Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-08-01, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 1. august 2007síða 18

‹ fyrra síða allar 92 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 Nr. 146 - 1. august 2007 tíðindi Kinna Poulsen Uppleggið til ársins Ólavsøku­ framsýning er, at hon skal vera øðrvísi enn undanfarin ár. Fram­ sýningin sigst vera: “ein uppgerð við deyða siðvenju og ein hálovan av spruttandi livandi ung­ dómi”. Men umframt onkra óvæntaða, góða listauppliving, tykist framsýningin sum heild meira snotilig enn vill og uppgerðarsinnað. Sjálvsálitið má sigast at vera í lagið hjá Heiðriki á Heygum og Jóannesi Lamhauge, sum hava valt út og skipað fyri ársins Ólavsøkuframsýning, ið sambært teir báðar (í samrøðu í Ólavsøku­ sosialinum) verður ein varði før­ oyskari listasøgu. Og hóast hesin ummælarin stórliga ivast í fram­ tíðar varða­status, er hugskotið hjá nevndini í Listafelagnum at broyta Ólavsøkuframsýningina neyðugt og gott, eins og teir báðir hava gjørt eitt megnar­ arbeiði. Samstundis gevur inn­ litið, ið Ólavsøkuframsýningin veitir í føroyska ungdómslist, greiðar ábendingar um vantandi útbúgvingarmøguleikar í einum samfelagi, sum gjarna fegnast um listina, men ikki tekur hana í álvara. Eftirbátar Nógv er gjørt burturúr Ólavsøku­ framsýningini í ár og hon hevur verið nógv umrødd í fjølmiðl­ unum. Framsýningin heldur eisini longur opið enn vanligt heilt til 12.august. Reyði og svarti faldarin er vakur og informativur við tveimum tekst­ um um framsýningina umframt styttri tekstir um øll tey framsýn­ andi ungfólkini. Her kunnu vit m.a. lesa og fegnast um, at evnaríkar ungar kvinnur sum Annika á Lofti, Silja Strøm og Halldis Olsen eru í gongd við ella fara undir at nema sær listarliga útbúgving í ávikavíst Íslandi, Skotlandi og Onglandi. Í mun til tónleikin eru vit komin álvarsliga afturúr við myndlistini. Musikkskúlin hevur sum kunn­ ugt broytt støði á tónleikinum her á landi, eins og eitt skeið sum MGK (Musikalsk grund­ kursus), sum er fyrireikandi til k onservatoriiútbúgvingina, borgar fyri, at støðið alsamt hæðkar. Um vit ikki hava ráð til ein listaskúla beint nú, kundi eitt slíkt skeið, ið stílar móti hægri listarligari útbúgving, verið ein góð byrjan. At okkara ungu ikki hava nakran útbúgvingarmøguleika innan myndlistina fyrr enn tey fara av landinum er satt at siga skammiligt. Meir snotilig enn vill Teimum ungu dámar væl tað bráðvakra og tað, sum sær gott út og riggar við einum lættfatiligum og óvæntaðum árini so sum t.d. at skuggarnir mynda eina aðra mynd enn tað, tú sær av fyrstan tíð. Hetta lyndi kann tykjast held­ ur grunt og er ein av mongum orsøkum til, at undirritaða støðugt kemur inn á, at tey ungu hava útbúgving fyri neyðini, skal nakað ordiligt spyrjast burturúr. Heitið á framsýningini “Slóar­ blóð” gevur vónir um okkurt vilt og blóðugt, men samanumtikið er framsýningin meira snotilig enn vill. Reyði liturin á veggin­ um er lekkur og vakur og yvir­ høvur ikki blóðkendur. Talan er ikki um nakra kollvelting, hvørki myndevnisliga ella tøkniliga. At kalla øll listaverkini eru vanligar tveydimensionellar myndir, málarí, prent, foto o.l. Mynda­ málið er figurativt og hetta er rættiliga eyðkent val hjá ung­ dómi, ið hvørki dámar ella skilir abstraktan hugsunarhátt. Tey eru heldur ikki nóg ansin hvat gongd­ ini í føroysku listasøguni við­ víkur. Tí uppgerðin við lands­ lagslistina hevur longu verið, umboðað av m.a. Anker Morten­ sen, Marius Olsen, Hansinu Iversen, Hanni Bjartalíð, Tumm­ as Jákupi Thomsen og Øssur Johannesen. Tá alt hetta er sagt, skal leggjast aftrat, at tað er gleðiligt at síggja á Ólavsøku­ Ummæli av Ólavsøkuframsýning Meira snotilig Sámal Blak hevur tikist við trýdimensionella list, men sýnir fram oljumálningar á Slóarblóð Annika á Lofti sýnir fram eina spennandi fotoverkætlan á framsýningini