mikudagur 1. august 2007síða 21
‹ fyrra síða allar 92 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
miðvikan
Siðsøguligt tilfar
í Sosialinum mikudagar
Sigga og Andrass
í Pállstovu vóru
úrmælingar
Fyrst skal verða greitt frá abba og
ommu Tórhall, Siggu og Andrass
í Pállstovu á Eiði. Íblásturin til, at
hetta verður gjørt, kemur frá tí
100 ára gamla Andrias í Tarti úr
Oyndarfirði, sum er væl kendur
av lesarunum hjá FF-blaðnum
og Sosialinum. Andrias helt um
dagarnar, at tað var merkiligt,
at ikki meira var skrivað um
Andrass, so óførur maður, sum
hann hevur verið. Vit hava tikið
Andrias uppá orðið, og vilja lýsa
Andrass so væl, sum tað ber til
í dag. Vit kunnu eisini staðfesta,
at Andrias hevur so púra rætt,
Andrass er verdur at skriva um.
Samstundis kunnu vit geva eitt
íkast til søguna um føroyskan
útróður ”til lands” í Íslandi.
Keldurnar til hendan partin av
frásøgnini er umframt Tórhall
sjálvan eisini tveir aðrir abbasynir
hjá Andrass. Annar er Tummas
Andreassen, ættaður av Eiði,
sum er sonur Emil hjá Andrass.
Hin er Johan Petersen, ættaður
úr Hattarvík, sonur Miu hjá
Andrass. Vit hava eisini íkøst
frá Símun Johan Wolles og Poul
Andreassen.
Andrass í Pálsstovu var ætt-
aður av Eiði, føddur 3. februar
1858. Foreldur hansara vóru
Heindrikkur Andreasen av
Eiði, f. 1835, og Anna Katrina
Christiansdatter, eisini av Eiði,
f. 1839. Foreldur Annu Katrinu
vóru: Rakul Hansdatter, eitt
av teimum 16 systkjunum úr
Dúvugørðum, men uppvaksin
á Látrinum á Eiði, og Christian
Johannes Joensen á Mýruni á
Eiði. Hesin Christian Johannes á
Mýruni (abbi Andrass í Pálsstovu)
var ein av eigarunum á jaktini
“Neptunus”, (Eiðisjaktin nevnd)
eitt lítið skip, sum hann saman
við Hans Jacob Joensen á Eiði
keypti í Keypmannahavn í 1847.
Teir settu 32 gyllin í jørð í veð fyri
einum láni at keypa skipið fyri,
men treytirnar vóru harðar: lánið
skuldi gjaldast aftur eftir tveimum
árum. Harafturat bundu teir seg
fyri nógvar pengar í sáttmála
við ein danskan skipara. Fiskin,
teir fingu vórðu teir noyddir at
avvreiða til kongaliga handilin fyri
vánaligan prís. Í 1852 varð skipið
selt (Páll Nolsøe hevur skrivað um
eiðisjaktina í siglingarsøguni).
Andrass í Pálsstovu átti hesi
systkin: Rakul (1860 – 1876),
Christian Johannes (1863 –
1882), Jóan Pauli (1865 – 1937),
Jógvan (1868 – doyði sum ungur
á kommunusjúkrahúsinum í Grims-
by), Súsanna Malena (Sanna),
(1871 -), búði í Havn, Hans Jacob
(1873 – 1953), giftur á Argjum,
Rakul (1877 - ) búði í Havn, og
Hans Michael (1879 – 1961).
Jóan Pauli og Hans Michael
búsettist báðir í Vági. Sum ungir
róðu teir út (vóru til lands) saman
við brøðrum sínum í Íslandi.
Seinni sigldu teir við trolarum í
Grimsby, har nógvir føroyingar
vóru hesi árini. Tá ið trolarin
Royndin kom til Vágs í 1922 vóru
teir báðir við, Hans Michael sum
1. stýrimaður øll árini, til trolarin
varð seldur av landinum í 1930.
Tá ið trolarin Beinisvørð kom
til Vágs eftir kríggið, var Hans
Michael ikki við, men hann stóð
fyri trolarbeiðinum á landi, og
lærdi teir ungu at bøta trol og
annars arbeiða við troli.
Hans Michael var trý ára
gamal, tá ið bróðirin Christian
Johannes gekk burtur við báti av
Cathrinu undir Íslandi. Cahtrina
var lítið skip, langbumari, sum
kendi handilsmaðurin í Miðvági,
Godtfred Heinesen átti. Teir
róðu út við bátum, og skipari
var Ditlev Houmann, sum seinni
gekk burtur við sluppini Hermod.
Teir lógu á Reyðafirði, hetta var
5. september 1882, og annar av
bátunum, sum vóru til útróðrar,
kom ikki aftur. Við vóru 4 mans,
og ein av teimum var Christian
Johannes. Hans Michael segði
seg minnast, tá ið Christian
Johannes fór avstað, hann gekk
í grulvugarði, og græt illa, tá ið
bróðirin fór, tí hann var so góður
við hann. Christian Johannes
royndi at ugga hann, og segði,
Tórhallur á Oyrabakka:
Sjey brøður gjørdust
sjómenn
Vit fara nú undur eini
røð við frásøgnum hjá
Tórhall Andreassen.
Hann er ættaður av Norð
skála, og tey vóru ikki
færri enn 14 systkin.
Átta teirra vóru dreingir.
Ein doyði ungur, meðan
hinir gjørdust fiskimenn,
skiparar og motorpass
arar. Henda røðan fer at
spenna vítt. Fyrst verður
greitt frá abbanum,
Andrass í Pállstovu á
Eiði. Síðan verður greitt
frá lívinum í Sunda
lagnum og ikki minst frá
sildaveiðuni, sum var
eitt týðandi grundarlag
fyri tilveruni har. Greitt
verður frá sjólívinum hjá
Tórhalli og eisini hjá
hinum beiggjunum, eins
og vit fara at greiða frá,
hvussu tað hevur gingist
hjá hesum systkjunum,
har ein systir er farin so
langt sum til New
Zealand
Óli Jacobsen
olij@sosialurin.fo
Tórhallur Andreassen og hansara ætt hava verið úrmælingar á sjónum
Andrass og Sigga í Pállstovu. Eiga sín part av útróðrarsøguni til lands í Íslandi. Andrass var føddur í 1858, og
tey doy›u bæ›i umlei› 1935-36