síð
ani Granskingarráðið varð
sett á stovn í 2002. Hon
heldur ikki, at ábyrgdin av
málinum um manglandi lut
tøku í ES samstarvsavtaluni.
bara
liggur
í
menta
málaráðnum.
Mentamálaráðið umsitur
gransking, og tá avtalan er
komin í gildi, fær Menta
málaráðið
ábyrgdina
at
umsita hana. Men ábyrgdin
at fáa avtaluna í lag liggur
hjá løgmansskrivstovuni og
sendimanninum í Brussel,
sigur fráfarandi stjórin í
Granskingarráðnum,
sum
heldur at vantandi yvirskip
aður politikkur á økinum
hevur havt við sær, at orkan
er farin at sløkkja eldar í
staðin fyri at stinga út í kort
ið langtíðarætlanir.
Beinanvegin eg varð
sett sum stjóri í Gransking
arráðnum, mælti eg til at
søkja um granskingarsam
starv við ES skjótast gjør
ligt. Vit vistu, at nýggj
rammuavtala kom í gildi í
2007, og vit vistu, at sam
starv við ES er ein drúgv
tilgongd. Granskarar sum
Bogi Hansen og Pál Weihe
hava eisini fleiri ferðir gjørt
vart við tørvin at gerast part
ur av granskingarsamstarv
inum í ES. Kortini søkti løg
mansskrivstovan ikki um
atgongd til samstarvsavtal
una fyrr enn í 2005, sigur
fráfarandi stjórin í Gransk
ingarráðnum.
Rúna Hilduberg sigur, at
stóri spurningurin ikki er,
hví Mentamálaráðið segði
avtaluna vera komna upp á
pláss, men hví hon í roynd
og veru ikki var komin upp
á pláss.
Hví fór umsøknin ikki
avstað fyrr enn í 2005, tá
bæði
grannskarar
og
Grannskingarráðið aftur og
aftur høvdu mælt til at hetta
varð gjørt í góðari tíð, spyr
Rúna Hilduberg.
ES alstóran týdning
Fyrst í hesum árinum fekk
stjórin í Granskingarráðnum
boð frá Mentamálaráðnum
um at seta tveir ES samskip
arar skjótast gjørligt, tí Før
oyar nú vóru partur av ES
rammuavtaluni.
Vit settu tveir ES sam
skiparar í marts, og í apríl
fóru tey til Brussel at seta
seg nærri inn í tingini. Men
tey komu so nakkalang aft
ur, tí har niðri kendu tey
onki til, at Føroyar vóru við
í avtaluni, sigur Rúna Hildu
berg, sum ikki dylur fyri, at
hon var óð um hetta.
Tað vísti seg, at umsøkn
in ikki var farin avstað fyrr
enn í 2005, sum sjálvandi
er alt, alt ov seint. Og vit
høvdu sett samskiparar at
taka sær av einari avtalu,
sum als ikki var komin upp
á pláss.
Rúna Hilduberg heldur tó
ikki, at ES samskipararnir
eru settir til onga nyttu.
Hon ivast ikki í, at avtalan
við ES kemur upp á pláss,
hóast tað neyvan verður í
bræði.
Tað kann geva virðing í
ES, at vit kunnu vísa á, at
vit fyrisitingarliga eru fyri
reikað, og tað ger heldur
onki, at vit fyri eina ferð
skyld eru upp á forkant við
menningina og fyrireikað
til næsta stig.
Samstarv við ES krevur
langtíðarætlanir, og hesar
hava mangla í føroyskum
granskingarpolitikki, stað
festir fráfarandi stjórin í
Granskingarráðnum.
Tørva peningin
Fráfarandi stjórin í Gransk
ingarráðnum sigur, at tað
hevur alstóran týdning fyri
føroyska gransking, at Før
oyar gerast partur av nýggju
rammuavtaluni, sum nevn
ist FP7. Henda gongur fram
til 2013, og samlaða upp
hæddin, sum verður býtt
millum ymiskar gransking
arverkætlanir, er heilar 380
milliardir krónur.
Føroyskir granskarar
hava higartil verið undirle
verandørar til eitt nú dansk
ar verkætlanir. Men, um vit
veruliga skulu sleppa upp í
part, og um granskingar
pengar skulu koma til Før
oya, mugu vit hava fullan
limaskap í samstarvinum,
sigur Rúna Hilduberg.
Granskingarráðið hevur
árliga á leið fimm milliónir
at býta út til føroyska
gransking. Hetta røkkur
ikki langt, og tá pengar ikki
eru til gransking í Føroyum,
velja granskarar antin at fly
ta uttanlands, ella at fáa sær
starv sum til dømis lærarar,
greiðir Rúna Hilduberg frá.
Drál kostaði granskingini dýrt
- Vit settu tveir ES samskiparar
í starv og sendu teir til Brussel
at kunna seg um avtaluna. Men
har kendu tey onki til nakra
avtalu við Føroyar, sigur Rúna
Hilduberg, sum ikki dylur fyri, at
hon var óð um hetta.