mikudagur 1. august 2007síða 11
‹ fyrra síða allar 92 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
tíðindi
Nr. 146 - 1. august 2007
Roykirúm á Skarv
Á heimasíðuni hjá føroyska vertshúsinum í Keypmanna
havn, Skarv, er atkvøðugreiðsla, har til ber at atkvøða,
hvørt roykirúm skal gerast á Skarv. Tað hendir eftir, at
royking hevur fingið drúgva umrøðu og eftir at roykfrí til
tøk hava verið. Spurningurin er, um ein ynskir roykirúm á
Skarv, og 46% siga ja, 49% siga nei og 5% siga seg ikki
vita. Tað skal tó viðmerkjast, at enn hava bert 149 verið á
síðuni og atkvøtt, so tølini mugu takast við fyrivarni.
Bjarni Djurholm
vísir staðiliga
aftur, at hann og
Vinnumálaráðið á
nakran hátt royna
at mótarbeiða
einum tunli
undir Tangafirði.
Tvørturímóti heldur
hann hetta verða eina
framúr skilagóða og
samfelagsgagnliga
verkætlan
UNDIRSJÓVARTUNNIL
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Í bløðunumn um dagarnar
fær Bjarni Djurholm og
Vinnumálaráðið toyggið frá
millum annað valfeløgunum
í Eysturoy, har róð verður
upp undir, at landsstýris
maðurin skal hava hug at
mótarbeiða
verkætlanini.
Men hetta er langt frá veru
leikanum, sigur Bjarni Djur
holm.
Eg havi sjálvur og
Vinnumálaráðið eisini
ferð eftir ferð boðað frá, at
ætlanin eigur at fara í
gongd, ongantíð ov skjótt.
Og eg havi somuleiðis verið
ógvuliga takksamur fyri tað
stóra arbeiði, sum fyrireik
ingarnevndini hevur gjørt
við at lýsa arbeiðið og at
gera uppskot til verkætlan
ina, sigur Bjarni Djurholm.
Í tunnilshøpi er tað jú nak
að nýtt, at privatir skulu
standa fyri arbeiðinum.
Hetta er fyrstu ferð, at
privatir gera part av sam
ferðslukervinum, og tí ikki
nakað, vit hava roynt fyrr.
Og í veruleikanum hava ver
ið fýra møguleikar at fremja
arbeiðið upp á, sigur lands
stýrismaðurin.
Fyrsti møguleikin er tann,
sum hevur verið vanligur
higartil, at landið ger tunni
lin, eins og allir landtunlar
eru gjørdir áður. Men hetta
fer at binda íløgur lands
kassans í nógv ár fram.
Næsti møguleikin er at
gera eitt alment partafelag,
sum stendur fyri arbeiðin
um, eins og vit kenna tað
frá Vága og Norðoyatunlin
um.
Triði mguleikin er at
bjóða loyvið at byggja tunn
il út. Landsstýrið kundi so
tikið upp samráðingar við
tey, ið høvdu bestu verkæt
lanina.
Og fjórði møguleikin er
so tann, sum í dag er aktuel
lur, nevniliga at privatir ven
da sær til landið og biða um
loyvi at fara undir verkæt
lanina.
Krevur neyva
kanning
Allir fýra møguleikar hava
fyrimunir og vansar. Og
fyri at tryggja, at hesir stig
takararnir eru dugnaligir og
megna at fremja verkætlan
ina, legði eg uppskot fyri
løgtingið at fáa heimild at
samráðast við fyrireikarar
nar. Hesa heimild fekk eg
so tíðliga í summar, og fyrs
ti fundurin hevur longu ver
ið, ein góður fundur, har
avgjørt var at halda fram
við ætlanini, sigur Bjarni
Djurholm.
Landsstýrismaðurin vísir
á, at her verður ikki bert tal
an um at geva privatum loy
vi at byggja ein undirsjóvar
tunnil, her verður talan um
at lata eitt loyvi, sum skal
vara í eini 30 ár fram í tíð
ina. Og tí krevur tað gjølliga
viðgerð og kanningar.
Men eg ynski og vóni,
at arbeiðið, sum vit nú hava
sett hol á, ber á mál, og at
verkætlanin kann fara í
gongd so skjótt sum tilber,
sigur B jarni Djurholm.
Landsstýrismaðurin sig
ur, at tað í øllum málum er
álagt honum at kunna løg
tingið fult og heilt, og at
Landsverk ger sær sínar
metingar av verkætlanum,
er púra vanligt og einki
nýtt.
Ákoyringarnar ímóti
mær um, at eg vil forða
verkætlanini eru tí púra
burturvið. At LV ger met
ingar um, at inntøkurnar frá
einum tunli kunnu nýtast at
rinda ein annan tunnil við,
er ikki nakað nýtt. Og tá tað
kemur til brúgv um Salt
nesgrynnuna, so er tað ikki
nakað, ið hvørki eg ella
Vinnumálaráðið nakrantíð
hava mælt til. Hetta var
heilt einfalt partur av tilfar
inum, sum eg eri álagdur at
kunna løgtingið um, sigur
Bjarni Djurholm.
Ógrundað
Hann vísit tí staðiliga aftur,
at hann skal vera ímóti ein
um undirsjóvartunli undir
Tangafirði. Tí støðan er hin
beint øvugta.
Eg havi nettup sagt, at
ein undirsjóvartunnil undir
Tangafirði
er
skilabesta
loysnin, eisini samfelagsbú
skaparliga, so at ákæra meg
fyri at royna at forða fyri
hesi verkætlan er púra burt
urvið, sigur landsstýrismað
urin.
Hann sigur seg fegin vilja
viðvirka til, at verkætlanin
verður veruleiki, og at hann
vónar, at málið verður loyst
sum skjótast.
So kritikkurin í bløðun
um nú um dagarnar er púra
ógrundaður, sigur Bjarni
Djurholm, landsstýrismað
ur í samferðslumálum.
Tunnil undir Tangafirði sum skjótast
Bjarni Djurholm,
landsstýrismaður, er á ongan
hátt ímóti verkætlanini um
ein tunnil undir Tangafjørð,
tvørturímóti.
Savnsmynd
Jørgen Niclasen var
óvanliga sjálvstýrissin
naður í framløgu síni,
tá viðgerðin av løg
mansrøðuni var fyri á
tingi í morgun
POLITIKKUR
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Í politiska spektrinum er
Fólkaflokkurin ein sjálv
stýrissinnaður flokkur, men
ongantíð hevur hann verið
meiri
sjálvstýrissinnaður
og ítøkiligur, enn formaður
floksins á tingi í framløgu
røðu síni í viðgerðini av løg
mansrøðuni var.
Hann samanbar føroysku
menningina við uppvøkstur
in hjá einum barni. Hann
metti, at vit nú vóru komin
í seinnapartin av tannáru
num, og at tíðin tí nú er
komin til, at vit seta føtur
undir egið borð.
Vit hava ein rímiliga
stóran búskaparligan vøkst
ur, og tí áttu vit at tikið
helmingin av hesum vøkstri
at betra um vælferðina,
meðan hin helmingurin eig
ur at verða nýttur til at sker
ja danska stuðulin, segði
Jørgen Niclasaen.
Hann helt eisini, at ikki
bert fíggjarliga eru vit kom
in hartil, at vit skulu standa
á egnum beinum, men eisi
ni politiskt eiga vit at gerast
sjálvbjargin.
Vit hava í dag 22 økir,
sum enn ikki eru á føroysk
um hondum, burtursæð frá
teimum, sum hava við ríkis
rættin at gera. Tað er einki í
vegin fyri, at vit hava yvir
tikið hesi innan ár 2015, og
tá mugu vit eisini hava skip
að soleiðis fyri, at fólkið
hevur talað í ríkisrættarliga
málinum,
segði
Jørgen
Niclasen í viðgerðini av løg
mansrøðuni í morgun.
Leys av Danmark 2015
Jørgen Niclasen mælti í
umrøðu síni av løgmans
røðuni í morgun til, at
Føryar miða ímóti sjálvstý
ri, fíggjarliga og politiskt, í
seinasta lagi ár 2015.
Mynd: Jens Kristian Vang
Metvitjan í Svimjihøllini í Klaksvík
Fyri stuttum lat Svimjihøllin í Klaksvík uppp við nýggjum baðilandi og hetta
hevur lokkað fleiri vitjandi í høllina. Fyrsta mánaðin høllin hevur verið opin við
nýggja baðilandinum, hava heili 7600 vitjað høllina. Hetta er met, tí vanliga talið
liggur um 2000 vitjandi í juni og juli. Tá Summarfestivalur er, verður høllin
vanliga eisini betri vitjað, enn vanligt, og serliga eru tað tey sum liggja í tjaldi og
tey, sum eru við báti, ið nýta høllina .Nú baðiland er komið í høllina við nýggju
økuni, so hava børnini eisini okkurt at fara til á festivalinum, umframt
Silvalandið