mikudagur 1. august 2007síða 31
‹ fyrra síða allar 92 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 146 - 1. august 2007
31
tíðindi
grannastubbar
Ísland og
Nýfunnaland
størri sam-
starv
Myndugleikarnir í Íslandi
og Nýfunnalandi fara nú at
økja samstarvið millum
økini. Tað bleiv avtalað á
einum fundi í St. Johns í
gjár millum forsætisráð
harran í Nýfunnalandi og
Labrador, Danny Williams,
og íslendska forsætisráð
harran, Geir H. Haarde. Í
eini frásøgn frá fundinum
stóð, at partarnir ætla at
leggja dent á at økja sam
starvið innan fiskivinnu
mál, samferðslumál, orku
mál og menningarmál, og
at vinnulívið skal fáa stuðul
til at menna samstarvið.
Russar aftur
at kanna fisk
Russisku myndugleikarnir
hava gjørt av at senda
kanningarfólk til Noregs
at kanna viðurskiftini hjá
teimum fyritøkunum, sum
selja russum fiskaúrdráttir
av ymsum slagi. Talan er í
høvuðsheitum um fyri
tøkur, sum útflyta sild,
makrel, upsa og onnur
fiskasløg til Russlands,
skrivar Nordlys. Tann 1.
januar í ár steðgaðu russar
øllum fiskakeypi úr Nor
egi, men síðani hava
tíggju norskar fyritøkur
fingið góðkenning til at
senda fiskavørur til Russ
lands. Nú skulu fleiri
fyritøkur kannast.
Á kunnin-
garferð um
kópaveiði
Í heyst fara umboð fyri
politisku myndugleikarnar
í Grønlandi og onnur inu
ittasamfeløg á kunningar
ferð til Evropa í einari
roynd at forða fyri, at ES
skal seta fullkomið inn
flutningsbann ímóti kópa
skinnum. Hans Enoksen,
landsstýrisformaður, fer
at umboða Grønland á
ferðini, og hann heldur, at
mong hava eina skeiva
uppfatan av kópaveiðini
hjá inuittum. Eitt nú halda
mong, at teir sláa kóp við
gassa, men so er ikki, sig
ur hann við grønlendska
útvarpið.
Bara 15 prosent av
íslendingunum halda,
at kvotuskipanin er
tann besti hátturin at
stýra fiskiskapinum
Fiskivinna
Árni Joensen:
arni@sosialurin.fo
Kvotuskipanin, sum stýrir
íslendska
fiskiskapinum,
hevur ongantíð verið væl
umtókt, síðani hon kom, og
nú vísir ein nýggj kanning,
at í dag vilja uppaftur fleiri
íslendingar hava skipanina
hagar, piparið grør.
Kanningin, sum Gallup
hevur gjørt, vísir, at bara 15
prosent av teimum spurdu
halda, at verandi kvotuskip
an er tann besti hátturin at
stýra fiskiskapinum uppá.
Tey vóru 18 prosent fyri
trimum árum síðani. Hin
vegin siga heili 72 prosent,
at tey eru ikki nøgd við skip
anina. Fyri trimum árum
síðani vóru tað 64 prosent,
sum høvdu ta áskoðanina.
Tey seinastu 13 prosentini
eru hvørki nøgd ella ónøgd.
Kanska eitt sindur óvænt
að er kvotuskipanin betur
umtókt millum íslendsku
menninar enn millum kvinn
urnar. 21 prosent av monn
unum siga hana vera í lagi,
men tað halda bara 9 pro
sent av kvinnunum.
Sambært Morgunblaðn
um vísir Gallupkanningin
eisini, at tað yngra ættarliðið
er betur nøgt við kvotuskip
anina enn tað eldra.
Íslendingar misnøgdir
við kvotuskipanina
-Eg plagi at hava
gott samband við
veðurguðarnar, men
í summar hevur
sambandið verið
stak vánaligt, sigur
skiparin á norsku
ferjuni Atlantic
Traveller, sum siglir
millum Bergen og
Hanstholm
sigling
Árni Joensen:
arni@sosialurin.fo
Finn Esben Hansen, skipari,
er dani. Hann hevur siglt í
skandinaviskum sjógvi í 50
ár, og hann sigur seg ikki
hava upplivað so vánaligt
veður á sjónum nakað
summar sum í ár.
Hetta minnir mest um
vánaligt vetrarveður, sigur
hann við Bergens Tidende.
Atlantic Traveller hevði
ein ringan túr úr Hanstholm
til Noregs í síðstu viku, og
tá skipið skuldi leggja at
bryggju í Bergen seinasta
fríggjadag, steðgaði motor
urin. Hetta var annað óhapp
ið í summar. Tað fyrra var í
juni, tá eitt vindblak sendi
skipið inn í ein mola í inn
siglingini í Hanstholm. Tá
lá skipið eina viku til
umvælingar.
Reiðaríið gevur skiparan
um rætt í tí, sum hann sigur
um veðrið í summar.
Hetta svarar til, at tað
var mjørki á flogvøllinum í
Bergen allan juli mánað,
sigur Harald Thorstensen,
reiðari.
Ringt summar á sjónum
Atlantic Traveller
72 prosent av íslendingunum eru misnøgdir við verandi kvotuskipan