mikudagur 1. august 2007síða 14
‹ fyrra síða allar 92 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
Nr. 146 - 1. august 2007
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum
rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
nøvn
SAMBAND
MAgNuS guNNArSSoN
MAggi@SoSiAluriN.fo
tlf 341800 fAx 341801
Fyri 85 árum síðani vórðu tvær
kvinnur føddar, ið vit eru sera góð
við.
Betta Eið, f. Næs, varð fødd
tann 4.august í Nesi og 27. juli
varð Brynhild Næs, f. Stenberg,
fødd í Sumba. Hesar kvinnur
komu at hava nógv við hvørja
aðra at gera, tí tær gjørdist
svigarinnur og vinkonur.
Fyri okkum hava tær somuleiðis
havt stóran týdning. Betta er
okkara kæra fastir/gumma og
Brynhild okkara kæra pápasystir/
gumma. Tá vit vóru børn og ung
vóru tær í besta aldri. Tær vóru
virknar og útstrálaðu lívsgleði,
tryggleika og fulla vissu um, at
lívið var okkum givið av Honum,
sum øllum ræður.
Vit hava so manga hugnaliga
løtu at minnas aftur á saman við
tykkum og tykkara.
Góða Betta, takk fyri løturnar á
bonkinum, har lívandi ljós er
tendrað og heitur temunnur er
skonktur og lívsins spurningar
verða loystir úr bandi. Takk fyri,
at tú altíð er so positiv og hugnalig
at vera saman við.
Tað er lívsjáttandi at síggja teg
arbeiða í havanum, passa heimið,
ferðast og enn kunna liva eitt
sjálvstøðugt lív. Hóast tú mitt í
lívsins blóma misti kæra mann
tín, so hevur tú so fyrimyndarliga
víst okkum, ið yngri eru, at deyðin
er ein natúrligur partur av lívinum,
sum eingin kann renna undan, og
tú hevur lært okkum, at lívið má
og skal livast.
Tað er ein stuttleiki at hava sum
granna og hava teg við í býin til
bæði gaman og álvara, og ikki at
gloyma - takk fyri tína hjálpandi
hond.
Vit ynskja tær og øllum tínum
ein góðan túr í Kalsoynni.
Góða Brynhild, í dag er tú ikki
virkin longur og stríðist við svára
sjúku, men vit skulu ikki mong ár
aftur í tíðina, so minnast vit teg
sum eina megnar kvinnu, sum
vísti eitt heit og kærleiksfult
gestablídni, har tú vart álitið á
Sólteigi 6. Takk fyri tín áhuga fyri
at fylgja við, hvat vit nú gjørdu,
vóru og fóru. Tað eru ikki fáa
ferðir, at vit sum ung gistu hjá tær
og Johannesi á ólavsøku, og har
var altíð ein góður biti at fáa,
hóast húsið var fult av fólki, so
var eisini pláss fyri okkum.
Okkara barnajól - goyma eisini
eitt minni um teg, og tað eru tær
vælsmakkandi smákøkurnar, sum
tú so trúgv á hvørjum ári sendi
suður. Øll tey vøkru føroysku
klæðini hjá tínum børnum og
ommubørnum, og títt vaka heim
ber boð um, at tað var so mangt
sum húsmóðirin Brynhild dugdi
og legði lag á. Hóast tú í dag ikki
kann gera alt hetta, so klára
Johannes og tú at liva lívið saman
sum tit altíð hava gjørt, hetta er
ein sera hugtakandi og vøkur
mynd av hjúnarbandinum.
Um vit nú seta tykkum báðar í
eina tíðarmynd, so avmynda tit
kvinnuna/ mammuna, sum gav alt
hon átti av sínum kærleiksbikari.
Fyri tykkum báðar merkir orðið
kærleiki: At geva og at liva fyri og
við øðrum. Tykkara lívsvísdómur
var og er, at jú meira tit góvu, jú
meira fingu tit. Hetta ljóðar einfalt,
og gav tykkum onki høvuðbrýggj,
hóast hetta er stóri og torførasti
lívsspurningurin hjá flestu okkara
í dag.
Tit báðar hava upplivað Føroyar
í eini stórari broytingar-, og menn-
ingartíð. Tá tit vóru føddar var
hvørki ravnmagn ella heit vatn
lagt inn í húsini. Tá var tað ein
long ferð at ferðast millum Nes
og Sumba, og Danmarkar lá
onkustaðni langt burturi. Í dag
koyra vit skjótt til Sumbiar og
Danmark er einans tveir tímar
burturi.
Hóast tit báðar eru uppvaksnar á
bygd, so var tað ikki tykkum
fremmant at fara út í víðu verð at
uppliva aðra mentan og læra aðrar
siðir.
Tykkara
persónsmenska
hvílir á grundvøll, har álit og
virðing verður víst øllum menn-
iskjum. Hetta hava tit báðar somu-
leiðis givið víðari. Hóast so nógv
er broytt í tykkaru tíð, so hava tit
megna at fylgja við og gleðast um,
at ávís arbeiðsbyrða í heiminum
gjørdist lættari.
Góðu tit báðar! Hjartaliga
tillukku á 85 ára føðingardøgunum.
Takk fyri manga hugnaliga løtu
saman. Vit fara at enda við gomlu
føroysku heilsanini: Jesus fylgi
tykkum.
Ynskja Sigrun, Maud, Ingun,
Nita og Magnar
Hjartaliga tillukku Betta og Brynhild
Í dag verður Gerda Skaale í Havn 90
ár. Hon er dóttir Jóhonnu f. 1874 og
Jákup Kjærbo f. 1870, Eystan á, í
Sumba. Jákup var úr Sumba, og
Johanna var úr Lopra. Hon var abba-
og ommudóttir tey fyrstu niðursetu-
fólkini í Lopra. Tey vóru Andreas
Thomsen úr Sumba og Sunnuva
Súsanna, sum var úr Porkeri.
Gerda átti ikki færri enn 14 systkin,
so tað er ikki ringt at rokna út, at hetta
er ein fjølment ætt. Tá tey fyri trimum
árum síðani høvdu ættarstevnu í Vági,
vóru tey ikki færri enn 300, sum savn-
aðust. Gerda, sum var næstyngst av
teimum 15 systkjunum, er í dag tann
einasta, sum livir eftir. Tískil var hon
eisini ellisforseti á hesi samkomu.
Umframt systkini vóru eisini tvey
fostursystktin, so her hevur verið
hjartarúm, so tað forslær. Hetta merkir
eisini, at tað hevur verið nóg mikið at
gera fyri hvørja hond.
Gerda fór sum ung til Danmarkar,
eins og tað var vanligt hjá ungum gent-
um tá. Hon fór at læra at seyma, og
hon arbeiddi sum seymikvinna í Dan-
mark. Hon hevði eisini húspláss, og
eina tíð arbeiddi hon á einum sjúkra-
húsi.
Í Danmark hittir hon Hjalta Skaale,
sum var sonur Onnu og Tom Nicolaj-
sen, sum millum mangt annað var
kendur sum fergumaður. Hjalti var
farin niður at læra til barber. Tey hava
uttan iva ætlað sær fyrr heim aftur til
Føroya, men sum hjá so nógvum øðr-
um føroyingum í Danmark, gjørdist
kríggið ein forðing. Tískil giftust tey
niðri og komu heim, so skjótt kríggið
var av. Hjalti gjørdust ein kendur bar-
berur í Havn, og í mong ár hevði hann
rakistovu á Káta Horninum. Hjalti
doyði í 1992.
Tey fingu trý børn. Heðin Tom, sum
giftist til Klaksvíkar, Conny, sum gift-
ist til Íslands og Jógvan, sum býr
heima.
Í Føroyum hevur Gerda arbeitt nógv
á røktardeildini á landssjúlrahúsinum.
Hon var kend fyri, at tað var skil í tí,
sum hon gjørdi. Ein skyldkona hjá
henni hevur hoyrt frá onkrum, sum
arbeiddi saman við Gerdu, at sjálvt
hvør bekkur og skrellispann skein, so
væl hevði Gerda pussað teir. Hóast
hetta kanska er gjørt av, so lýsir hetta
eina ordans kvinnu.
Eitt eyðkenni fyri Gerdu er eisini,
hvussu familjuklær hon er. Sjálvur
kenni eg væl ein part av ættini, og tey
taka ofta til Gerdumostir, sum tey eisini
javnan hava telefonsamband við.
Tað kann sigst, at verdøturnar hjá
Tom eldast væl. Um eina viku verður
Jóhanna Mathea, sum var gift við
Sigfred, 101 ára gomul. Prátaði við
hana í gjár. Hon letur sera væl at
Gerdu sum svigarinnu. Tað hava altíð
verið góð viðurskifti millum familj-
urnar.
Gerda er framvegis røsk, og hon
passar húsið enn og ger hvønn døg-
urða. Eisini hevur hon ferðast dúgliga
til dótrina í Íslandi, sum býr í Selfossi.
Tá vitjar hon eisini systirdótrina Nico-
linu á Hafnarfjørðinim, ið sum eina
sjálvfylgju er komin heim í føðingar-
dag.
Gerda eigur fimm ommubørn og 14
langommubørn.
Higani verður ynskt Gerdu hjarta-
liga tillukku við teimum 90 árunum.
ó.
Gerda Skaale, 90 ár
Dagurin
2. august. Hannibal. Teir vita einki halgimenni við
hesum navni. Dagurin hevur havt nógv onnur nøvn,
men frá árinum 1700 er Hannibal komin upp í halgi-
mannatalið. Navnið er fønikiskt og merkir náðigáva
Baals. Best kendi Hannibal í søguni var tann tiltikni her-
høvdingin úr Kartago. Jóannes Patursson doyði hendan
dagin í 1946
Kunngjørt verður fyri ætt, vinum og kenningum, at
okkara kæri maður, faðir, sonur og bróður
Martin Petersen
Kambsdalur
andaðist fríggjadagin 27. juli, 45 ára gamal.
Jarðarferðin verður hósdagin 2. august kl. 14 úr
Fuglafjarðar kirkju.
Familjunnar vegna
Kona, børn, systkin og foreldur
Tey, ið vilja minnast Martin, kunnu lata børnunum eina gávu.
Konta í Eik