Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-08-01, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 1. august 2007síða 23

‹ fyrra síða allar 92 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 146 • 1. august 2007 Vikuskifti num. Í 2002 hevði hann frásøgn í blaðnum, sum snúði seg um Andrass, og sum lýsir hvussu truplar unstøðurnar kundu vera hjá hesum útróðrarmonnum. Men frásøgnin vísir eisini, hvussu skilagóðir og djarvir menn vóru, tá ið loysnir skuldu finnast. Símun Jóhan greiðir frá: Andrass hevði verið eitt summar og róð út í Viðvík. Men her er um Viðvík at siga, tað er brimpláss, sum liggur opið fyri havinum á eysturættum. Við vóru Pól í Garði, Hanus á Toftini, Andrass sjálvur og Johannus í Miklagarði (fosturpápi Símun Jóhan), sum hevur sagt mær soleiðis frá: ”Hetta árið var nógv eysturætt. Tað viðraði illa til útróður. Har er lógv, (sandur sum alda brýtur á), útfyri, tá ið tað er leingi ókyrra í sjónum. Soleiðis var hetta summarið. Ein liggjandi landnyrðingur var alt summarið. Viðvík er sunnan fyri Langanes. Har er fyrst Finnifjøðurin, so Bakkafjørður, sunnanfyri er so Viðvík. So kom heystið. Skipið var komið, sum vit skuldu fara heim við. Tað var framvegis liggjandi landnyrðingur. Skipað lá í tríggjar dagar á Bakkafjørðinum og bíðaði eftir okkum. Men so mátti tað halda leiðina fram, har lógu vit so. Dagin eftir, sum skipið var farið suður á Seyðisfjørðin, kyrraði so mikið, at hildið var, at tað átti at bera til at flota bát og koma út um lónna. Hetta varð so roynt, og tað gekk væl. So var báturin lagdur fyri ýla uttan fyri lónna. Vit læntu ein íslandsbát frá bóndanum, sum vit brúktu til at stjóra fiskin umborð á okkara bát, sum lá fyri ýla uttanfyri lónna. Andrass bleiv so eftir á Viðvík hjá fiskinum, til tað einaferð seint út á heystið eydnaðist at sleppa av við hann. Lítið var tað, og nógv var fiskurin svunnin av at liggja so leingi. Avrokningin var tískil null, so har var einki at býta. Vit fyltu so okkara bát at rimini. Tað hildu vit vera nóg mikið, tí sum áður sagt var tað høgætt, men við avgongu. So høvdu vit seglið á og hildu til havs. Eg havi einaferð spurt ein skipara, hvussu langt tað kann vera undan Langanesi og suður á Seyðisfjørð. Hann metti um 60 fjórðingar. So tað hevur verið djarvt av Pól at átaka sær at skipa fyri hesi sigling. Vit høvdu eina turra bátakumpas, men einki logg. Teir gomlu útróðrarmenninir vóru vist vanir at ætla um ferðina og sigla eftir klokku. Pól var ólærdur, men ein skilamður og væl bar til. Vit komu suður á Seyðisfjørðin í øllum góðum og fingu skipið aftur, sum vit skuldu heim við. Vit seldu so bátsfarmin av saltfiski og fingu so fyri flutningin til okkum tríggjar og bátin. Bátin átti eg, og eftir vóru so 60 krónur. Tær gav eg Póli, og hetta var øll inntøkan hetta árið. Hann og konan skuldu taka veturin við sjey børnum, seks dreingjum og einari dóttir. Tað hevur ikki verið nógv til so mong.” Símun Johan leggur afturat, at hann undraðist mangan sum smádrongur á Eiði, hvussu tað bar til, at Pól í Garði altíð bar teimum at kóka av fiski, tá ið hann hevði okkurt feskt, bæði fisk og høvd, og hetta so frágreiðingin og er eitt gott dømi um takksemi og trúfesti. Jóhannus helt seg til, sum rætt er, ikki at lata vinstru hond vita, hvat høgra ger, men Símun Jóhan fekk so hesa søguna frá honum til endan. Hetta kann vera orsøkin til, at Andrass seinni fór á Seyðisfjørðin at rógva út. Har fekk hann so ikki hesar trupulleikarnar. Abbi letur byggja motorbátar Upprunaliga varð róð út við ára­ bátum, mest fýramannaførum. Teir vóru drignir á land á heysti og vórðu so flotaðir, tá ið menninir komu yvir aftur várið eftir. Men so lat abbi tveir motor­ bátar byggja. Hetta var í sær sjálvum stórt framstig. Fyri tað fyrsta hevði ein slíkur bátur, sum tað liggur í orðinum, motor, sum gjørdi tað skjótari at koma aftur og fram og sum eisini gjørdi tað møguligt at veiða á størri leiðum. Hann hevði eisini dekk og last, sum gjørdi tað meira arbeiðsligt, og so hevði hann eisini stýrihús og lugar við kabúss og bonk, har tað bar til at fáa sær ein blund, og gjørdi hetta tað munandi meira liviligt umborð. Hetta var tá í tíðini roknað sum reint luksus. Tann fyrri báturin kallaðist Kollur, og var 10 tons. Hann var bygdur í 1907. Danika lat hann byggja í 1909, og var hann sjey tons. Bátarnir vórðu bygdir av Elias í Rættará, sum hevði skipasmiðju í Havn. Tað var ikki bert sum at siga tað at fíggja slíkar bátar. Men Sigga átti fýra gyllin í jørð, og teir vórðu settir í veð. Andrass og Karl á Lað Andrass gjørdi ferð til Havnar fyri at royna at fáa lán úr Sparikassanum – tað hevur helst verið í samband við, tá ið hann bygdi antin Koll ella Daniku hjá Lias í Rættará – hann hevði goldið nakað fyri bátin, men enn vantanði nakað í. Hann var inni í Sparikassanum at fáa lán, men tað bar ikki til. Vónsvikin fór Andrass úr Sparikassanum, men á veg oman í Vágsbotn møtir hann sínum góða vini Karl á Lað. Karl spyr Andrass hvussu gongur, men Andrass greiddi Karli frá støðuni, sum hon var, at hann hevði verið inni í sparikassanum at fáa eitt lítið lán, men ikki bar til. ”Á, mín góði vinur Andrass, tað skal ikki standast á, kom tú heim við sær, so finna vit útav tí”. Tá ið teir vóru komnir heim til Karl, tosað eitt sindur um støðuna, fer Karl í skuffuna, tekur fram eina sparikassabók og sigur við Andrass: ”Far tú niðan í Sparikassan aftur, tak út av bókini, tað sum tú hevur brúk fyri, og tú rindar mær peningin aftur, tá ið tað ber tær til”. Andrass var heilt ovfarin av hesum óvanliga tilboði, vildi illa taka bókina, men endin var tó tann, at hann fór niðan aftur í Sparikassan, og tók Her er bátur í gerð hjá Elias í Rættará Hetta er ein “typiskur” motorbátur. Hetta er Louisa, sum eisini er bygd av Elias í Rættará Hetta er gomul mynd av Seyðisfirði. Tað var her Andrass róði út tey flestu árini Henda myndin er av Bakkafjørðinum. Hon vísir, hvussu óhøgligt tað kundi vera hjá føroyskum útróðrarmonnum 23