Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-08-01, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 1. august 2007síða 15

‹ fyrra síða allar 92 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 146 - 1. august 2007 15 Andlát og jarðarferðir nøvn Jarðarferðin hjá Martin Petersen, Kambsdalur, verður hósdagin 2. august klokkan 14 úr Fugla­ fjarðar kirkju. Tey, ið vilja minnast Martin, kunnu lata børnunum eina gávu, konta í Eik. mikudagur, 1. august ­ 12:35 Inga Arge úr Havn, andaðist í heiminum Ólav­ søkudag 41 ára gomul. Bønarhald verður í Vestur­ kirkjuni í kvøld klokkan 18.00. Jarðarferðin verður úr Vesturkirkjuni hósdagin klokkan 13.00. Tey, ið ynskja at minnast Ingu, kunna lata eina gávu til børnini á konto í Eik. Andlát og jarðarferðir Hósdagin 2. august verður Jóna Vang, Jónas Broncksgøta 27, Tórshavn 65 ár. Jóna er fødd í Mikladali, og har átti hon barndómsárini. Foreldur hennara, Maria uppi í Tungu og Absalon hjá Janusi, seinna navn Østerø, vóru bæði úr Mikladali. Í Rossalið var fjálga heim teirra, 6 vóru tey í systkinaflokkinum: Jens Jón (sum doyði í 1993), Herdis, Jóna, Trygvi, Jóannes (sum doyði í 2006) og Osla, hon er einasta í flokkinum, sum búsettist í heimbygdini. Jóna fór á ungum árum til Klaks­ víkar at læra at seyma hjá Hedvig Sørensen og síðani fer hon í læru hjá Júst Lindberg, skraddarameistara í Havn, og verður útbúgvin skaraddari. Í hesum tíðarskeiði er hon eisini á skeiði í Keypmannahavn. Tað má væl sannast, at væl kom burturúr Havnarferðini. Eitt er at Jóna bleiv Havnarkona. Jóna og Steingrim settu búgv í einum hugnaligum króki mitt í Vaktarhúsbrekku móti vestri – her búleikaðust tey við dóttrini Sús­ onnu, sum nú býr í Keypmannahavn ­ higartil eru barnabørnini 3 í tali. Í forskúlanum á St. Frantsskúlanum hevur Jóna røkt sín góða lut í langt áramál, óneyðugt er at leggja aftrat, at neyvan sært tú hana sita við tómum hondum. Skapanarlindið og kynstrið at seyma og evna til føroyskan búna er frammaliga í hennara hondum, tí er einki løgi í tí, at hon eisini er kgl. leverandør av føroyskum klæðum til til onkran prinsins. Umframt á heimafronti er Jóna ótrúligi styrkurin hjá fráhaldsrørsluni og við MFS, fráhaldsfelagnum í Mikla­ dali sum grundvølli, er hon teirra mill­ um, sum mynda fráhaldsrørsluna í Føroyum í nýggjari tíð í landsnevnd og ikki at gloyma Havnarlosju. Her hevur Jóna sett síni spor við frítíðarvirksem­ inum millum tey ungu í ártíggir. Heimbygdin Mikladalur hevur altíð átt sterkan lut í hondum hennara, henn­ ara fría, fróða og lívsjáttandi lyndi. Føðingardagin heldur hon hós­ kvøldið saman við við familjuni, vin­ um og kenningum í Losjuni í Havn við Tinghúsvegin. jl Jóna Vang 65 ár Tað er vanligt at floksfelag­ ar, sum hava gingið í skúla saman, hittast eftir at teir eru farnir úr skúlanum. Hetta er eisini galdandi fyri Karl­Ole Larsen frá Hamm­ erfest. Teir hava hitst 5. hvørt ár í Noregi. Teir hava eisini hitst í ár, men tað sjáldsama er, at hesa ferð var tað í Føroyum. Karl­Ole hevur nevniliga búð í Føroyum síðan 1971. Hann er giftur við føroyskari konu, Sunrid Vilhelmsen, og tey búgva í Havn. Karl­ Ole var farin til Danmarkar at arbeiða sum ungur, og her hitti hann føroysku gent­ una, og hetta gjørdist hans­ ara lagna. Tey fluttu til Før­ oyar at búgva í nov. 1971. Í 1974 fluttu tey til Hammer­ fest, men fluttu so heimaftur til Føroya longu árið eftir. Nú er tað eydnast honum at fáa floksfelagarnir higar at hava regluligu floksveitls­ una. Tey komu við Norrønu mikudagin undan ólavsøku og fóru avstað aftur mána­ dagin, sum eykavinning fingu tey so ólavsøkuna við. Fríggjakvøldið høvdu næmingarnar veitsluna í frí­ tíðarskúlanum í Badminton­ høllini, har vit eisini hittu tey. Tey vóru seytjan fólk í ferðalagnum, 11 av teimum vóru floksfelagar og hinir vóru makar. Tey fóru í skúla í 1955 og fylgdust til 7. flokk í 1962. Tískil eru tey nú úti móti teimum 60 árinum. Uppruna­ ligi klassin var 31 næmingar, og tey eru spjadd um alt Noreg og summi eru eisini farin av landinum. Tað var ikki so galið at kunna savna ein triðing av flokkinum til eina slíka Føroyaferð. Hammerfest liggur heilt norðalaga í Noregi, hann er heimsins norðligasti býur. Fólkatalið liggur um 10.000 og fiskivinnan er grundar­ lagið fyri økinum har norð­ uri. Tískil eru nógvir før­ oyskir fiskimenn komnir til Hammerfest millum ár og dag, og eitt heilt fitt tal av føroyingum hava búsett seg í býnum. Mett verður at teir eru 15­20 í tali. Teir hava eisini gjørt vart við seg á ymiskum økjum. Ein tann mest kendi føroy­ ingurin man hava verið Niclas Hovgaard, sum kom til Hammerfest við egnum skipi aftaná 2. heimsbardaga. Tað verður sagt um Niclas, at tað var hann, sum lærdi norðmenn at fiska við trolarum. Sum tað skilst er nakað væl um hetta. Ein dóttir Niclas, Osla Hov­ gaard, hevur eisini verið borgmeistari í Lakselv, sum er er bygd uttanfyri Hammer­ fest. Har er ein av teimum størru flogvøllunum har á leiðini. Karl­Ole letur væl at, at hansara floksfeløgum dámdu væl í Føroyum. Ein av døgunum hevði hann teir við hús, har teir fingu før­ oyskan mat. Teimum dámdu alt sera væl uttan – spik. Ein av næmingunum var Alf Hendrik Reite, ið kallast Fusse. Hann hevur í Sosi­ alinum sóknast eftir einum føroyingi, sum hann var saman við til skips í 1971. Har umborð varð hann kall­ aður Buster, sum neyvan hevur verið hansara rætta navn. Um hetta sigur nøkr­ um nakað ber til at ringja til Karl­Ole á tlf. 214515. Hetta er enn ein hugalig søga um, hvussu tað ber til at skapa samband millum fólk og millum lond. Tað skal vera løgið, um eingin av hesum fær hug til at koma aftur eitt legg hendan vegin. Norsk floksveitsla í Føroyum Hetta eru luttakararnir í floksveitlsuni: Rolf Syversen, Brita ( Knutsen) Ligaard, Else Marie (Olsen) Pedersen, Turi (Hansen) Syversen, Toril Normann, Svein Skarstø, Wenche M. Hanssen, Nanzy Gjertsen, Stig Alf Hansen, Karl-Ole Bang Larsen, Sunrid (Wilhelmsen) Larsen, Magne Johannessen, Knut Wold, Ulf Ligaard, Trygve Wold, Alf Henrik Reite, Unni Wenche (Moen) Eide, Einar Eide Karl-Ole, sum skipaði fyri samkomuni saman við konuni Sunrid veitst tú ikki tað?