mikudagur 1. august 2007síða 26
‹ fyrra síða allar 92 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
26
Nr. 146 - 1. august 2007
tíðindi
-Fólkakirkjan hevur
verið rúmlig og átt
pláss fyri øllum.
Tað er ta rúmligu
fólkakirkjuna, ið vit
nú hava flutt undir
føroyskt málsræði.
Mín vón er, at kirkjan
framhaldandi fer at
hava orku og dirvi
at boða kristna
boðskapin á ein
livandi, viðkomandi
og tíðarhóskandi
hátt segði løgmaður
á samkomu í
Norðurlandahúsinum
sunnudagin. Vit
prenta røðuna
Myndir: Jens Kristian Vang
Háttvirda samkoma
Tað eru allar orsøkir til at
hátíðarhalda,
at
kirkjan,
hóast hon sum kirkja leingi
hevur verið roknað sum før
oysk, er komin undir før
oyskt málsræði saman við
trúarsamfeløgum annars. Tá
ið løgtingið varð sett fyri
løtu síðani, frøddist eg um,
at henda yvirtøkan er gjørd í
fullari semju í politisku skip
anini við einmæltari samtykt
í løgtinginum. Í politiska
verkinum er tað eins og í
okkara gerandisdegi nógv, ið
spjaðir og skilir. Tað hevur tí
týdning í grundleggjandi
málum sum hesum, at vit
geva okkum stundir og gera
okkum ómak at finna neyð
ugu semjurnar. Fólkakirkjan
er samfelagsberandi stovnur,
ið flestu okkara hava tilknýti
til og virðing fyri.
Fyrireikingarnar til yvir
tøkuna av fólkakirkjuni byrj
aðu í 1998 og hóast semja
ikki hevur verið um allar
lutir, hevur semja valdað um
at flyta kirkjuna í føroyskt
høpi uttan at skala hennara
bygnað og uttan at politiski
myndugleikin skal gerast
meira eyðsýndur partur av
innara lívi kirkjunnar. Eg eri
fullvísur í, at bæði sitandi og
komandi landsstýri fara at
umsita sínar nývunnu heim
ildir við varsemi og virðing
fyri sjálvstøðu kirkjunnar.
Semjan millum politisku
skipanina og kirkjuliga land
slagið í Føroyum um ikki at
fremja broytingar í sam
bandi við yvirtøkuna hevur
helst verið orsøkin til, at
almenna orðaskiftið um
kirkjuna hevur verið tamt.
Vit hava áður sæð, eitt nú á
skúlaøkinum, at orðaskiftið
gerst bæði livandi og við
komandi, tá ið ábyrgdin fyri
einum málsøki er okkara.
Einstøk viðurskifti um
skipan kirkjunnar hava tó
vakt áhuga, m.a. leikluturin
hjá drotningini og spurning
urin, hvørt landsstýrismað
urin, ið varðar av kirkjuni,
skal vera limur í henni.
Sum løgmaður havi eg
sjálvandi lagt mær í geyma,
at bæði meirlutin og minni
lutin í løgtingsins menta
málanevnd siga seg taka
undir við ella hava forstáilsi
fyri sjónarmiðnum um, at
landsstýrismaðurin í kirkju
málum eigur at vera limur í
fólkakirkjuni. Sum kunnugt
forðar stýrisskipanin fyri,
at hetta verður lógarfest.
Sjónarmiðið verður ivaleyst
havt í huga, tá ið komandi
samgongur skipa seg eftir
løgtingsval.
Eg vil tó loyva mær at
leggja afturat, at javnvágin
millum myndugleikar og
kirkju krevur varsemi og
ábyrgd av báðum pørtum.
Havandi í huga, at landsstýr
ismaðurin í mentamálum –
og í ávísan mun løgmaður –
skulu umsita kirkjuligu lóg
gávuna í neyvum samráð
við og hoyring av kirkjulig
um pørtum, ivist eg í, um
tað er rætt at flyta eitt søgu
liga treytað danskt grund
lógarkrav um støðuna hjá
monarkinum í eina nútíðar
føroyska
kirkjulóggávu.
Hvørki landsstýrismaðurin
ella løgmaður verða, og teir
skulu heldur ikki verða, ein
ovasti kirkjuligur leiðari, ið
skal gera av trúar og læru
spurningar.
Eg fari at takka Jógvani á
Lakjuni,
landsstýrismanni,
og embætisfólki hansara fyri
væl avrikað verk og fyri í
góðum samstarvi við umboð
fyri kirkjuna og kirkjuráðini,
politisku skipanina og fylgi
bólkarnar, sum eg hervið eis
ini takki, at hava greitt setn
ingin um at taka yvir fólka
kirkjuna og tey frá henni
víkjandi trúarsamfeløg.
Jeg vil også benytte lejlig
heden til på landsstyrets
vegne at takke kirkeminister
Bertel Haarder og hans
embedsmænd for et godt og
konstruktivt samarbejde i
forbindelse med overtagel
sen af den færøske folke
kirke. Kirkeministerens til
stedeværelse i dag samt
underskrivelsen af en sam
arbejdsaftale mellem fær
øske og danske kirke
myndigheder er udtryk for,
at selv om lovgivnings
myndigheden, administra
tionen, finansieringen og
ansvaret for kirken nu over
føres til færøske myndig
heder, så forsætter de tætte
og gode relationer mellem
den danske og færøske
folkekirke. Jeg vil også
gerne udtrykke vores glæde
over, at repræsentanter for
de andre nordiske kirker er
til stede i dag for sammen
med os at markere overførsl
en af kirkelige anliggender
til færøske myndigheder.
Fólkakirkjan hevur í øldir
verið ein mentanarberi og
eitt friðskjól hjá føroyingum,
har teir stillførir kundu lýða
á boðskapin og sáttast við
bæði gerandisdagin og hin
alvalda. Framhaldandi er
fólkakirkjan ein týðandi súla
í føroyska samfelagnum og í
verðsligu tíðini, vit liva í, er
stórur tørvur á at gera vart
við onnur virði enn tey, sum
stava frá peningi, parta
brøvum og frívirði í húsun
um.
Fólkakirkjan hevur verið
rúmlig og átt pláss fyri øllum.
Tað er ta rúmligu fólkakirkj
una, ið vit nú hava flutt undir
føroyskt málsræði. Mín vón
er, at kirkjan framhaldandi
fer at hava orku og dirvi at
boða kristna boðskapin á ein
livandi, viðkomandi og tíðar
hóskandi hátt. Verður boðan
arfrælsið nýtt til at spíska
boðskapin, bjóða okkum av,
eggja okkum til, seta spurnar
tekin við okkara sjálvgóðsku
og regluliga minna okkum –
kanska serliga okkum, ið sita
í valdum umboði – á okkara
skyldur mótvegis okkara
medmenniskjum, fáa vit eina
spennandi fólkakirkju.
Í vónini um at góða sam
starvið millum kirkjuna og
landsins myndugleikar held
ur fram, fari eg at ynskja
føroysku kirkjuni blíðan
byr segði Jóannes Eides
gaard løgmaður.
Yvirtaka eina rúmliga
fólkakirkju
Jóannes Eidesgaard, løgmaður vónaði at góða samstarvið millum kirkjuna og landsins
myndugleikar fór at halda fram eftir yvirtøkuna
Kórsangarar gjørdu løtuna sera hátíðarliga
Jógvan Fríðriksson, prestur, talar
Jákup Reinert Hansen, prestur talar
Hans Jákup Joensen, biskuppur talar