mikudagur 1. august 2007síða 1
‹ fyrra síða allar 92 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
Hendi nógv
Í 1988 var Kim Wilde á konsertferð við
Michael Jackson, sum var poppkongur í
heiminum júst tá.
- Tað var ein áhugaverd tíð. Eg hitaði
upp fyri hann til nógvar konsertir á
hansara Bad-konsertferð, og eg lærdi
nógv av at síggja hann upptraðka.
- Tað kundi verða sera trupult hjá mær
at fara á pallin frammanfyri hansara
áhoyrarum og so nógvum áhoyrarum, við
hvørt vóru tað fleiri hundraðtúsund fólk,
og tey flestu vóru komin fyri at síggja
og hoyra Michael Jackson. Eg noyddist
at læra meg, hvussu eg kundi fáa eina
slíka áhoyrarafjøld við mær. Tað var
læruríkt fyri mínar konsertframførslur,
sigur Kim Wilde.
Tók seg úr tónleiki
Fyri fáum árum síðani fór Kim Wilde
aftur at spæla til konsertir, men tá hevði
hon verið buturi frá tónleikinum í eini
10 ár.
- Eftir at eg hevði havt míni hitt, snúði
tað seg altíð um at skriva og spæla
næsta sangin, sum kundi gerast eitt
hitt, og tað kundi til tíðir verða strævið
– bæði fyri tey, sum skrivaðu sangirnar,
og fyri meg, sum skuldi syngja teir.
- Tað lá trýst á okkum um at levera
allatíðina, og eg haldi, at vit kláraðu
tað heilt væl. Eg hevði nógvar
stakfløgur, sum kláraðu seg væl, og
fløguútgávurnar seldu eisini væl. Men
tað fekk eisini ein enda, og eg haldi,
at hevði nátt langt, tá ið eg valdi at
gevast við tónleikinum, bleiv gift og fekk
familju.
Hetta var fyri meira enn 10 árum
síðani, og hon hevur hesi árini fingist
nógv havar og blómur, og millum annað
hevur hon verið vertur í sending hjá BBC.
- Eg fór í skúla fyri at læra um plantur,
og eg havi fingist nógv við tað seinnu
árini. Eg geri tað framvegis, men nú havi
eg spælt meira tónleik aftur. Eg kenni
á mær, sum at eg tími betur at spæla
tónleik aftur, og tað er serliga stuttligt
at spæla konsertir.
- Eg var blivin eitt sindur kedd av
tí heila, og eg gav meira ella minni
tónleikin upp. Eg hevði brúk fyri onkrum
øðrum í míni lívi, men nú havi eg av
álvara fingið hug til tónleik aftur. Eg havi
spælt aftur kring Europa, og tað hevur
verið ein stór uppliving.
Føroyar
Og nú kemur Kim Wilde fyri fyrstu
ferð til Føroya at spæla. Hennara
tónleikur hevur verið sera væl
umtóktur í Føroyum, og nú fáa
føroyingar møguleikan at hoyra ensku
songkvinnuna live.
- Eg gleði meg til at uppliva Føroyar.
Eg havi hugt eftir myndum av Føroyum
á internetinum, og eg má siga, at tað er
eitt vakurt land. Tit hava tykkara egnu
mentan og egið mál, og nú gleði eg meg
bara til at koma til landið og uppliva tað
sjálv.
- Eg fari at spæla allar sangirnar,
sum fólk kenna. Eg havi eisini onkrar
einstakar nýggjar sangir frá seinastu
útgávuni hjá mær. Eg havi ein bólk við
mær. Tað eru ungir og góðir tónleikarar,
so tað verður lív í. Fólk fara við vissu at
hugna sær, lovar Kim Wilde.
afest við Kim Wilde
HITTINI
Kids In America
You Keep Me Hangin’ On
You Came
Water On Glass
View From A Bridge
Cambodia
Chequered Love
Four Letter Word
Never Trust A Stranger