Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-04-11, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 11. apríl 2001síða 3

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 71 - 11. apríl 2001 5 gult5 cyan5 magenta5 svart5 4 Nr. 71 - 11. apríl 2001 gult4 cyan4 magenta4 svart4 Útróðrarbáturin Marianna av Strond- um, sum fekk stóran skaða í illveðrinum í oktober í fjør, er nú flotað aftur eftir umvæling á Tórs- havnar Skipasmiðju FISKIVINNA Edvard Joensen Útróðrarbáturin Marianna av Strondurmliggur nú aft- ur á floti við Fiskasentralin í Havn. Hon hevur fingið eina rættiliga stóra umvæl- ing á Tórshavnar Skipa- smiðju. Tað var í illveðri í oktob- er í fjør, at aluminiumsbát- urin Marianna fekk rætti- liga stóran skaða við bryggjuna i Heygsstøð á Strondum. Eitt størri skip, brunnbáturin Víkingur, sleit og rak niður á Mari- onnu, sum kroystist illa millum Víking og bryggj- una. Sonni Johansen á Strond- um, sum eigur Marionnu, sigur, at báturin, nú hann flýtur aftur, hevur verið ígjøgnum eina at kalla fullkomna umvæling. Heilt nógv av skrokkinum er skift út, sigur hann. Ampteringin varð øll tikin úr og er sett í aftur av nýggjum. Línuskipanin varð tikin úr, er umvæld og ímonterað aftur. Eisini motorarnir hava verið úr. – Báturin hevur stutt sagt verið reinsaður, allur sum hann er, sigur Sonni Jo- hansen. Hann sigur, at hendan umvælingin fer at kosta nógvar pengar. Helst verða tað fleiri miliónir, sigur Sonni Johansen uttan tó at vilja nevna nakað tal. Sonni Johansen sigur, at hann væntar, at báturin verður klárur at fara til fiskiskap aftur um eina góða viku ella so. Ætlandi skuldi hann roynast í gjár, og so er okkurt smávegis eftir at taka hond í, sigur hann. Hann hevur annars róð út sjálvur triði við einum glasfipurbáti í vetur. Teir hava róð við línu mest vestanfyri, sigur Sonni Johansen. Onkran túr hava teir verið norðanfyri, og hann letur at, at tað hevur roynst hampiligt. Teir hava ikki verið við snellu í vár. Bara einar fimm dagar, meðan streymurin var harður, sigur hann. Teir vóru seks mans við Marionnu, áðrenn hon fekk skaðan. Teir tveir hava so verið saman við Sonna í vetur, meðan hinir tríggir hava verið við øðrum skip- um. Sonni Johansen sigur, at tá Mariana verður klár at fara í drift aftur, væntar hann somu manning, sum var við í heyst. Útróðrarbáturin Marianna av Strondum er nú komin á flot aftur eftir at hava verið ígjøgnum eina rættiliga stóra umvæling á Tórshavnar Skipasmiðju Mynd: Edvard Joensen Marianna flotað aftur N.A. Transport í Streymnesi hevur keypt danska farma- skipið Ardua. Skipið, sum nú eitur Atlantic, fer at føra alifóður fyri Skretting úr Noreg til Føroyar FARMAFLUTNINGUR Edvard Joensen Seinasta farmaskipið, sum komið er í føroyska flotan, eitur Atlantic og er skrásett í Streymnesi. Skipið skal brúkast til flutning av ali- fóðri úr Noreg til Føroya. Tað er N.A. Transport í Streymnesi, sum hevur keypt danska farmaskipið Ardua úr Svendborg. Skip- ið, sum er smíðað í Ring- købing í 1978, er 60 metrar langt, 10 metrar breitt og lastar 1.240 tons deyðvekt. Atlantic, sum skipið nú eitur, hevur 1.000 HK Callesen maskinu og gong- ur 11 míl. Niels Andrias Morten- sen, sum eigur N.A. Trans- port, sigur, at skipið fer at kosta einar fimm-seks milliónir krónur, tá tað er siglingarklárt. Atlantic er keypt óklass- að, og skal til klassingar á Tórshavnar Skipasmiðju, áðrenn skipið fer í regluliga sigling. Niels Andrias Mortensen sigur, at skipið er í góðum standi, og ikki er serliga nógv at gera við tað. Tó skulu bummarnir takast úr og krani setast á dekkið, eins og síðurskrúvur skulu setast í. Bæði aftan og framman. Síðuskrúvurnar eru neyð- ugar, tí skipið skal lossa fóður beinleiðis til ali- brúkini. Og tá er neyðugt at kunna »manøvrera« væl. Tað verða tvær mann- ingar upp á fimm mans hvør við Atlantic. Rutan verður millum Stavanger og Føroyar. N.A. Transport, sum hev- ur lastbilar og truckar, hev- ur eisini avtalu við Skrett- ing í Føroyum um lossing og flutning av fóðrinum, sum felagið selur. Fyrr hevur fóðrið verið flutt við leigaðum skipum til Hvalvíkar, har Skretting eigur pakkhús. Men Niels Andrias Mortensen sigur, at teir mettu tað vera betri at hava egið skip. Tað hevur fleiri fyrimnir, sigur hann. Eitt nú regluligari flutning, eins og lættari verður at sleppa til alirstøðirnar. Hann væntar eisini, at flutningurin fer at vaksa. Atlantic fer væntandi í regluliga sigling fyrst í mai, væntar Niels Andrias Mort- ensen. Á fyrsta túrinum til Føroya var einki alifóður við, men cement til Løvu- betong á Eiði og seyða- fóður til MBM Fóður í Kollafirði. Nýtt farmaskip Fyrsta lastin varð lossað úr Atlantic við kranabilum. Men tá skipið verður klassað, fær tað eisini egnan krana á dekkið, eins og síðuskrúvur verða ísettar Mynd: Edvard Joensen Á middegi í dag fer útvarpsrásin, Lindin, at senda á 103 MHz av Brúnaskarði, og so skuldi alt útvarpsórógv í Klaksvík verið burtur ÚTVARP Eyðun Klakstein Klaksvík: Kristiliga út- varpsrásin, Lindin, fer í dag at senda við nýggjum frekvensi í Klaksvík. Á middegi verður sendar- in hjá rásini broyttur, so- leiðis at sendingarnar verða at hoyra á 103 MHz ístaðin fyri 105 MHz, har rásin hevur sent higartil. Orsøkin til hetta er, at órógv hevur verið FM- bandinum, síðani Lindin fór at senda av Brúna- skarði. Rásin fekk frekv- ensin 105 MHz at senda á, men tað hevur síðani víst seg, at hesin frekvensurin passar ikki saman við hinar rásirnar, sum senda av Brúnaskarði. Fjarskiftiseftirlitið hevur nú latið Lindini nýggjan frekvens, og tað skal síðani syrgja fyri, at øll fara hoyra útvarpsrásirnar betur. Nýggja antennu Preben Hansen, nevndar- formaður hjá Lindini, fegn- ast um, at viðurskiftini í Klaksvík koma uppá pláss, hóast tað í grundini ikki er Lindin, sum hevur havt ábyrgdina av órógvinum. Sendarin og antennan hjá Lindini í Klaksvík verða flutt frá 105 MHz til 103 MHz. Ivamál hevur verið um, hvørt antennan kann flyta frekvens, men umveg- is mátingar er komið fram, at tað kann antennan, hóast hon missir nakað av styrk- ini. – Vit fara at fáa nýggja antennu úr USA til Brúna- skarð um nakrar vikur, og tá verður antennan á Brúna- skarði so flutt til Suðuroyar, har vit skulu senda á 105 MHz, sigur Preben Hansen. Skírshósdag letur framsýning við verk- um eftir Elinborg Lützen upp í Klaks- vík. Framsýningin verður opin um pásk- irnar LIST Eyðun Klakstein Klaksvík: Verk eftir lista- kvinnuna Elinborg Lützen verða um páskirnar at síggja í Klaksvík. Skírshósdag letur fram- sýningin upp, og hon verð- ur at síggja allar páskirnar. Framsýningin verður í ovastu hædd á býráðshús- unum, har Norðoya Lista- felag heldur til. Framsýningin varð sett saman í sambandi við 80 ára dagin hjá Elinborg Lüt- zen í 1999. Framsýningin var at síggja í Listaskálanum, men nú hevur Norðoya Listafelag syrgt fyri, at framsýningin eisini verður at síggja í Klaksvík. Eisini tónleikur Elinborg Lützen varð fødd í Klaksvík í 1916. Hon fór sum 11 ára gomul til Havn- ar at ganga í skúla, og seinni fór hon eisini til Danmarkar í somu ørind- um. Hon kom tí fyrst í fimtiárunum aftur til Klaksvíkar at búgva. Elinborg Lützen sýndi verk síni fram á framsýn- ingum í Føroyum og uttan- lands, og meginparturin av verkum hennara eru svart- myndir. Framsýningin í Klaksvík letur upp hósdagin klokkan 16.00, og tá verður eisini tónleikaframførsla. Nikola- os Kapnas, Bogi Lützen og Jens Christian Guttesen fara at spæla eina strúkitrio eftir Joseph Gehot. Eisini fer Kapnas at spæla eina variatión fyri bratsj eftir William Heinesen. Í dag kemur estlendska ferjan, Scania, til Klaksvíkar og fer í sigling ein av fyrstu døgunum. Ferj- an fer at sigla millum Klaksvík og Fugla- fjørð, og tað gevur færri túrar SAMFERÐSLA Eyðun Klakstein Klaksvík: Á páskum fer ferjan Scania undir sigling- ina um Lorvíksfjørð. Estl- endska ferjan skal eftir ætl- an koma til Klaksvíkar í dag, og síðani verður farið undir siglingina, so skjótt sum gjørligt. Gongst væl verður hetta longu í morgin, men um skipið ikki verður klárt so skjótt, byrjar siglingin leyg- ardagin. Scania fer at sigla millum Klaksvík og Fuglafjørð, og hóast ferjan siglur nakað skjótari enn Dúgvan, verð- ur talan um færri túrar, tí teinurin millum Fuglafjørð og Klaksvík er væl longri enn tann millum Lorvík og Klaksvík. Størri enn Dúgvan Scania er tó stór ferja, sum tekur fleiri bilar enn Dúgv- an, og tí verður helst talan um minni bíðitíð hjá mong- um sammett við støðuna seinastu vikurnar, Ternan hevur røkt siglingina. Scania tekur 80 akfør og 400 ferðafólk, og skal ferj- an samalíknast við strand- faraskip, er støddin á henni millum Dúgvuna og Smyr- il. Strandferðslan hevur havt stórt stríð við at fáa av- loysaraferju. Tað eru nógv viðurskifti, sum skulu upp á pláss, áðrenn eitt skip kann leigast, og hósdagin hevði Strandferðslustjórin hug at geva upp, tí tað gekk so seint við teimum formil- igu viðurskiftunum. Men so kom glið á, og nú er Scania á veg til Føroyar. Støðugur vandi fyri brekum Løgtingið hevur játtað 2,5 milliónir krónur til leigu- málið av Scania, og prísur- in fyri ferjuna úr Estlandi er 37.000 krónur um dagin. Dúgvan verður nú um- væld, og hon skal eftir ætl- an fara í sigling aftur 1. mai, og tá fer Scania so at røkja Suðuroyarleiðina, tí Smyril skal í dokk. Hóast Scania nú fer í sigling, og tænastan verður betri á Lorvíksfjarðaleiðini og um Vestmannasund, kann strandferðslustjórin ikki veita trygd fyri, at alt verður í lagi komandi vik- urnar. Hann segði í farnu viku við Sosialin, at skipini hjá Strandferðsluni eru so gomul og slitin, at vandi er altíð fyri tekniskum brek- um, sum kunnu leggja okkurt skip. Lindin skiftir frekvens í Klaksvík Í dag verður sendarin hjá Lindini á Brúnaskarði fluttur til 103 MHz, har rásin fer at senda framyvir. Mynd: Regin Samuelsen Framsýning av verkum hjá Elinborg Lützen Verk eftir listakvinnuna Elinborg Lützen verða um páskirnar at síggja á framsýning í býráðshúsunum í Klaksvík Færri túrar i Sosialurin