mikudagur 1. august 2007síða 32
‹ fyrra síða allar 92 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
32
Nr. 146 - 1. august 2007
tíðindi
Stutt Sagt
Senda
pengar
heim
Tað hevur leingi verið
alment kent, at fólk úr
Pakistan, Turkalandi og
øðrum londum, sum hava
búsett seg í Norðurlondum,
senda nógvar pengar til
skyldfólk í heimlandinum.
Í Noregi vísir ein kanning,
at á hvørjum ári senda
pakistanar, sum búgva í
Noregi, umleið 350 mió.
norskar krónur til skyld
fólk og onnur í Pakistan.
Umleið 130 mió. krónur
verða fluttar ígjøgnum
bankaskipanina, og hitt
hava fólk við sær, tá tey
fara til Pakistan at ferðast,
skrivar NTB. Sambært
útrokningum kunnu 350
mió. norskar krónur breyð
føða umleið 200.000 fólk
í Pakistan í eitt ár.
Flóttafólk
farin
Fýra fólk úr Norðurkorea,
sum komu inn á donsku
sendistovuna í vietnames
iska
høvuðsstaðnum
Hanoi fyri einum lítlum
mánað síðani, eru nú farin
haðani. Av sendistovuni
verður sagt, at tey fýra,
tvey vaksin og tvey børn,
søktu um at sleppa til Suð
urkorea. Tað vísti seg ikki
at vera nakar trupulleiki,
og tey fýra eru nú í Suður
korea.
Hávur var
brugda
Fyrradagin
frættist,
at
fólk høvdu sæð ein stóran,
hvítan háv í Ermasundi
nærhendis ensku strond
ini, og dagin eftir visti
okkurt blað at siga, at nú
høvdu fólk sæð tveir stór
ar hávar har. Serfrøðingar
svaraðu, at kanska var tað
ikki heilt ´phugsandi, at
ein hvítur hávur var komin
í Ermasund, men at tað
kortini var munandi meiri
sannlíkt, at talan mundi
vera um eina brugdu. Síð
ani hevur eingin sæð
hávin ella hávarnar aftur.
SAMBAND
árNi joeNSeN
fArtekSt@MAil.Dk
-ST-deildin til Darfur fær eina søguliga
uppgávu, men hon má mannast sum skjótast
(Ban Ki-moon, ST-aðalskrivari).
útlond
Teir illa útgjørdu
afrikonsku hermenn
inir, sum hava roynt
at tryggja frið í Dar
fur, fáa nú hjálp
STtrygdarráðið samtykti í
gjárkvøldið
einmælt
at
manna eina friðarvarðveit
andi herdeild, sum skal
hjálpa teimum 7.000 afrik
onsku hermonnunum, sum
higartil hava roynt at tryggja
friðin í tí ófriðarliga, sud
anska landspartinum Dar
fur. Uppskotið var frá Bel
gia, Bretlandi, Fraklandi,
Italia, Kongo, Peru og Slova
kia.
Í samtyktini stendur, at
STdeildin skal hava heim
ild til at brúka makt, men tó
bara í sjálvverju, og um tað
er neyðugt fyri at verja
starvsfólk hjá hjálparfelags
skapum. Upprunaliga var
ætlanin, at SThermenninir
skuldu hava heimild til at
leggja hald á ólóglig vápn,
men tann parturin av upp
skotinum bleiv strikaður.
Nýggja deildin fær í
mesta lagi 19.000 hermenn
afturat
teimum
7.000
afrikonsku.
ST-hermenn til Darfur
Eftir áhaldandi regn
í fleiri mánaðir er so
nógv vatn í kinesisku
Yangtzeánni, at
myndugleikarnir
bera ótta fyri, at ein
risastór byrging um
ánna kann skrædna
Nú er so nógv vatn oman
fyri ta risastóru byrgingina,
at hækkar vatnsstøðan tveir
metrar afturat, er álvarssam
ur vandi fryri, at byrgingin
skrædnar, og so verður Kina
rakt av einari vatnflóð, sum
eingin
av
álvara
kann
ímynda sær, skriva tíðinda
stovurnar.
Tann risastóra byrgingin
um Yangtzeánna, sum var
liðug fyri einum ári síðani,
er gjørd til at klára tað ovur
stóra trýstið frá vatninum.
Men hon er ongantíð roynd,
og tí hava myndugleikarnir
onga vissu fyri, at hon stend
ur mát við ta upprunaligu
ætlanina. Longu nú er
trýstið á byrgingina sera
stórt. Vatnið oman fyri hana
er vorðið 600 kilometrar
langt, og trýstið veksur fyri
hvørt einasta æl, siga teir
kinesisku serfrøðingarnir.
Fyri at lætta um trýstið
hava myndugleikarnir latið
allar slúsurnar á byrgingini
upp á víðan vegg. og tað
merkir, at tað renna 48.000
rúmmetrar ella næstan 50
tons av vatni úr byrgingini
um sekundið. Men tað er
kortini ikki nóg mikið til at
halda javnvágini, tí tá tað
regnar í MiðKina, renna
meiri enn 50 tons í byrg
ingina um sekundið.
Fyrimunurin við byrging
ini er, at myndugleikarnir
kunnu forða fyri vatnflóð
longri niðri í ánni. Fyrr var
vanligt, at Yangtze fór upp
um áarbakkarnar har fimta
hvørt ár, men sambært
útrokningunum kunnu nú
vera 100 ár ímillum hvørja
vatnflóð. Skipanin hevur
stóran týdning fyri sam
ferðsluna, tí Yangtze er ein
týðandi partur av kinesiska
samferðslukervinum.
Eitt
nú kunnu stór bingjuskip
sigla eftir ánni heilar 2.400
kilometrar inn í landið til
býin Chongqing.
Risastór byrging
kann skrædna
Nógv túsund sivilfólk hava latið lív í ófriðinum í Darfur, og
milliónir eru flýdd til grannalondini
Umleið 700 fólk eru druknað í vatnflóðini í Kina í ár, men skrædnar byrgingin um Yangtze-ánna, verður vanlukkan fleiri ferðir
størri