Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-08-01, síða 1
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 1. august 2007síða 1

‹ fyrra síða allar 92 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 - Eg var blivin eitt sind­ur ked­d­ av tón- leikavinnuni, og eg gav meira ella minni tónleikin upp. Eg hevði brúk fyri onkrum øðrum í míni lívi, men nú havi eg av álvara fingið hug til tónleik aftur, og mær d­ámar serliga væl at spæla til konsertir, sigur Kim Wild­e Tað var ein blaðung kvinna, sum tíðliga í áttatiárunum klatraði upp eftir hitlistum í Europa og USA við sanginum Kids In America. Lívligi poppsangurin gjørdist gjøgnubrotið hjá Kim Wilde, og mongu árini síðani fyrsta hittið, hevur hon havt nógvar sangir á hitlistunum, og nú hon aftur er farin at spæla til konsertir, tykist hon verða enn betur sum sangari og undirhaldari. - Eg var ein ung kvina, tá ið eg fekk gjøgnumbrotið. Eg var fyrst í 20’unum, og hjá nógvum fólki kann tað verða ein turbulentur aldur. Í nógvar mátar eri eg sami persónur nú, sum eg var tá, men eg í aðrar mátar eri eg nógv broytt, og eg kenni meg eydnusamari nú, enn eg gjørdi tá, sigur Kim Wilde. - Á ein hátt eri eg glað, at tann tíðin er farin, men hivegin má eg eisini viðurkenna, at tað gekk sera væl hjá mær tónleikaliga. Eg var helst ov ung til at síggja samanhangin í øllum tá, men eg slapp at ferðast kring allan heimin, hevði sangir á hitlistunum og spældi nógvar góðar konsertir. Kid­s in America Tann sangurin, sum fram um allar aðrar setti ferð á yrkisleiðina hjá Kim Wilde sum poppsangara, var Kids In America. - Tað var sangurin, sum gav mær gjøgnumbrotið, og tí sanginum sleppi eg ongantíð undan. Tey fara helst at spæla Kids In Ameirica til jarðarferðina hjá mær. Mær hevur altíð dámt væl at syngja sangin. Eg havi spælt hann inn av nýggjum til seinastu fløguna hjá mær, og eg ætli mær eisini at spæla sangin fyri føroyingum, sigur hon. - Beiggi mín Ricky skrivaði sangir, og hann fekk meg at syngja kór til onkrar sangir, sum hann spældi inn. Men tað endaði við, at hann og aðrir hildu, at eg kundi klára meg sum solistur. Beiggi mín og pápi mín skrivaðu Kids In America til mín, og tað var startskotið til tað heila. - Tað var ein hendingarík tíð. Eg var á hitlistunum, á forsíðunum á bløðunum og slapp at ferðast til nógv spennandi lond. Í langa tíð svav eg ikki í mínari egnu song, tí vit ferðaðust allatíðina. Eg havi tó ongantíð verið í Føroyum áður, men har sleppi eg nú at vitja. Fólka Jensina Olsen hevur í nógv ár verið virkin í føroyskum tónleiki – millum annað sum útiseti í Danmark - men tað er serliga seinasta árið, at hon veruliga hevur gjørt vart við seg sum solistur. Jensina vann Singer/Songwriter kappingina á Hafnia Lounge farna vetur, og nú eru boð eftir henni til framførslur til konsertir og festivalar. Jensina Olsen spælir leikandi lætt gittar, og hon syngur sera væl. Hon torir at improvisera, hevur góðar og fangandi sangir, og so dugir hon væl at upptraðka. Jensina Olsen Hon er sangari, tónleikari og sangskrivari, og seinnu árini hava alt fleiri fólk lagt merki til hennara sangir og framførslur. Guðrið Hansdóttir var bæði í 2006 og 2007 tilnevnd sum besta songkvinna á Planet Awards, og í næstum verður hon fløguaktuell. Guðrið er sangari og oddakvinna í bólkinum Isadora And The Rebels, sum hevði eina frálíka framførslu í Húsinum á seinasta Summar Festivali. Hesaferð kemur Gurðið aftur til Klaksvíkar sum solistur, og hon fer millum annað at syngja sangir, ið koma út á hennara fyrstu fløgu seinni í ár. Guðrið Hansd­óttir - Eg var á hitlistunum, á forsíðunum á bløðunum og slapp at ferðast til nógv spennand­i lond­. Í langa tíð svav eg ikki í mínari egnu song, tí vit ferðaðust allatíðina. Eg havi tó ongantíð verið í Føroyum áður, men har sleppi eg nú at vitja, sigur Kim Wild­e Mynd­ Polfoto Eg havi hugt eftir mynd­um av Føroyum á internetinum, og eg má siga, at tað er eitt vakurt land­. Tit hava tykkara egnu mentan og egið mál, og nú gleði eg meg bara til at koma til land­ið og uppliva tað sjálv. Kim Wild­e 25 oyru Tónleikabólkurin 25 oyru hevur spælt saman hetta seinasta árið. Bólkurin er sprottin úr umhvørvinum í Virkishúsinum í Klaksvík og hevur havt fleiri framførslur í Klaksvík seinastu tíðina. Teir hava millum annað spælt í Virkishúsinum, á Dávavirkinum og á Norðoyastevnu. Tríggir ungir dreingir manna bólkin, og teir spæla bæði egnan tónleik og tónleik hjá øðrum. Rógvi spælir gittar og syngur, Fríði spælir trummur og Ólavur spælir bass. Stuttligt verður at hoyra hesar ungu tónleikarar, sum gera framstig allatíðina, spæla til stóra Summar Festivalinum.