mikudagur 1. august 2007síða 24
‹ fyrra síða allar 92 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 146 • 1. august 2007
Vikuskifti
út tann pening, sum hann hevði
brúk fyri. Glaður um hjartað fór
Andrass oman aftur til Karl á Lað,
gav honum sparikassabókina,
takkaði honum so hjartaliga fyri
hjálpina og tað at hann hevði
so stórt álit á sær, at lána sær
pening uttan nakrað trygd.
Andrass kundi nú lættur um
hjarta gjalda fyri bátin. Hann róði
út við bátinum, fiskaði væl og
Karl fekk sínar pengar aftur.
Um motorbátar
Motorbátar hava eina nokk so
áhugaverda søgu, sum Robert
Joensen fortelur um í síni bók
um útróður. Hann sigur, at ofta
hava føroyingar verið seinir í
vendingini við nýhugsan, men tá
ið tað snúði seg um motorbátar,
vóru teir skjótir.
Tann fyrsti bátur í Íslandi fekk
motor í 1902. Í Noregi vóru í 1903
bert tríggir motorbátar.
Tann fyrsti føroyski báturin til
fiskiskap fekk motor í 1905 og
í 1906 vóru 21 motorbátar, av
hesum høvdu 12 dekk.
At fáa motor var ikki bert
sum at siga tað, tí menn máttu
eisini hava skil á motorum.
Fyrstu tíðina hendi tað javnan,
at motorbátar máttu sleipast
til lands av árabátum til fragd
fyri teir, sum ikki vildu vita av
motorum! Men menn komu eftir
hesum, og grundarlagið varð
lagt fyri teimum mongu framúr
motormonnunum, vit hava havt,
og millum hesar eisini synir og
abbasynir hjá Andrassi.
Jákup Biskupstøð í Klaksvík
bygdi eisini nógvar motorbátar og
er hetta ein søga fyri seg. Men
her skal komast aftur til Elias í
Rættará.
Hann bygdi eitt deksfar
til motor í 1901 til Restorffs
handilin. Hann fór síðan til
Noregs at læra skipasmíð, og tá
ið hann kom heim fór hann undir
rættiligt skipa/bátasmíð úti í
Álakeri. Hann bygdi tilsamans
135 motorbátar, og hevði upp til
25-30 mans í arbeiði. Okkurt ár
bygdi hann 14 bátar. Undir fyrra
heimsbardaga vóru eisini nógvir
bátar bygdir til Íslands.
Um kostnaðin av hesum bátum
kann aftur vísast til Robert Joen-
sen. Í 1909 bygdi Elias í Rættará
ein bát til Klaksvíkar. Hann var
sjey tons og hevði 8 hk motor og
kostaði 8.000 kr. Tað var nokk so
nógv av peningi tá í tíðini.
Skjótt at sigla yvirum
Tað var so stutt yvirum. Bátarnir
hava gingið so mikið skjótt, at
teir hava nokk ikki havt meira enn
30 tímar um ferðina. Hetta vóru
deiligir bátar. Avreitt var hvønn
dag, tá ið veður var. Tó var hildið
heilagt sunnudagar. Manningin
búði í landi í skúrum, sum teir
bygdu sær.
Tað vanliga var, at Andrass fór
yvir við báðum bátunum, og teir
komu so heim um heystið. Men
tað hendi seg eisini, at hann lat
annan bátin liggja eftir í Íslandi,
og tá kom eisini fyri, at hann
hevði motorin á hinum bátinum
heim við at umvæla.
Nógv útgerð skuldi takast
við til Íslands. Sum til dømis
epli, skerpikjøt, spik, kaffibønir,
skipskeks og eisini torv til brenni.
Føroyingar keyptu av og á kjøt
frá íslendingum. Teir keyptu eisini
nógva tálg. Hon varð saltað,
og teir tóku hana heim við sær.
Teir keyptu eisini nógva ull. Um
heystið, tá ið teir fóru heim,
keyptu teir kálvar og ærseyð at
hava heim við sær at seta við.
Teir tóku eisini ber heim við sær
sum góðgæti til børnini.
Føroyingarnir vóru væl um-
hildnir, og fingu nógvar vinir
millum íslendingarnar. Teir fingu
tað ummæli frá íslendingum,
at teir vóru rættiligir menn,
heiðurligir, friðsamir og ágrýtnir,
aldri gjørdu teir ófrið ella vóru ikki
ólátaðir í íslendskum bygdum.
Sigldi so snórabeint
uttan navigatións-
útbúgving
Sum frá leið gjørdust synirnir hjá
Andrassi vaksnir, og tá kundu teir
manna báðar bátarnar.
Andrass var ikki útbúgving
navigatørur. Men tá ið hann fór
avstað úr Føroyum setti hann kós
úr Eiðiskolli úr einum ávísum ýti,
og hann kom altíð rætt fram bert
við hjálp av kumpass. Sonurin
Andrias helt hetta ikki vera nóg
trygt, so einaferð varð avrátt,
at nú skuldu báðir bátarnir hjá
teimum vera í fylgi við einum
báti úr Vík, sum hevði navigatør
umborð. Andrass ger beinanvegin
vart við, tá ið kósin varð sett, at
hetta var kósin á Suðurlandið og
ikki á Eysturlandið.
Teir komu eisini inn á íslendska
landgrunnin nógv syðri enn
ætlað, og var hetta í tjúkkum
mjørka. Men tá tók Andrass
kommandoina á bátunum. Teir
sigldu norður eftir í fleiri tímar
uttan at síggja fram um stavn,
og hjá sær hevði Andrass bert
kumpass og klokku. Knappliga
leggur Andrass róðrið í annað
borðið og tekur frá. Tá koma teir
beint inn á húsið ella skúrin hjá
teimum á Seyðisfirði!
Tey fyrstu árini, áðrenn teir fóru
at rógva við motori, plagdi abbi at
rógva út frá Borgarfjørði, sum er
nakað norðanfyri Seyðisfjørðin,
og tað er frá hesi tíðini søgan hjá
Símun Johan stavar.
Seinni varð tað frá einum
plássi á norðara arminum á
Seyðisfirði, sum kallast Brimnes.
Síðan var tað á Skálanesi á
sunnara arminum. Aftur seinni
var tað á Hafnesstøðum, innanfyri
Skálanes, sum var í bygdini á
Seyðisfirði.
Her høvdu teir bygt sær ein
skúr, har teir búðu. Tað var eingin
brúgv til bátin at leggja at, so
teir máttu føra fiskin í land við
lítlum báti. Síðan var fiskurin
flaktur og saltaður úti. Tann lidni
saltfiskurin varð seldur til norska
keypmannin Wathne, sum var
ein av stóru vinnulívsmonnunum
á Eysturlandinum í teirri tíðini. Í
dagbókini hjá Petur Alberg, sum
hevur verið prentað í Sosialinum
herfyri, varð greitt frá, at Wathne
doyði knappliga í Føroyum í 1898.
Tórhallur heldur, at føroyingar
hava verið óførir at klára seg
undir ofta truplum umstøðum.
Eisini tá ið hugsað verður um
grønlandsútróðurin, har teir ofta
fóru yvir á berar klettar.
Johan hittu konu,
sum hevði spælt við
mammuna
Johan Petersen, Bella Johan, var
í 1975 ein túr í Íslandi við einum
dansifelagi. Johan er kendur
fyri at duga væl at greiða frá og
at duga væl at koma í samband
við fólk. Ta ferðina kom hann
at hitta fólk, sum skrivaðu søgu
um útróðurin hjá føroyingum
á Eysturlandinum. Tey høvdu
avreiðingarbøkur, sum vístu
tær einstøku avreiðingarnar,
og her var Andrass eisini væl
umboðaður, og tað sást, hvat
hann hevði fiskað. Tølini vístu, at
motorbátarnir hjá Andrass veiddu
dupult so nógv sum róðrarbátar.
Tískil hevur hetta verið ein góð
íløga.
Tá kom Johan eisini at hitta
eina gamla konu, sum hevði búð í
Hafnesstøðum. Hon spurdi Johan,
um hann kendi nakran av Eiði. Jú,
mamma hansara var av Eiði, og
kallaðist Mia. Ja, men so havi eg
spælt við mammu tína! Henda
konan mintist væl Miu, tá ið hon
kom til Íslands sum smágenta
saman við pápanum, mammuni
og systkjum. Mia var við í tvey
summar. Hon var fødd í 1899, og
hetta hevur verið, áðrenn hon
fór í skúla sjey ár seinni, tað vil
siga fyrst í 1900 talinum. Hendan
konan mintist eisini Siggu, konu
Andrass, sum flakti toskin, tá ið
bátarnir komu inn við fiski.
Johan vitjaði eisini á Hafnes-
støðni. Grundin til skúrin hjá
abbanum sást framvegis, og
bátaspælið lá framvegis í fjøruni.
Neystið hjá Andrassi
stendur framvegis
Tummas hjá Emil hevur eisini
serlig minni um abba sín.
Norðuri á Eiði er eitt neyst sum
Andrass bygdi, sum Tummas nú
eigur. Hetta neyst stóð sera ábart,
og var hetta áðrenn havnalagið
varð útbygt, men neystið er ikki
skalað. Tað hevur í hvussu er
verið bygt á klettagrund.
Tummas hevur eisini verið á
floti við abbanum. Hann minnist
einaferð hann sovnaði í bátinum,
og omman bar hann til hús.
Á sínum gomlu døgum bygdi
Andrass hús. Ein sonur var
inngiftur, og hevði fingið so stóra
familju, at Andrass og Sigga vildu
byggja av nýggjum. Hann hevði
síni hugskot, og eitt av teimum
var at byggja eitt vindeyga undir
køksskápinum fyri at fáa ljós inn,
og var hetta sera snilt hugsað.
Tummas nevnir eisini fleiri
dømi um, hvussu væl abbin var
umtóktur. Tummas búði niðri eini
14 ár, og hann minnist, at hann
umborð á Tjaldrinum millum lond
kom at hava kamar saman við
tí gamla seglmakaranum í Havn,
Andreas Andreassen, sum var
systkinabarn abba hansara. Tá
ið hann frætti, at Tummas var
abbasonur Andrass var einki mark
fyri, hvussu blíður hann var. Eitt
annað dømi var, tá ið hann plagdi
at keypa sær saltfisk á Bacalao
at taka sær niður við. Tá ið
viðkomndi, sum avgreiddi søluna,
frætti, at hann var abbasonur
Andrass, fylti hann sekkin við
fiski og fekk hann sera góða vekt.
Komandi Miðvika
Í komandi Miðviku
verður greitt frá lívinum
í Sundalagnum. Her var
ofta nógv sild og nógv
arbeiði av henni. Ein
serlig frágreiðing verður
eisini um Hans Poulsen
í Svínáum, sum fór til
Danmarkar at silja sild.
Her virkaðu tey eisini
saltfisk, og tað var gott
at vera barn á Norðskála.
Kirkjugarðurin í Seyðisfirði. Hetta er steinurin yvir teir, sim fórust við
bátinum av Riddaranum í 1927. Skamt frá liggur Pól, beiggi Andrass
grivin. Hann umkomst í 1884
Hetta er ein mynd av gøtumonnum, sum róðu út á Bakkafjørðinu í
mong ár. Teir eru frá vinstru Zakarias Karl Joensen, Líggjas Hansen,
kallaður Fløttur, Líggjas Husgaard, Hans Andrias Husgaard og Hans
Jakku Thomsen, ættaður av Eiði. Hesir liva enn á manna munni á
Bakkafjørðinum
24