Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-08-01, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 1. august 2007síða 22

‹ fyrra síða allar 92 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 146 • 1. august 2007 MIÐvIkaN 22 at hann skuldi hava okkurt tinganestið við, tá ið han kom heimaftur. Men so varð ikki, Christian Johannes varð bara 19 ára gamal. Annars kann verða nevnt, at árið 1882 var eitt skaðaár fyri føroyingar. Tvey føroysk skip (Bella og Løvenørn) fóru á land í Íslandi, og tíggir útróðararbátar frá skipum í Íslandi komu ikki aftur, tilsamans 44 mans lótu lív. (Lias í Rættará hevði grein um hetta í Jólastjørnuni 1952) Fyrstur við íshúsi Tórhallur heldur, at abbi hansara var fyrsti maður, sum hevði íshús í Føroyum og var hetta á Eiði. Hann hevði róð út í Íslandi, og hann gjørdi eins og teir. Hansara íshús, lá í eini lagd. Hann tók takið av, tá ið tað kavaði. Tá húsið fyltist við kava, legði hann takið útyvir aftur, og hann kundi goyma agn har. Annars var vanligt at bera kava til íshús við leypi, og sum goldið varð fyri. At hava íshús hevur havt stóran týdning fyri eina so stóra útróðrarbygd sum Eiði. Tað var alt avgerandi at hava feskt agn, og tá var tað sera umráðandi, at tað kundu haldast feskt. Hetta hevði serligan týdning fyri línuveiðuna, sum er meira agnkrevjandi enn snørisveiða. Hetta var áðrenn frysting var uppfunnin, men teir kláraðu seg rættuliga væl við íshúsum. Tí er eingin ivi um, at Andrass hevur verið frammanfyri sína tíð. Seinni vóru íshúsini avloyst av frystihúsum, og kom íblásturin til tey eisini úr Íslandi. Útróðurin í Íslandi Andrass róði út undir Føroyum um veturin, og tá plagdi hann at hava akkerspláss við Svínáir, og tað lá sera væl fyri hjá honum at fiska. Um summarið fór hann til Íslands at rógva út. Hetta var á Eysturlandinum, og var tað mest á Seyðisfjørðinum og har á leiðini. Útróðurin var vanliga frá mánaðarskiftið mai-juni til fyrrapartin í september. Útróður til lands á Eysturlandi- num í Íslandi byrjaði eins tíðliga, sum okkara skipsfiskiskapur í 1870-unum. Sambært Sámal Johansen, sum skrivaði bókina Til Lands, byrjaðu føroyingar í 1871 at dríva útróður við bátum frá skipum inni á íslendsku fjarðunum. Hetta var illa dámt av íslendingum. Seinni fóru føroyingar at fáa sær fastar støðir á landi, og tá vóru stórt sæð eingir trupulleikar. Menn fóru tískil yvir til Íslands um várið og komu heim um heystið. FF-blaðið hevði í 2003 eina greinarøð, har vitjað varð á plássum, har føroyingar róðu út. Eitt av teimum var á Bakkafjørðinum, har serliga nógvir føroyingar komu. Teir vóru so nógvir, at fólkið á staðnum dugdi eins væl at tosa føroyskt sum íslendskt, og vit hittu eisini tá onkran, sum framvegis tosaði føroyskt frá hesi tíðini. Tað varð tá framvegis tosað um teir gomlu føroyingarnar, sum komu higar ár eftir ár, og fleiri teirra mintust tey eisini. Tað kann eisini sigast, at tað vóru upp til 5-600 mans, sum vóru til lands, tá ið tað var mest. Hesin útróður helt áfram til 1944, tá ið Ísland tók loysing frá Danmark, og vit mistu okkara rættindini sum ríkisborgarar. Omman fór við motorbáti - nógv við barn Omma æt Sigga, hon var eisini av Eiði. Abbi plagdi at hava hana við sær til Íslands at matgera og annars at halda hús hjá teimum. Tað er tiltikið, at einaferð fóru tey bæði til Íslands við motorbáti, og hon var nógv við barn. Báturin hevði bert eitt lítið lugar, har tað illa bar til at liggja niðri. Mett varð, at hon ikki skuldi eiga, fyrr enn tey komu heim aftur, og tað gjørdi hon heldur ikki. Tey plagdu eisini at hava tey av børnunum, sum ikki vóru farin í skúla við sær. Tað vanliga var tó, at Sigga og børnini fóru við ferðamannaskipi. Tað var fast samband við DFDS yvir á Eysturlandið. Sigga var eitt konubrot, sum eisini verður komið til seinni. Hon doyði seinnapartin í 30-unum, og abbasynirnir minnist hana sum eina góða ommu. Tað vóru fleiri av bátunum, sum róðu út í Íslandi, sum gjørdu hetta at sigla ímillum londini. Mamma Tórhall greiddi einaferð frá, tá ið tey hoyggjaðu úti á Torvanesi, norðan fyri Eiði. Tey sóðu væl út á flógvan. Mamma, sum var íslendsk, var tá komin til Føroya. Hetta hevur verið síðst í august mánaða. Tá sóu tey tríggjar útróðrarbátar komu úr Íslandi. Ein var úr Vík, og hinir báður vóru bátarnir av Eiði, sum abbi átti, og teir fylgdust á ferðini. Vit vita ikki rættuliga, nær Andrass er farin at rógva út í Íslandi, men tað hevur í hvussu er verið í 1884. Tá umkomst beiggi Andrass, Pól, har yviri, og hann liggur grivin í kirkjugarðinum á Seyðisfirði stutt frá teimum, sum fórust við bátinum á Riddaranum í 1927. Heim við Waagen Eitt ár kom abbi heim við Waagen. Hetta var júst í 1888, tá ið teir mundu gingið burtur við fleiri hundrað útróðrarmonnum umborð. Henda hending er sera væl kend, ikki minst vegna vís- una, sum Jóan Petur uppi í Trøð í Kvívík yrkti um hana, og har hann tók til ”svenska stálið”, vísandi til skipasmíðið, sum bjargaði teimum. Eftir hetta gjørdist eitt harðligt blaðkjak, tí Jóan Petur ikki hevur givið Gudi heiðurin. Hetta var nú púra órættvíst. Jóan Petur var so mikið kristin, at hann sum ólærdur fór í holt við at týða bíbliuna. Nær Andrass er givin vita vit ikki rættuliga, men hann er í hvussu er givin í 1917, tá ið hann var við skipi til fiskiskap. Sagt er frá, at teir við hesum skipi komu fram á eina minu uttan at vita, hvussu vandamikil hon var. Teir tóku hana inn, men abbi, sum visti betur, helt hetta vera ov vágið, og hann fekk manningina at sleppa henni avstað aftur. Andrass mundi vera síni 20-30 ár til lands í Íslandi. Tá ið inntøkan fyri summarið gjørdist 60 krónur Símun Johan Wolles av Eiði dugnaði ofta í síni tíð FF-blað- ➙ Henda myndin er av Hafnesstøðni á Seyðisfirði. Her róðu Andrass og synirnir út. Men størri týdning fekk tað, at her fekk sonurin Andrias konu, Tóta, og fingu tey seinni 14 børn, sum hvør í sínum lagi hava havt týdning fyri føroyska samfelagið Tað var á hesum leiðum, at føroyingar mest róðu út Jóhannes í Miklagarði var saman við Andrass henda óhepna túrin, teir ikki sluppu úr Viðvík við fiskinum Pól í Garði stóð fyri ferðini suður til Seyðisfjarðar við fullum báti av fiski