mikudagur 11. apríl 2001síða 4
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 71 - 11. apríl 2001
7
gult7 cyan7 magenta7 svart7
6
Nr. 71 - 11. apríl 2001
gult6 cyan6 magenta6 svart6
– Løgmaður fer ikki
av sær sjálvum út í
fjølmiðlarnar soleið-
is, tað álit havi eg á
honum, sigur ein
vónbrotin Karsten
Hansen, nú løgmaður
í Útvarpinum hevur
nevnt nýggja sáttmál-
an við Starvsmanna-
felagið fyri eina
skrúvu uttan enda.
- Tað snýr seg um
menniskju, staðfestir
Karsten Hansen. Eg
eri nøgdur og mót-
parturin er nøgdur,
so hví henda øsing?,
spyr fíggjarmálaráð-
harrin, ið metir, at
ikki er frítt, at tíð-
indafólk her hava
spælt løgmann og
fíggjarmálaráðharan
út hvør móti øðrum
SÁTTMÁLA-
VIÐURSKIFTI
Dagfinn Olsen
Karsten Hansen, landsstýr-
ismaður við fíggjarmálum,
hevur frá sjúkralegu síni í
Danmark alla tíðina verið
við í samráðingunum mill-
um Starvsmannafelagið og
Fíggjarmálastýrið.
Hann er væl nøgdur við
nýggju semjuna og gjørdist
kløkkur, og ikki sørt kedd-
ur, tá hann hoyrdi meting-
arnar hjá løgmanni um
nýggja sáttmálan.
Løgmaður, Anfinn Kalls-
berg, metti í ÚF mána-
kvøldið, at hetta var skrúv-
an uttan enda og at betri
hevði verið við skattalætta.
– Eg helt meg eisini
hoyra hann siga, at hann
kendi ikki sáttmálan og síð-
ani komu nøkur tøl, ið einki
skil var á, t.d. nevndi hann
200 milliónir, sigur Karsten
Hansen.
– Eg greiddi løgmanni
frá semjuni, áðrenn undir-
skrivingin fór fram. Eg havi
síðani einki hoyrt frá løg-
manni, sigur Karsten Hans-
en.
– Tíðindafólk hava prátað
við løgmann og við meg,
men eg fekk einki at vita
um, hvat løgmaður metti,
so ikki er frítt, at her kanska
verður roynt at spæla okk-
um út hvør móti øðrum,
sigur Karsten Hansen, sum
heldur okkurt av hesum
vera tikið úr samanhangin-
um, tí annars skilir hann
púrt einki.
Álit á løgmanni
– Men tað álit havi eg á løg-
manni, at hann er ikki av
sær sjálvum farin út í fjøl-
miðlarnar
soleiðis.
Eg
trúgvi ikki, tað hongur so-
leiðis saman. Men heldur
løgmaður
hinvegin,
at
landsstýrismaðurin í fíggj-
armálum hevur borið seg
skeivt at, so eigur hann at
koma til mín, metir Karsten
Hansen.
– Men løgmaður og eg
hava havt eitt álitisforhold
og hava vanliga ikki hartað
hvønn annan í fjølmiðlun-
um, staðfestir Karsten Han-
sen, sum heldur ikki skilir,
hví neyðugt er at ringja til
løgmann at spyrja um máls-
økini hjá fíggjarmálaráð-
harranum, hóast hesin er
uttanlands. Hetta metir
hann sum óvanligt og held-
ur óseriøst.
– Eg havi verið við til
samráðingarnar alla tíðina,
hjálptur av telefon og faxi
og øðrum. Eg eri væl nøgd-
ur og tað er Starvsmanna-
felagið eisini, so eg skilji
ikki øsingina, sigur Karsten
Hansen.
Snýr seg um
menniskju
– Fyri tveimum árum síðani
var verkfall og stríð um
lønarskipan, sum øll minn-
ast. Tá setti eg mær fyri, at
soleiðis kann ein ikki fara
við fólki. Nú er ein sáttmáli
fingin uppá 2 ár og 7 mán-
aðir og tað eigur ein at hava
í huga. T.d. var 2 ára sátt-
málin við Føroya Tele sein-
ast dýrari enn hesin, sam-
anber Karsten Hansen.
– Kostnaðurin av nýggja
sáttmálanum við Starvs-
mannafelagið er uttan løn-
arskipanina 3,5% árliga.
Tað er t.d. lítið í mun til,
hvat gongur fyri seg í Løg-
tinginum, eittnú við keypi
av bygningum og øðrum,
sigur Karsten Hansen.
– Tað snýr seg um menn-
iskju og um, at hugsa má
um tey, í eru og gerast eldri.
Alt heta nýtist ikki at kosta
samfelagnum nakað, um
ein torir at taka avgerðir,
sigur landsstýrismaðurin í
fíggjarmálum.
Skattalætin er komin
Løgmaður hevur í fjølmiðl-
unum sagt, at ynskiligt
hevði verið við skattalætta.
– Skattalættin er komin á
nýggjárinum. Talan var um
50 milliónir og síðani aftur
í januar, so vit tosa um eini
80 milliónir, sigur Karsten
Hansen.
– Ein kann jú heldur ikki
samráðast við fakfeløgini
um
skattalætta,
metir
Karsten Hansen.
Álit
– Mín uppgáva er at gera
tað, eg havi sett mær fyri,
so leingi eg havi ávirkan.
Men viðvíkjandi útsøgnum
løgmans, so meti eg, at
hatta er bara ikki hann!
Hatta má vera tikið úr sam-
anhanginum. Vit eru ikki
samdir politiskt, men tað
snýr seg eisini um at fara
virðiliga fram, staðfestir
Karsten Hansen.
– Álit er ikki nakað ein
fær frá øðrum, men nakað
ein vísur, sigur Karsten
Hansen, ið ikki dylir, at
hann er kløkkur og keddur,
nú hann annars hevði fing-
ið í lag ein sáttmála, ið báð-
ir samráðingarpartar vóru
nøgdir við.
Tað eydnaðist tíverri ikki
at fá viðmerking frá løg-
manni.
Formaðurin í Havnar
Arbeiðsmannafelag,
Karl Johansen, metir,
at nýggi sáttmálin
millum Starvsmanna-
felagið og Fíggjar-
málastýrið er góður.
Hann sigur, at fyrstu
samráðingarnar altíð
eru leiðbeinandi, men
vil kortini ikki siga,
hvat hansara felag
ætlar gera og metir
vera nøktandi, men
lønin liggur fremst.
SÁTTMÁLA-
VIÐURSKIFTI
Dagfinn Olsen
– Jú, Starvsmannafelagið
hevur fingið nógv. Fyrstu
samráðingarnar eru altíð
leiðbeinandi og tískil er
lættari fyri tey, ið koma
aftaná. men sáttmálin er
uppá 2 ár og 7 mánaðir, so
felagið verður ikki fyrst at
samráðast næstuferð, sigur
Karl Johansen, formaður í
Havnar Arbeiðsmannafel-
ag.
Hann vil tó ikki siga,
hvat hansara felag metir
vera nøktandi og ringt er at
gera øll nøgd, metir hann.
Luksus
– Vit hava nú fingið tað, ið
kallast spesialarbeiðaraløn.
Nú er veruleikin jú tann, at
øll eru spesialarbeiðarar, tí
ein skal duga okkurt, tá ein
er á arbeiðsmarknaðinum í
dag, sigur Karl Johansen.
Hann sigur, at hjá teim-
um er tað nú einaferð so, at
talan er um tímaløn og at
lønin liggur fremst. Hann
hevur ikki verið í samband
við onnur feløg, og veit tí
ikki, um nakrar ætlanir eru
um nøkur av somu nýhugs-
anum, sum Starvsmanna-
felagið hevur í sínum sátt-
mála.
– Lønin liggur fremst,
hitt er luksus, sigur Karl
Johansen í stuttari við-
merking.
Karsten Hansen:
– Tað snýr seg um menniskju
– Heldur løgmaður, at landsstýrismaðurin í fíggjar-
málum hevur borið seg skeivt at, so eigur hann at
koma til mín
– Fyri tveimum árum síðani var verkfall og stríð um
lønarskipan, sum øll minnast. Tá setti eg mær fyri, at
soleiðis kann ein ikki fara við fólki
– Álit er ikki nakað ein fær frá øðrum, men nakað ein
vísur
Kløkkur og keddur
Nýggi sáttmálin hjá
Starvsmannafelagn
um gevur teimum
lægst løntu størstu
lønarhækkingina.
Og tey lægst løntu
eru ein stórur
partur av limum
felagsins
SÁTTMÁLA-
VIÐURSKIFTI
Dagfinn Olsen
Bæði Fíggjarmálastýrið
og Starvsmannafelagið
siga seg vera nøgd við
nýggja sáttmálan mill-
um partarnar.
Nýggi sáttmálin er
uppá eitt langt tíðar-
skeið, 2 ár og 7 mánaðir.
Sáttmálin
inniheldur
eina lønarhækking uppá
7,5%. Henda fellur í
trimum.
Eftirlønin
hækkar við 2,5%, so hon
verður 8% í 2003. Saml-
aða hækking verður set
til 12,5%. Miðalhækk-
ing hjá limum Starvs-
mannafelagsins er eini
1000 krónur um mánað-
in.
Harafturat sigur sátt-
málin, at serliga tey
lægst løntu í Starvs-
mannafelagnum,
so-
nevndi lægstlønarbólk-
urin, fær størstu hækk-
ingina.
Gunleivur Dalsgarð,
formaður, sigur, at hesin
starvsbólkur ikki er so
lítil. Útvið 60% av lim-
um felagsins eru í hes-
um bólkinum, sum fær
størstu ágóðarnar.
16 feløg á almenna ar-
beiðsmarknaðinum
standa nú í røð at slepa
til samráðingar, men tó
hendir einki, fyrr enn
páskahøgtíðin er av.
Tey lægst løntu
nógv í tali
Góður sáttmáli
Karsten Hansen, fíggjarmálaráðharri
Landsstýrismaðurin
við vinnumálum,
Bjarni Djurholm, er
ikki serliga fegin um
semjuna, sum Fíggj-
armálastýrið og
Starvsmannafelagið
hava funnið fram til.
Hann sigur hetta vera
løtuvinning hjá løn-
móttakarum og vænt-
ar, at vinnulívið fer at
knógva undir lønar-
vøkstrinum
LØNARVØKSTUR
Stefan í Skorini
Bjarni Djurholm landsstýr-
ismaður fyri Fólkaflokkin
væntar, at hetta samráðing-
arúrslitið fer at gera sam-
ráðingarnar á privata arb-
eiðsmarknaðinum truplar,
tí tað er væntandi, at onnur
fakfeløg eisini fara at
krevja sama ella størri løn-
arvøkstur.
Hann er sostatt ikki nógv
fyri lønarvøkstrinum, sum
Fíggjarmálastýrið
hevur
játtað at lata limum í
Starvsmannafelagnum.
Vøksturin er tilsamans
12,5% í hálvttriðja ár.
Fólkaflokkurin hevur sýnt
sína ónøgd við semjuna, tí
lønarvøksturin er ov høgur.
– Sæð í vinnuligum høpi,
so fer hetta úrslitið at áv-
irka samráðingarnar á priv-
ata arbeiðsmarknaðinum,
sigur Bjarni Djurholm, sum
væntar, at kappingarførið
hjá vinnuni verður sera
meint rakt.
Bjarni Djurholm vísir á,
nú lunnar eru lagdir undir
lønarhækkanir uppá 12,5%,
at almennu kassarnir gjalda
1,6 milliardir krónur um ár-
ið í lønum, og nú so nógv
prosent skulu leggjast om-
aná. Talan er um 200 mill-
iónir eyka útreiðslur um ár-
ið, vísir Bjarni á.
– Vit vita, at tá bruttoløn-
in veksur, so hækkar kostn-
aðarstøðið, og tað merkir at
vørur og tænastur gerast
dýrari. Tí merkir brúkarin
sjáldan nakað positivt í
síðsta enda, sigur Bjarni
Djurholm.
Bjarni Djurholm vísir í
hesum sambandi á, at við
seinastu lønarhækkan upp-
livdu vit, at vørur og tæn-
astur dýrkaðu, og tað verð-
ur tað sama hesuferð. Tí fer
henda
lønarhækkanin
neyvan at gagna føroyska
vinnulívinum og fer neyvan
at gagna føroyska lønmót-
takaranum í longdini.
Heldur skattalætta
Landsstýrismaðurin sigur,
at tað sjálvsagt er torført at
koma aftur um aftur og
finnast at eini semju, tá hon
er undirskrivað av báðum
pørtum, og at tað er lands-
stýrismaðurin við fíggjar-
málum, Karsten Hansen,
sum finnur fram til semj-
una.
Bjarni Djurholm slær
fast, at reallønin hækkar
neyvan sum úrslit av hesi
semjuni, og tí tala hann og
Fólkaflokkurin heldur fyri
at halda aftur í økingini av
teimum almennu útreiðsl-
unum og ístaðin veita
skattalætta, tí tá hækkar
reallønin.
Landsstýrismaðurin vísir
hinvegin á, at útreiðslurnar
av hesum sáttmálanum
svara til íløguna av einum
undirsjóvartunli undir Vest-
mannasund um árið. Tí
heldur Bjarni, at tað er ein
ávís andsøgn í kritikkinum
frá Tjóðveldisflokkinum í
síðstu viku, tá hann ákærdi
Fólkaflokkin fyri útgjaring.
– Samanlagt kann mann
siga, at Fíggjarmálastýrið
hevur tikið nakað rívan til,
og fakfeløgini kunnu sjálv-
sagt vera væl nøgd við úrsl-
itið. Spurningurin er bara,
um limirnir yvirhøvur fáa
nakra gleði av hasum, og
um samfelagið ikki fer at
líða undir tí, tá sama um
kemur, sigur Bjarni Djur-
holm at enda.
Myndatextur: Bjarni
Djurholm er ikki fegin um
tann stóra lønarvøksturin,
sum Starvsmannafelagið
nú fær. Hann heldur, at tað
er
løtuvinningur
fyri
lønmóttakaran
Bjarni Djurholm um semjuna:
Løtuvinningur hjá
lønmóttakarum
Bjarni Djurholm er ikki fegin
um tann stóra
lønarvøksturin, sum
Starvsmannafelagið nú fær.
Hann heldur, at tað er
løtuvinningur fyri
lønmóttakaran
Stefan í Skorini
Poul Michelsen verður í
næstum útnevndur nýggjur
finskur konsul í Føroyum.
Hetta váttar finska ambas-
sadan í Keypmannahavn.
Enn er tó eingin almenn
fráboðan komin frá hvørki
finska konslinum í Keyp-
mannahavn ella ambassad-
uni.
Finski konsulin í Keyp-
mannahavn hevur lagt ætl-
anir um at koma til Føroyar
í hesum sambandi, og tá
verður Poul Michelsen al-
ment útnevndur finskur
konsul. Hetta verður vænt-
andi einaferð eftir páskir.
Í dag fer Prix Føroyar
finalubólkurin Flux
til Grønlends at leika
TÓNLEIKUR
Dagfinn Olsen
Bólkurin Flux er væl um-
tóktur og ungur tónleika-
bólkur. Bólkur hevur á øðr-
um sinni leikt seg í Prix
Føroyar finaluna. Bólkurin
er sermerktur, eisinitá um-
ræður tað, ið nevnt verður
image, fáir bólkar eri eins
litríkir, og Flux..
Í dag far menninir í Flux
til Grønlands at leika. Teir
leika til ein festival í Aasiat,
Nibiaafestival, og eisini
aðrastaðir. Teir skulu mill-
um annað leika við saman
við bólkinum Chilli Friday,
ið er sera kendur bólkur har
á leiðum. Talan er um kan-
adiskar inuitar, ið mynda
bólkin, ið er millum teir
fremstu har á leið.
Flux fer at leggja dent á
at spæla egið tilfar á ferð-
ini. Tað eru grønlendingar,
ið skipa fyri, í samstarvi
við Norðurlandahúsið, ið
eisini hevur stuðlað Flux
við ferðini.
Flux koma aftur 17. apríl
og sostatt í góðari tíð til
Prix Føroyar finaluna leyg-
ardagin 21. apríl.
Flux til Grønlands
Poul Michelsen
nýggjur finskur konsul
Poul Michelsen, nýggjur finskur konsul