Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-08-01, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 1. august 2007síða 27

‹ fyrra síða allar 92 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 146 - 1. august 2007 27 tíðindi - Tað skal vera mín vón, at fólkakirkjan og eisini hinar kristnu samkomurnar í okkara landi kunnu vera bulvirki og ein vernd soleiðis, at vit sum fólk og einstaklingar kunnu halda fast við tann arvin, sum vit fingu frá forfedrum okkara, og at evangeli- ið kann røkka víðari út og djúpari niður í hjørtuni segði Jógvan á Lakjuni, landsstýrismaður m.a. á hátíðarhaldi í Norðurlandahúsinum sunnudagin. Vit prenta røðu hansara: Í dag – ólavsøkudag 2007 – hava vit skrivað enn ein kapittul í eini drúgvari søgu, nú vit formliga eru komin á mál við yvirtøkuni av fólkakirkjuni. Fyrrapartin vóru vit á fyrsta sinni til gudstænastu í tí yvirtiknu kirkjuni, og hóast kirkjan framvegis er tann sama – so er hon nú, saman við øðrum trúarsamfeløgum, heilt og fult komin undir føroyskt málsræði. Gudstænastan – áðrenn tingið verður sett, tá ið løg­ ting, landsstýri, biskupur, prestar og hægstu embætis­ menn ganga skrúðgongu úr tinginum í dómkirkjuna og aftur í tingi – er ein vøkur og sera hátíðarlig hending og nemur við okkurt djúpt í okkara hjørtum. Ólavsøkuskrúðgongan sýnir tað gamla sambandið ímillum ting og kirkju, ímill­ um tað verðsliga valdið og átrúnaðin, kristindómin – ein ásannan av og ein áminn­ ing um, at tað er ein hægri makt til – eitt vald, sum er hægri enn okkara. Og hugsa vit um okkara forfedrar – og tað gera vit ein slíkan merkisdag – so vita vit, at okkara gamla mentan og siðvenja á mang­ an hátt hevur verið gjøgnum­ seyrað av hesi ásannan, hes­ um sama gudsótta. Okkara fólk hevur verið ómetaliga fast ankrað í kristindóminum – í teimum kristnu virð­ unum. Hetta lýsir Hans Andreas Djurhuus eisini so væl í tí kenda sanginum, ”Tit, sum í fjøru fóru”, sum hann yrkti í 1934, har hann sigur í síðsta ørindi: Tað vóru ikki hjálmar og ikki lúðraljóð, tað vóru tykkar sálmar og tað, ið tykkum bjó, sum gjørdi hesar heiðar og eyr og hagasand til gróðrarbúnar teigar. Tit eiga hetta land! Jú, víst eru tað sálmarnir, Guds orð og tey andligu virðini, sum á so mangan hátt hava bygt okkara kæra Føroya land. ­ ­ ­ Vit hava nú undirskrivað eina avtalu um samstarv millum Mentamálaráðið og danska kirkjumálaráðið. Samstarv okkara við Kirkju­ málaráðið hevur verið sera gott, og henda avtalan tryggjar teir formligu karm­ arnar um eitt framhaldandi samstarv. Vit hava her gjørt avtalu um m.a. framhaldandi atgongd til útbúgving og eftirútbúgving fyri prestar og onnur, um samstarv millum biskuparnar, um at góðkenna trúarsamfeløg og um eina samstarvsnevnd at tryggja framtíðar samstarv. Tað er tó ikki henda sam­ starvsavtalan, ið fremur yvirtøkuna. Ta formligu for­ treytina fyri yvirtøkuna skaptu vit, tá ið vit 20. apríl á Norðurbryggjuni í Keyp­ mannahavn undirskrivaðu eina felags yvirlýsing í sam­ bandi við yvirtøku av máls­ økjunum “fólkakirkjan” og “onnur trúarsamfeløg”, meðan eitt samt løgting framdi yvirtøkuna, tá ið tað 1. juni í ár samtykti yvir­ tøkulógina, sum er komin í gildi í dag. Avtalan og nevnda yvir­ lýsing eru gjørdar millum tvær tjóðir í góðari semju og er eitt gott dømi um, hvussu ein á fólkaræðiligan hátt í sátt og semju loysir stórar spurningar. Eg skal ikki fara nógv inn á tað søguliga her í dag, men bara nevna, at yvir­ tøkan av fólkakirkjuni er ein liður í einari natúrligari menning av okkara sam­ felag og eini gongd fram ímóti størri sjálvstýri, har vit føroyingar taka fulla ábyrgd av okkara landi. Arbeiðið hevur verið drúgt og hevur kravt stóra orku so mangastaðni – í Mentamálaráðnum, í tí polit­ isku skipanini, í danska kirkjumálaráðnum og í tí kirkjuliga umhvørvinum her hjá okkum. Og eg vil fegin nýta hetta høvið at takka øllum tykkum mongu, ið hava arbeitt konstruktivt og tolið við hesum stóra máli. Vit vita, at semja er ikki um øll kirkjumál. Men tað er gleðiligt, at tað bar til at standa saman um at fremja sjálva yvirtøkuna í semju í løgtinginum. Hetta vil eg fegin takka tí politiska fylgibólkinum, mentanar­ nevndini og tingfólkum øllum fyri. Danska kirkjumálaráðið og kirkjumálaráðharrin, sum er staddur her í dag, skulu eiga eina hjartans tøkk, bæði fyri samstarvið í sambandi við sjálva yvirtøkufyrireik­ ingina, og samstarv og kon­ struktivt viðspæl, nú vit gera okkara egnu umsiting av økinum – og takk fyri, at tyg­ um, Bertel Haarder, vildu hátíðarhalda yvirtøkuna saman við okkum! Og ikki minst fari eg at takka tí kirkjuliga fylgibólk­ inum, kirjuráðum, umsiting­ ini í Mentamálaráðnum og einstaklingum, ið hava lagt orku í at viðgera innihalds­ ligar spurningar saman við okkum og koma við við­ merkingum, soleiðis at fyri­ reikingarnar kundu blíva so góðar, sum til bar. ­ ­ ­ Yvirtøkan av fólkakirkjuni er eitt sera stórt og týdningar­ mikið mál fyri ta føroysku tjóðina og nemur við sterkar kenslur, tí kirkjan er jú ein so integreraður partur av tí føroyska samleikanum, og tað skal vera mín vón, at yvirtøkan fer at vera til gagns fyri kristnilívið í Føroyum, fyri okkum sum eitt fólk – ein tjóð, ið hevur vilja og evni at taka ábyrgd á øllum økjum. Eg nevndi at byrja við tey kristnu virðini, sum á so mangan hátt hava merkt okkara samfelag. Vit liva í eini tíð, har heimurin gerst minni og minni, og ávirkan­ in uttanífrá økist í hvørjum – bæði við góðum og ring­ um. Hyggja vit at vestur­ heiminum í dag, so síggja vit, at sekulariseringin, verðsliggeringin, er stór, og hon ger seg eisini galdandi her hjá okkum. Tað skal vera mín vón, at fólkakirkjan og eisini hinar kristnu samkomurnar í okk­ ara landi kunnu vera bul­ virki og ein vernd soleiðis, at vit sum fólk og einstak­ lingar kunnu halda fast við tann arvin, sum vit fingu frá forfedrum okkara, og at evangeliið kann røkka víðari út og djúpari niður í hjørtuni. Lýða vit Gud og lóg og rætt, (syngur Jóan Petur uppi í Trøð í Kvívík) og dyrka vit vísdóms anda, tá birtist í Føroyum ljósari tíð at skína frá strond til stranda. Tá blómar tann kvistur, her útrann av norrønum runni. Og Jóannes Patursson sigur í sínum kenda sangi, ”Boðar tú til allar tjóðir”: Um nú nýggjar øldir líða, halt á somu leið várt starv, at vit ikki lata svíða dugnaloysi til hin arv, sum vit ervdu fedrum av, tá skal lyftið, sum tú gav, allan aldur Føroyum tryggja føroyingunum her at byggja. Hetta lyftið, sum Jóannes Patursson sipar til, er tað lyftið, sum Gud hevur givið okkum, at fylgja vit hansara boðum, so skal gangast okk­ um og landi okkara væl. Eg fari at enda enn eina­ ferð at takka øllum, sum hava verið við í yvirtøkuar­ beiðinum so ella so, og tað er mítt hægsta ynski, at Guds vælsignilsi skal hvíla yvir hesum verki og yvir Føroyum og hinum Norður­ londunum, sum eru um­ boðað her í dag. Yvirtøkan til gagns fyri kristnilívið Jógvan á Lakjuni, landsstýrismaður og Berthel Hårder, ráðharri skriva undir avtaluna Stúgvandi fult varð í Norðurlandahúsinum til hátíðarløtuna. Tónleikur og kórsangur settu sín serstaka dám á