mikudagur 1. august 2007síða 19
‹ fyrra síða allar 92 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 146 - 1. august 2007
19
tíðindi
gini 2007:
enn vill...
framsýningini hvussu mong ung
evnarík listafólk vit eiga.
Tað psykodeliska
Ein av teimum mest evnaríku
listafólkunum er Heiðrik á Heyg
um, sum umframt sín leiklut sum
kurator, luttekur á framsýningini
við trimum avarellum, sum allar
hava felags myndevni úr søguni
um Alice í undurlandi. Tað er
serliga tann mittasta myndin við
heitinum “Alice”, sum vísir
framúrskarandi evni Heiðriks til
myndagerð. Koyr mannin á
akademiið í stundini!!! Myndin er
av eini ungari gentu, sum sæst í ¾
profil hyggjandi út móti áskoðar
anum við einum tári úr vinstra
eyga og einum grísi í fanginum.
Hon er ikki ólík vøkru lýsingini
av gentu við perluoyraringi hjá
Jan Vermeer. Á sama hátt sum í
barokktíðini er eitt nú andlitið
upplýst, meðan bakgrundin er
púra myrk. Barokkmyndir eru m.
a. eyðkendar av hesum ljósárin
inum, ið nevnist clair obscur, eins
og tær tykjast sera uppstillaðar og
estetiskar. Hetta sama er galdandi
fyri myndirnar hjá Heiðriki.
Úttrykkið kenst ektað kenslu
borið, samstundis sum okkurt
kitschkent er yvir gentuni, ið
hyggur so bønandi uppá áskoð
aran eins og grátandi sigoynara
barnið, ið mong høvdu hangandi
eina tíðina. Grísurin leggur eyka
dent á absurda dámin, sum jú
eisini er yvir søguni um Alice.
Tað surrealistiska og psykodeliska
hevur stóran áhuga millum nógv
av teimum ungu, t.d. Bruno
Eysturstein, sum t.d. hevur mynd
prýtt fleiri fløguhúsar. Hansara
listarliga úttrykk tykist rættiliga
ungt og hansara landsløg minna
um tílík, sum eitt nú síggjast á
heavy metal útgávum. Og mitt í
øllum hongur ørvitisfiskurin,
Tournesol professari og dinglar
sum eitt pendul og tað er nokkso
megaskeg og fínasta slag og hvat
tey ungu annars plaga at siga.
Bruno ætlar sær undir víðari
útbúgving innan myndlistina og
tað er gott. Erla Marita Askham
hevur eyðsýniliga framsýnt á
Ólavsøkuframsýningini fyrr, men
hesa ferð fær hon uppiborna
eftirtekt í stóra verkinum, sum er
myndað av trimum løriftum, ið
lýsa eina kvinnu, sum í sminku
frá í gjár og tilhoyrandi gstrongi
og sokkahaldarum, reinsar eina
vesikummu, meðan eitt barn situr
á gólvinum við síðuna av og lesur.
Hugburðurin er sosialrealistiskur,
gerandisligur, meðan stílurin er
sera einfaldur, naivur og teknirøð
líkur. Litirnir eru lutfalsliga fáir;
hetta er ikki málarí, sum leggur
dent á málandi kolorismu og
valørir, men á sjálva søguna, ið
verður søgd um gerandisdagin hjá
eini mammu. Vit hava ikki nógv
av slíkari list í stórum formati í
Føroyum og tað er at vóna, at Erla
Marita Askham, ið sambært
myndaskránni er mestum óskrivað
blað í føroyskum listahøpi, fer at
fáast meira við myndlistina í
framtíðini.
Aldursmarkið burtur
Ringt er at spáa um framtíðina,
men tað skuldi verið lutfalsliga
vist, at Ólavsøkan verður aftur
næsta ár og harvið eisini Ólav
søkuframsýningin. Vit vita ikki
hvussu hon verður fyriskipað, men
mín vón er, at aldursmarkið verður
tikið burtur. Alt gott um hesa
framsýningina, men hon hevði ikki
verði verri av, at nøkur eldri
listafólk luttóku. Aldur er so
merkiligt fyribrigdi og summi
gerast yngri, tá tey blíva eldri.
Nakað av tí mest spruttandi
ungdommiliga, eg havi upplivað
innan føroyska list, eru akvarellir
nar hjá Ingálvi av Reyni, sum hann
gjørdi, tá hann var um tey fýrs.
Myndin hjá Heiðriki á Heygum er ikki ólík kendu myndini av gentu við
perluoyraringi hjá Vermeer
Erla Marita Askham er ein av teimum spennandi
nýggju nøvnunum á Ólavsøkuframsýningini