Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-08-01, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 1. august 2007síða 17

‹ fyrra síða allar 92 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

17 tíðindi Nr. 146 - 1. august 2007 Høllin er klár til børnini Fram um aðrar festivalar, so hevur Summar Festi­ valurin eisini verið merkt­ ur av, at nógv verður gjørt fyri yngra ættarlið­ ið. Ikki minst tí roknast kann við, at stórur partur av málbólkinum hjá festi­ valinum hevur børnini við sær. Skráin fyri tey yngstu er eisini meira umfevn­ andi, enn hon nakran tíð áður hevur verið. Bæði fríggja­ og leygardagin verður byrjað við stórum barnatiltaki, har bæði trøll og klovnar fara at geva sítt íkast til undir­ haldið. Og skuldi tað hent seg, at eðrið fer at arga ov nógv, so hava fyrireikar­ arnir tryggjað sær, at KÍ­ høllin er tøk. Sjálvandi roynir tú at taka neyðugu atlitini, tá skipað verður fyri einum tiltaki í Føroyum. Fríggja­ dagin kann vera, at regn­ ið fer at arga, men um so verður, so verður barna­ tiltakið flutt inn í høllina, sigur Steintór Rasmus­ sen. Og verður heilt galið, so kann okkurt av hinum tiltøkunum eisini verða flutt innandura, sigur hann. Tey vaksnu tola kanska betri at standa úti í regn­ inum, men verður tað ov vátt, so gera vit sjálvandi alt, sum stendur í okkara makt, so gestirnir ikki drukna í regni. Størstu konsertirnar fáa vit sjálv­ andi ikki flutt. Men vit hava bæði eitt stórt tjald og sjálva høllina, um tað gerst neyðugt, sigur hann. -mørk Størsti pallur nakr­ antíð. Streymnýtsla sum øll Sandoyggin. Ljóð og ljós uttan líka. Og heimskend nøvn á palli. Størstu nøvnini píska Summar Festi­ valin at spíla seg út sum ongantíð áður, og roknað verður við metstór­ ari áhoyrarafjøld á Vágsbøi um viku­ skiftið Summar FeStivalur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Hóskvøldið byrjar fjórði Summar Festivalurin. Og talan er um tann størsta nakrantíð. Stórar tekniskar útbyggingar eru gjørdar, bólkarnir á pallinum eru kendari og størri enn nakrantíð, og roknað verður eisini við metstórari áhoyr­ arafjøld til festivalin. Tað er í øllum førum nógv, sum bendir á, at talan verður um størsta festivalin nakran­ tíð. Vit hava selt nógv atgongumerki, og í allar mát­ ar kenna vit ein ovurstóran áhuga fyri festivalinum. Soleiðis verður í ár talan um einar 90 kampingvognar, sum koma til Klaksvíkar, og bæð við bátum og tjaldpláss­ um er talan um tøl, sum vit als ikki hava upplivað áður, sigur Steintór Rasmussen, sum er ein av høvuðsmonn­ unum aftan fyri tiltakið. Stórar útbyggingar Summar Festivalurin hevur rættiliga spílað seg út hesa­ ferð, og tað hevur millum annað stórar tekniskar útbyggingar við sær. Fyrst í vikuni rullaðu tríggir trailarar gjøgnum Norðoyatunnilin, og teir eru á tremur við útgerð, ið er komin úr Danmark og Týsklandi. Ein trailari varð við útgerð hjá Scorpions, og hinir báðir vóru við palli og ljóðanleggi. Pallurin, ið er settur upp á Vágsbøi, er størsti pallur­ in, sum nakrantíð er brúktur í Føroyum. Hann er meira enn 300 fermetrar, og tað svarar til eini trý miðalstór sethús. Pallurin er fleiri ferðir størri enn undanfarni pallur. Ljóðanleggið er munandi útbygt samanborið við und­ anfarin ár, og tað sama er galdandi fyri ljósini á pallinum. Stóru dreingirnir krevja nógv Streymnýtslan hjá Summar Festivalinum er ovurhonds stór. Ein nýggjur streymkað­ al, ið varð lagdur til festival­ økið í fjør, skuldi eitast at verða nóg stórur til nøkta tørvin fleiri ár fram í tíðina. Men soleiðis var ikki. Nýggjur kaðal er lagdur í ár, og hann er so stórur, at hann kundi veitt streym til alla Sandoynna, skuldi tað verið. ­ Tað verður nógvur streymur brúktur til ljóð og ljós á festivalinum, og um tað er onkur í Klaksvík, ið situr heima á festivalinum, so er tað helst best ikki at tendra ketilin, meðan Scorpions spælir fríggja­ kvøldið, sigur Steintór Ras­ mussen skemtandi. Ofta síggjast greinar í ymsum útlendskum miðl­ um, hvussu stóru útlendsku nøvnini krevja bæði líkt og ólíkt av fyriskiparunum, áðrenn nakar játtar at fara á pallin. Og Steintór viðgongur, at krøvini, sum teir hava fing­ ið í ár, eru størri, enn tey nakran tíð hava verið. Teir seta avgjørt nógvar treytir. Men tað er so eisini við til at banka festivalin upp á eitt enn meira prof­ fessionelt støði. Bæði hvat viðvíkur ljóði, ljósi, tekn­ ikki og umstøðum annars. Og tað eru ikki krøv, sum tit fata sum órímilig? ­ Nei, als ikki. Kanska hugsaðu vit okkara onkra ferðina, tá teir settu krøv um, hvørjar bilar teir skulu hava, og hvussu teir skulu búgva. Men hinvegin skilir tú eisini, at krevja tað besta. Teir eru veruliga eitt heimsnavn, og tað vilja teir eisini, at áskoðararnir skulu merkja. Og tí vilja teir sjálvandi hava allar umstøður í rættlag. Størsta kvøldið nakrantíð At seinastu dagarnir hava verið dekan ov langir, er einki dulsmál, men tó ikki meira enn gott er, heldur Stei­ ntór. Í øllum førum sigur hann, at tað nú meira ræður um at fáa detaljur upp á pláss. Um stóru linjurnar ikki longu vóru greiddar, var kortini avmarkað, hvat kundi verið gjørt, nú bert hálvt­ annað samdøgur er eftir, áðrenn festivalurin byrjar. Og so er tað sjálvandi veðrið. Tað hevur argað onkratíð, og Steintór dylur ikki fyri, at hann hevur ver­ ið dekan ov ofta í samband við beiggja sín, ið starvast sum veðurfrøðingur, sein­ astu dagarnar. Men hann hvørki vónar ella væntar, at hetta er nakað, sum kann oyðileggja tiltakið. Vit hava áður staðfest, at veðrið hevur ikki alt at siga. Sjálvandi er tað hugaligt, um veðrið er av tí allar­ fagrasta. Men hóast útlitini eru skiftandi, so bendir á, at tað verður so heilt hampuligt kortini. Men tekur tú festivalin í ár. Og tey nøvn og tað set­ up, sum vit hava at bjóða. So vil eg siga, at fert tú ikki í býin bæði fríggja­ og leyg­ arkvøld eitt slíkt vikuskifti, so skilji eg als ikki, at tú býrt í Føroyum, sigur Stein­ tór Rasmussen. Spreingja øll mørk Góður festival-matur Inn­staðið Hvonn í Havn letur upp í Klaksvík í sambandi við Summar Festivalinum, og Hvonn fer at selja dygdargóðar matvørur á sínum matstaði. Pizza er populer millum føroyingar, og Pizzaria verður sjálvsagt á Summar Festivalinum. Teir tiltiknu festival­búffarnir eru væl umtóktir, og Hotel Norð fer aftur á Summar Festivalinum at borðareiða við teimum vælsmakkandi búffunum. Tað ber eisini til at keypa sær okkurt gott í pylsuvognum á økinum, og ein café verður eisini. Steingja fyri ferðslu Stórur partur av Klaksvík verður nýtt sum festival­økið komandi dagarnar, og tí hevur kommunan boðað frá, at neyðugt verður við ávísum broytingum í ferðsluni. Í faldara, sum er gjørdur, og í lýsingum, er boðað frá hesum broytingum: Biskupstøðgøta verður stongd fyri allari ferðslu, meðan Skúlavegur verður opin fyri gjøgnumkoyrandi ferðslu. Hartil verður Farstøðin hjá Bygdaleiðum flutt norður á bátabrúgvarnar. At enda verður boðað frá, at parkering ikki verður loyvd á parkeringsøkinum við ferjuleguna. Tað bæði sæst og merkist, at eitt heimsnavn sum Scorpions koma til landið. Pallur, ljós og ljóð eru størri, enn tey nakran tíð áður hava verið. Og streymnýtslan verður sum hjá allari Sandoynni Mynd: Robert Waagstein