mikudagur 1. august 2007síða 34
‹ fyrra síða allar 92 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
34
[ Nr. 146 - 1. august 2007 ]
Tað gekk væl hjá
Rógva Jacobsen,
tá hann fekk ein
hálvleik móti Premier
League-felagnum
Middlesbrough
FÓTBÓLTUR
Rólant Waag Dam
rolant@sosialurin.fo
Frammanfyri 5000 áskoðar
um spældi Rógvi Jacobsen
í gjár ein hálvleik móti
Premier Leaguefelagnum
Middlesbrough.
Carlisle
United, sum liðið, ið Rógvi
venur við, eitur, er í
triðbestu ensku deildini og
tapti venjingardystin 02.
– Teir vóru betri enn vit,
eingin ivi um tað. Men vit
høvdu nakrar kjansir og
áttu eisini eitt brotsspark,
sum vit ikki fingu, sigur
Rógvi
Jacobsen
úr
telefonini í Onglandi í
morgun.
Tá Rógvi Jacobsen kom
til Onglands mánadagin var
longu greitt, at um hann
kom á vøllin, so fekk hann
ikki meiri enn ein hálvleik.
Tað var partur av avtaluni.
Rógvi
Jacobsen
byrjaði
dystin móti Middlesbrough
í álopinum, og varð tikin út
í steðginum.
– Tað gekk fínasta slag,
haldi eg. Eg var nógv við í
spælinum
og
avsluttaði
eisini nakrar ferðir. Eg
haldi eisini, at hinir lótu
bara væl at mínum avriki,
sigur Rógvi Jacobsen.
Hægri støði
Sterki føroyski áleyparin
letur at, at støðið har hann
nú roynir seg, er nakað
hægri enn í Føroyum.
– Ferðin er ein heilt onnur
og tað krevst eisini størri
orku av einstøku leikaru
num, sigur Rógvi Jacobsen.
Hann skal venja við Carlisle
United í dag og í morgin,
og kemur síðani heimaftur.
Rógvi Jacobsen sigur, at
Carlisle United hevur víst
áhuga fyri honum í longri
tíð nú.
– Men enn er ov tíðliga at
siga, um nakar sáttmáli
spyrst burturúr, sigur hann.
Stórur maður
Sunnukvøldið skrivaði al
menna
heimasíðan
hjá
Carlisle United um Rógva
Jacobsen. Teir vistu millum
annað at siga, at Rógvi
Jacobsen hevur spælt sum
yrkisleikari
hjá
bæði
SønderjyskE
og
KR
í
Reykjavík. Teir skriva um
landsdystirnar hjá Rógva
Jacobsen,
málini
hann
hevur skotið og síðani er
ein leinkja til málið, Rógvi
Jacobsen gjørdi móti Italia.
Í stuttari viðmerking sig
ur venjarin Neil McDonald,
at Rógvi er ein altjóða
leikari, sum hevur skotið
nøkur fín mál á høgum
støði eisini.
– So hann er avgjørt verd
ur at hyggja at. Hann er ein
stórur maður og nú skulu
vit síggja hvat hann kann,
og so taka vit tað har frá,
sigur altso Neil McDonald,
venjari hjá Carlisle United.
Rógvi spældi móti Middlesbrough
Venjarin hjá Carlisle United lýsir Rógva Jacobsen sum ein stóran mann við altjóða royndum
Føroysku U-17
dreingirnir taptu í
gjárkvøldið 2-0 ímóti
Danmark, eftir at
danir í hálvleikinum
høvdu verið á odda
við einum máli
FÓTBÓLTUR
Jóannes Hansen
joannes@sosialurin.fo
Í fyrradagin løgdu U17
dreingirnir rygg til 60 tap
ímóti
Noregi
í
NM
kappingini, sum í hesi vik
uni er í Jyllandi. Í gjár
kvøldið spældu Føroyar
ímóti Danmark, og hóast
talan aftur hesa ferð varð
um tap, so vóru avrikið og
úrslitið betri, enn tey vóru
mándagin.
Í Ikast vann Danmark 2
0. Málini skoraðu teir í 24.
og í 41. minutti. Seinna
málið skoraðu danir í fyrsta
álopinum í 2. hálvleiki.
Málskjúttarnir hjá Danmark
vóru Mahmut Cagri Erdem
og Martin Lund Pedersen.
Sambært FSF heimasíð
uni vóru danir skjótir, og
teir høvdu góðan førleika
við bóltinum. Hesa ferð
eydnaðist betri enn mána
dagin at tetta fyri upp
spælinum úti í síðunum.
Í dag er frídagur. Seinasta
umfarið í bólkaspælinum
verður hósdagin. Tá skulu
Føroyar spæla ímóti Belgia
á Haderslev stadion. Í
gjárkvøldið vann Belgia 1
0 á Noregi.
Undan síðsta umfarinum
er støðan í bólki A tann, at
Danmark og Belgia hava 4
stig í part, Noreg hevur 3
stig, og Føroyar hava einki
stig fingið.
Í gjárkvøldið var føroyska
liðið
soleiðis
mannað:
Teitur Gestsson, KÍ, Mon
rad H. Jacobsen, NSÍ (Eli F.
Nielsen,
FSV04,
57.),
Sørmund
Kalsø,
KÍ,
Viljormur Davidsen, NSÍ,
Dánjal Pauli Lervig, KÍ,
Jógvan Rói Davidsen, HB,
Heini
Vatnsdal,
VB/TB
(Karl Løkin, NSÍ, 31.),
Hallur
Hansson,
HB
(Kristin R. Mouritsen, 69.),
Hanus Mortensen, VB/TB
(Bjarti Hansen, FSV04,
35.), Róaldur Jacobsen,
B36 (Jens M. Jensen, EB/
Streymur, 62.), Jóan Símun
Edmundsson, B68.
Á beinkinum uttan at
verða skiftir inn: Thomas J.
Thomsen, HB og Mikal
Jespersen, VB/TB.
Í bólki B vóru úrslitini í
gjárkvøldið ÍslandSvøríki
01 og EnglandFinland 2
1. Støðan í Bólki B eftir
tvey umfør: England 6 stig,
Svøríki 4 stig, Finland 1
stig og Ísland 0 stig.
Hósdagin er skráin í bólki
B:
EnglandSvøríki
og
FinlandÍsland.
Leygardagin verður spælt
um plaseringarnar. Føroyar
skulu spæla um 7. plássið.
Tann dysturin verður á
Hedensted stadion klokkan
11.00.
Úrslitið
millum
Finland og Ísland hósdagin
verður avgerandi fyri, hvør
av hesum fótbóltstjóðunum
verður mótstøðuliðið hjá
Føroyum leygardagin.
Venjarar hjá føroyska U
17 landsliðnum eru Pætur
S. Clementsen og Finn
Johannesen.
Bar betri til hjá U-17
Heiðraðu Hvassa
Á móttøku í Eydnuni á Oyrarbakka í gjár, vóru fólk úr øll
um Sundalagnum savnað, fyri at heiðra róðurskvinnunum á
Hvassa. Genturnar gjørdust føroyameistarar í 5mannafars
róðrinum hjá gentum, og settu eitt flott punktum fyri eitt
frálíkt ár, tá tær vunnu ólavsøkuróðurin. Á samkomuni helt
millum annað borgarstjórin, Heðin Zachariassen, røðu fyri
røsku gentunum umborð á Hvassa. Frá vinstru á myndini
eru genturnar Anetta Eidesgaard, Ingibjørg Reinert, Alda
Magnussen, Ranveyg Joensen, Fríða við Streym, Kristianna
Kruse í Kollsbyrgi og Svanna Dam Joensen.
FM-kapping fyri vaksin
Leygardagin verður FMkapping í frælsum ítrótti fyri
vaksin á Svangaskarði. Kappast verður í greinunum 100
m, 400 m, 1500 m, 5000 m og longdarlop. Fyri at taka lut
í kappingini er krav, at luttakarin er fyltur 15 ár, og at
viðkomandi er limur í einum av feløgunum fyri frælsan
ítrótt. Seinasta freist fyri tilmelding á hóskvøldið, og fer
tilmeldingin fram á HYPERLINK ”http://www.athletics.
fo” www.athletics.fo.