Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-08-01, síða 1
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 1. august 2007síða 1

‹ fyrra síða allar 92 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 – Vit vilja skapa eitt fantastiskt summar­ kvøld í Føroyum, vit vilja í samband við áhoyraranar, og tá fólk fara avstað aftur skulu tey siga, at hatta var ótrúligt, sigur Klaus Meine, sangari í Scorpions Scorpions uttan Klaus Meine hevði verið sum ein ballón uttan luft. Eyðkenda røddin, sum kann fara upp í skýggini og raka tónan sum ein hamari rakar seymin á høvdið, hevur øll árini verið við til at mynda tónleikin hjá Scorpions, og framvegis er tað ein Klaus Meine í toppformi, sum stendur á odda fyri bólkinum. - Vit høvdu hoyrt um Summar Festivalin og fingu eina innbjóðing úr Føroyum. Vit hildu beinanvegin, at tað hevði verið stuttligt at farið til Føroya at spælt. Scorpions eru kendir fyri at ferðast kring allan heimin við okkara tónleiki, og vit eru klárir at spæla allastaðni, har tað er streymur, sigur Klaus Meine. - Vit vita, at tað eru nakrar vakrar oyggjar, ið vit nú skulu vitja. Vit hava verið á internetinum og leita eftir upplýsingum um Føroyar. Tað er langt burturi, men vit hava samband umvegis tónleikin, og nú koma vit at rocka víkingarnar. Framúr fløga The Scorpions komu herfyri við eini nýggjari fløguútgávu – Humanity Hour I – og fløgan hevur sett enn meira ferð á yrkisleiðina hjá bólkinum – Føroyingar fáa eit – Føroyingar skulu vænta at hoyra allar okkara kendastu sangir. Vit spæla Wind of Change, Rock You Like á Hurricane, Still Lovin You og øll hini hittini hjá okkum. Og so tríva vit sjálvandi eisini í nakrar sangir av okkara nýggju útgávu. Klaus Meine Deja Vu Deja Vu hevur seinastu sjey árini verið ein virkin bólkur í føroyskum tónleiki. Bólkurin spælir sveimandi popprock, løgini eru fangandi, og á palli er bólkurin altíð eitt gott upplivilsi. Deja Vu hevur útgivið fløguna A Place To Stand On, og her er talan um eitt framúr gott og flott tónleikaverk. Tað vakti ikki minst ans, at saman við fløguni var ein lítil bók við 156 síðum, har tað veruliga var gjørt nógv burturúr við góðum myndum. Deja Vu verður sett í samband við dygdargóðan tónleik, og teir hava eisini staðið seg væl í føroyskum tónleikakapping. Teir hava verið næstfremstir í Prix Føroyum, og teir vunnið kappingina Global Battle of the Bands í fjør. Deja Vu spælir fyri fyrstu ferð á Summar Festivalinum. Høgni Lisberg Tað er nógv hent, síðani Høgni Lisberg var tann lívligi trummuspælarin í rockbólkinum Clickhaze. Eftir at bólkurin gavst at spæla fyri nøkrum árum síðani, hevur Høgni skrivað og spælt tónleik sjálvur. Hann hevur vaksið seg til sangskrivara, sangara og tónleikara, og tað hevur gingið støðugt framá hjá honum. Høgni hevur verið sera virkin uttanlands, og hann hevur fingið alt meira at gera – millum annað í Danmark. Hansara seinasta útgáva, Morning Dew, hevur verið sera væl umtókt, og onkrir av sangunum av hesari útgávu hava verið nógv at hoyrt í føroyskum og íslendskum útvarpi. Høgni Lisberg hevði eina fantastiska framførslu á Summar Festivalinum í fjør, og vit eru sera fegin um, at hann er við á festivalinum aftur í ár.