Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-08-01, síða 33
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 1. august 2007síða 33

‹ fyrra síða allar 92 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 146 - 1. august 2007 33 tíðindi SAMBAND jákup Mørk jAkup@SoSiAluriN.fo tlf. 341800 ítróttur - Hann er ein stórur maður og nú skulu vit síggja hvat hann kann Neil McDonald, Carlisle Nýggju donsku spælararnir hjá KÍ og GÍ vístu, at tað ivaleyst fer at verða styrkur í teimum FÓTBÓLTUR Jóannes Hansen Í vikuskiftinum verður farið undir aftur landskappingina í fótbólti. Hesar seinastu vikurnar hava feløgini fyrireikað seg. Talan hevur verið um harða fysiska venjing, og so hava fleiri feløg roynt seg í venjing­ ardystum. At spælararnir hava verið undir stórum likamligum trýsti hevur við sær, at tað skal ikki leggjast so nógv í úrslitini í venjingardystun­ um. Ólavsøkuaftan spældu havnarfeløgini steypadyst á Tórsvølli. Áhugin millum áskoðararnar var kanska størri, enn áhugin hesi sein­ astu árini hevur verið fyri ólavsøkudystum. HB vann 3­0. Andrew av Fløtum, sum er komin úr Fremad Amager og aftur í barn­ dómsfelagið, vísti beinan­ vegin, at tað er fongur í honum. Hann skoraði tvey mál, og Páll M. Joensen skoraði eitt mál. Ólavsøkudag spældu AB og KÍ á niðara vølli í Gundadali. KÍ vann 3­2. Málini hjá AB skoraðu Bjarni Jørgensen og Allan Mørkøre, og fyri KÍ skoraðu Ove Nysted, sum er komin aftur úr B36 og í barndóms­ felagið, Gunnar Nielsen og Atli Danielsen. Týskvøldið vóru tveir venjingardystir í Eysturoy. KÍ vitjaði í Fuglafirði, har úrslitið var 2­2. Fleiri klaks­ víkingar vóru farnir undir fjørðin fyri at skoða Denni Conteh, nýggja álopsspæl­ aran. Hann var á vøllinum í 1. hálvleiki, og í løtum sást, at tað eru stórir møguleikar í honum. Ein av nýggju ÍF spælar­ unum er Helgi L. Petersen. At tað verður góð nytta í honum er einki at ivast í. Í gjárkvøldið skoraði hann bæði ÍF málini, og báðu ferðirnar var tað við høvd­ inum. KÍ málini skoraðu Erling Fles og Heðin á Lakjuni upp á brotsspark. GÍ vann 4­2 á heimavølli ímóti LÍF. Christian Lund­ berg og Hendrik Rubeksen, sum eru nýggir í Gøtu, skoraðu eitt mál í part, og ungi og evnaríki Finnur Justinussen skoraði tvey mál. Fyri LÍF skoraðu Andreas Lava Olsen og Hjartvard Hansen. U-19 landsliðið spældi fínt, tá ið teir í gjárkvøldið vunnu 2-0 á KB, sum er klekingarstøðin hjá FCK FÓTBÓLTUR Jóannes Hansen joannes@sosialurin.fo Føroysku U­19 dreingirnir vunnu í gjárkvøldið ein rimmar sigur. Í Lyngby Cup, sum í hesi vikuni er í Lyngby, vunnu Føroyar 2­0 á KB. Talan er um U­19 liðið hjá FCK, sum heldur til á Frederiksberg. Í FCK vilja teir fegnir sjálvir klekja spælarar, og tað eydnast til ein ávísan mun. Men flestu spælararnir verða tó keyptir í øðrum feløgum. Abraham Løkin, sum saman við Albert Ellefsen er venjari, sigur seg vera stak væl nøgdan við før­ oyska avrikið í gjárkvøldið: ­ Hugburðurin hevur alstóran týdning. Hann var góður. Mánadagin sóu vit KB spæla ímóti AGF. Okkara vóru tilvitaðir um taktiska uppleggið, ið líktist nógv tí, sum okkara a­ landslið brúkar, og spælar­ arnir høvdu sjálvsálit at spæla fótbólt, halda upp á bóltin og at bjóða seg til. Uppspælið var ofta gott, og ikki minst, tá ið vit skoraðu málini var talan um gott uppspæl, sigur Abraham Løkin. Bæði málini vórðu skorað í 1. hálvleiki. Jóhan Ellings­ gaard legði Føroyar á odda í 6. minutti. Eftir gott upp­ spæl í vinstru legði Pól Jóhannes Justinussen inn­ fyri, og ungi B36 spælarin stýrdi við høvdinum bóltin í KB málið. Leiðslan varð tvífaldað í 36. minutti. Aftur hesa ferð var talan um gott uppspæl í vinstru. Øssur Dalbúð, sum var einsamallur á toppinum, meðan Jann Martin Morten­ sen var hangandi álopsspæl­ ari, sneiddi framvið einum og í besta Henry stíli setti hann úr brotsteigar saman­ komingini bóltin framvið málverjanum og í handaru síðuna av málinum. Føroyska manningin ímóti KB: Hans Jørgensen, Skála ­ John Hammer, KÍ, Rógvi Holm, AB, Torkil Kollsker, HB, Erling Jacob­ sen, GÍ ­ Jóhan Ellingsgaard, B36 (Rasmus Nielsen, B71, 63.), Oddmar Færø, B36 (Heri Nesá, ÍF, 78.), Rógvi Poulsen, AB, Pól Jóhannes Justinussen, GÍ (Álvur Christiansen, KÍ, 46.) ­ Jann Martin Mortensen, NSÍ (Páll Klettskarð, KÍ, 74.) ­ Øssur Dalbúð, NSÍ (André Olsen, B68, 80.) Á beinkinum uttan at verða skiftir inn: Petur á Roykheyggi og Klæmint A. Olsen, NSÍ. Tað hevur regnað illa í Danmark, og dysturin varð spældur á graslíki. Tað høvdu teir í KB biðið um. Kanska var tað ikki verri fyri føroyingarnar, at tað varð spælt á graslíki. Í kvøld skulu Føroyar spæla ímóti AGF. Einki er at ivast í, at talan verður um stóra avbjóðing. AGF vann í fyrradagin 4­0 á KB. Tað eru tveir bólkar í Lyngby Cup, og tað eru trý lið í hvørjum bólki. Tey spæla øll ímóti hvørjum øðrum, og so verður spælt um plaseringarnar. Í hinum bólkinum eru Lyngby, Landskrona og West Bromwich Albion. Helgi hevur gott høvd Nógvir klaksvíkingar nýttu høvi at hyggja at dystinum, tá Denni Conteh fyri fyrstu ferð spældi dyst fyri KÍ týskvøldið Føroyar vunnu á FCK talentunum