Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-08-01, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 1. august 2007síða 16

‹ fyrra síða allar 92 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 tíðindi Nr. 146 - 1. august 2007 - Fíggjarmálaráð- harrin er drigin ígjøgnum fólkafloks- maskinuna og sigur nú tað øvugta av tí, sum hann hevur sent ballónir upp um í alt summar, sigur Torbjørn Jacobsen, tingmaður fyri Tjóðveldisflokkin Politikkur Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo Torbjørn Jacobsen hevur verið frammi í samband við ætlaðu byggingarnar av undirsjóvartunnlum inn á Skálafjørðin og til Sandoynna. Nú hevur Magni Laksáfoss, lands­ stýrismaður í fíggjarmál­ um, mælt til at útseta Sand­ oyartunnilin, tí bú skap­ urin gløðir, men eftir samgongufund í gjár er greitt, at tunnilsætlanin verður ikki útsett. Tóm ballón ­ Eg havi onki ímóti, at sandoyingar fáa tunnil. Eg havi bara sagt, at ein eigur at raðfesta, og ein eigur ikki bara at brúka pening uppá samferðslukervið. Vit hava til dømis onki universitet í Føroyum, vísir Torbjørn Jacobsen á. Men hann hevur sínar hugsanir, eftir at sam­ gongan var á fundi í gjár og Sandoyartunnilin ikki varð útsettur, sum fíggjar­ málaráðharrin annars mælti til, fyri at tálma búskapinum. ­ Magni Laksáfoss hevur sopið alt í seg aftur. Fíggjarmálaráðharrin er drigin ígjøgnum fólkafloks­ maskinuna og sigur nú tað øvugta av tí, sum hann hevur sent ballónir upp um í alt summar, sigur Torbjørn Jacobsen, ting­ maður fyri Tjóðveldis­ flokkin. Hann leggur afturat, at tað neyvan er grundað á, at landsstýrismaðurin ikki hevur førleika. Sum tað eigur ­ Nú er tað sum tað eigur í hesi samgonguni. Teir eru trekkiross hjá Fólkaflokki­ num. Allir vóru samdir um, at búskapurin er ovur­ hitaður, men nú eru teir bert samdir um at hyggja at fíggjarlógini, men har er onki at fara eftir, tí 90% eru sáttmálabundnar lønir og annað slíkt, ið onki kann gerast við, segði Torbjørn Jacobsen í stutt­ ari viðmerking innan ting­ fundin í morgun. Bersøgin røða Í tinginum í samband við viðgerðina av løgmansrøð­ uni í dag segði Torbjørn Jacobsen millum annað: ­ Ímeðan hevur Sam­ bandsflokkurin, honum so líkt, sitið sum ryssa yvir deyðum fyli, sum ífylla, og rikið óansvarligan fíggjarpolitikk. Tað hevur sprænt út úr hvørjum orði nýggi landsstýrismaðurin, Laksafoss, hevur latið almenninginum, síðani hann setti seg í ruggustólin úti í Albert Hall. Fram til í gjár, táið hann bukaður og bardur, sum lofnaður papageykur, kom útaftur av samgongufundi og bekenti sínar syndir mótvegis Fólkaflokkinum. Nú var talingur einans um generellan niðurskurð kon­ tu fyri kontu á komandi fíggjarlóg, ein fíggjarlóg sum rakstrarliga, eftir­ hondini, er fastlæst í sátt­ málabundnum lønum. 3­0 til Óla, Anfinn og Jørgen. Røðan er prentað í fullari longd aðrastaðni í blaðnum í dag. - Laksáfoss sopið alt í seg aftur Sum heild hava fólk stóra virðing fyri grønu økjunum, sum eru karmur um Summarfestivalin, sigur maðurin við grønu ábyrgdini fyri festivalin SummarfeStivalur Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Í fleiri mánaðir nú hava fólk í Klaksvík sæð býar­ gartnarin og hansara fólk gingið og hjúklað og prýtt um grønu økini í miðbýnum, sum skapa sítt serliga huglag kring Summar­ festivalin. Og lítil vandi tykist vera fyri, at grønu økini verða oyðiløgd, nú býurin ger seg til at taka ímóti festivalgestum í túsundatali. ­ Fólk eru sum heild sera glað fyri grønu økini, og plantur og trø fáa stórt sæð frið á festivalinum, sigur maðurin við grønu ábyrgd­ ini av býnum, Hans Hjalti Skaale, býargartnari. Ber til at venja fólk Tó so, tað er komið fyri á Summarfestivalinum, at onkur ikki hevur kunnað hildið fingrarnar burtur og hevur skrykt onkra plantu upp. Og býargartnarin hevur sína egnu teori um, hvør stendur aftanfyri. ­ Eg giti, at hetta eru avbygdafólk, sum ikki eru von við, at fríðka verður um bygdina, har tey koma frá. Tey hava stutt sagt ikki lært at virða plantur og trø inni í bygdum umhvørvi, sigur býargartnarin. Hann hevur fyrr fingið okkurt brigsl fyri at nevna hendan trupulleikan, men sigur, at hetta skal skiljast sum ein positiv við­ merking. ­ Royndirnar í Klaksvík hava nemliga víst, at tað ber til at venja fólk til at virða grønu økini. Seinastu árini hevur hvør tann ein­ asta planta og hvørt lítla træ í Klaksvík fingið frið, men soleiðis hevur tað ikki altíð verið, sigur býargart­ narin. Hann greiðir frá, at tá abbi hansara, gamli býar­ gartnarin, og hann byrjaðu at planta bed kring býin miðskeiðis í hálvfemsunum, byrjaði hvør arbeiðsvika við at bjarga syndarligu leivdunum frá herverki á planturnar. ­ Vit høvdu ta filosofi, at uttan mun til, hvussu illa bedini vóru farin, og hvussu ofta tað hendi, skuldu vit bara planta umaftur skjótast gjørligt. Vit settu okkum stutt sagt fyri at venja fólk til at hava virðing fyri blómum og trøum. Og tað hevur eydnast í allar mátar, sigur ein fegin og ikki sørt errin býargartnari, sum mælir til, at aðrar bygdir gera tað sama. Vágsbøur klárur Stóra arbeiðið hjá býar­ gartnaranum í sambandi við Summarfestivalin er annars at gera sjálvan Vágsbø kláran. Hetta arbeiðið byrjaði longu í vár og hevur hildið á líka síðani. Nógva fólkið á festi­ valinum í fjør elvdi til so nógv trýst á bøin, at neyðugt hevur verið at lyfta ovasta lagið upp fyri at fáa ilt niður í moldina. Síðani er nýggj mold stroydd á bøin, sum so er sáað við serliga slitsterkum grasfræi, líkn­ andi tí, ið verður brúkt á fótbóltsvøllum. Eftir at grasið byrjaði at vaksa, hava teir sligið bøin á leið 14. hvønn dag. Eitt er, at bøurin nú er ómetaliga vakur at líta á. Men stóra arbeiði hevur eisini við sær, at lendið nú er klárt at leggja bø til 10.000 dansandi festival­ gestir, um tað skuldi verðið. Vil ikki slætta bøin Vágsbøur er annars eyð­ kendur fyri sínar langu veitir, sum skapa bylgjuta lendið. Hetta kemst av, at bøurin er gamalt teigalendi, ið varð brúkt til at velta korn fyrr í tíðini. Longu veitirnar vóru neyðugar fyri at fáa vatnið at renna frá, greiðir býargartnarin frá. Nógv hava spurt, hví býargartnarin ikki tekur stig til at slætta allan bøin, so har verður lagaligari at ganga, liggja ella dansa á festivalinum. Men tað vil hann helst ikki vera við til. ­ Eg haldi tað vera rættiliga vakurt og hugtak­ andi at vit her í miðbýnum hava eitt teigalendi, sum á sín serstaka máta umboðar eina gamla tíð og mentan. Og so hava veitirnar jú framvegis eina funktión, um tað nú skuldi farið at regna um vikuskiftið, sigur býargartnarin, Hans Hjalti Skaale, við sínum eyðkenda skálkabrosi. Fólk fara væl um grønu økini Vágsbøur í Klaksvík er nú klárur at leggja bø til túsundtals gangandi, liggjandi og dansandi Summarfestivalgestir í vikuskiftinum Finna gull í Grønlandi Grønlendska rannsóknarfelagið Nunaminerals A/S hevur kannað Qussuk­økið í Grønlandi. ­ Vit rokna við at fara undir meira nágreiniligar royndir í august og eftir hetta byrja vit at gera kjarnuboringar. Hetta er fyrstu ferð at vit hava funnið sjónligt gull í hesum øki, sigur stjórin í Nunamineral, Ole Christiansen. Danska geofysiska felagið Skytem hevur við tyrlu flogið meira enn 400 km við elektromagnetisari útgerð og úrslitini av hesum kanningum vísa á sjónligt gull á yvirflatuni. Funnin eru 4 borimál á einum øki innan fyri 2 km. Heimastýrið í Grønlandi eigur 43,2% av partabrøvunum í Nunaminerials A/S, meðan danskir íleggjarar, t.d. Ruderstål A/S og Lønmodtagernes Dyrtidsfond eiga restina. Kelda: www.business­line.fo