Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-08-01, síða 1
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 1. august 2007síða 1

‹ fyrra síða allar 92 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

15 - Okkara nýggja fløga hevur fingið eina fantastiska góða móttøku, og tað eru vit fegnir um. Vit hava gjørt okkum sera stóran ómak við sangunum, og tí er tað stuttligt, tá ið fólk taka so væl ímóti fløguni, sigur Klaus Meine. - Nýggja fløgan snýr seg um tann globala pallin. Hvar eru vit stødd, og hvar fara vit higani. Skulu vit ikki finna aftur til meira kærleika og virðing fyri hvørjum øðrum og seta menniskjaligu virðini í hásæti. Sangirnir snúgva seg allir um hetta evni – á ymsan hátt – og umframt at vit gjarna vilja undirhalda við góðum rocktónleiki, so hava vit eisini ein boðskap við fløguni. - Scorpions hevur eina langa søgu, tað hevur verið ein langur vegur við nógvum góðum løtum – og eisini onkrum minni góðum løtum – og í løtuni virkar tað, sum at fólk veruliga taka undir við bólkinum. Fløgan hevur fingið sera góða móttøku, og nógv fólk koma til okkara konsertir, sigur Klaus Meine. Konsertirnar stóran týdning Scorpions hevur givið nógvar fløgur út, men nú sum áður hava konsertirnar hjá bólkinum nógv at siga fyri bæði fjepparar og teir í bólkinum. - Vit trívast sera væl á konsertferð. Vit hava spælt í nógv ár, og vit tímað tað framvegis sera væl. Vit eru tónleikarar og tíma best tað, sum vit fáast við. Men hvat er alternativið? Vit kundu kanska gjørt eina ferð til golfvøllirnir kring heimin, men tað er ov tíðliga enn. Vit hava nógvar fjepparar, og vit vilja gjarna út til teirra at spæla, sigur Klaus Meine. - Vit hava nógvar konsertir í ár. Vit hava spælt fyri 250.000 fólkum í Skt. Petersburg, vit spæla kring Europa í summar, millum annað í Føroyum, og so fara vit til Suðuramerika, Norðuramerika og møguliga til Fjareystur. Lovar rimmar konsert í Føroyum - Tá ið vit hava givið eina góða fløgu út, gleða vit okkum altíð til at spæla sangirnar live, og soleiðis er eisini hesferð. Vit eru sera spentir at koma til Føroya, og tað verður eitt ordans rockshow, tá vit koma at spæla, lovar sangarin úr Hannover. - Føroyingar skulu vænta at hoyra allar okkara kendastu sangir. Vit spæla Wind of Change, Rock You Like á Hurricane, Still Lovin You og øll hini hittini hjá okkum. Og so tríva vit sjálvandi eisini í nakrar sangir av okkara nýggju útgávu. - Vit vilja skapa eitt fantastiskt summ- arkvøld í Føroyum, vit vilja í samband við áhoyraranar, og tá fólk fara avstað aftur skulu tey siga, at hatta var ótrúligt. Fekk ein kjans afturat Klaus Meine hevur eina eyðkenda rødd, sum meira enn nakað annað hevur verið við til at mynda tónleikin hjá Scorpions, men tað var ein tíð, har tað stóð illa til við røddini hjá honum. Fyrst í 80’unum gjørdist Klaus Meine sjúkur í stemmubondunum, og støðan var so ring, at hann fekk ikki sungið longur. - Eg misti røddina, og eg mátti undir skurð tvær ferðir, fyri at kunna tosa og syngja aftur. Tað var ein sera hørð tíð fyri meg, men tá ið eg so bleiv frískur, so varð tað sum at fáa ein kjans afturat sum sangari og tónleikari, sigur Klaus Meine. Tí er fyrsta útgávan hjá Scorpions eftir hesa hending nakað serligt hjá Klaus Meine. Útgávan Blackout gjørdist eisini byrjanin til stóru tíðina hjá Scorpions. - Vit hava givið nógvar útgávur út, men Blackout-plátan er nakað serligt fyri meg. Men vit hava eisini havt nógvar aðrar spennandi løtur sum bólkur, og í løtuni eri eg sera glaður fyri okkara nýggju fløgu. Vit trúgva, at tónleikur skapar samband millum fólk, og tónleikur kann eisini broyta nakað, sigur Klaus Meine. t ordans rockshow Umboð fyri Summar Festivalin hittu herfyri ein væl upplagdan Klaus Meine í Svøríki. Hann gleðir seg at koma til Føroya at vitja – Vit vita, at tað eru nakrar vakrar oyggjar, ið vit nú skulu vitja. Tað er langt burturi, men vit hava samband umvegis tónleikin, og nú koma vit at rocka víkingarnar. Klaus Meine Hanus G. Johansen Hann hevur verið við á øllum Summar Festivalum higartil, og aftur í ár var hann ein tann fyrsti sangarin, ið varð spurdur um at syngja á Summar Festivalinum 2007. Hanus játtaði, og so kunnu áhoyrararnir fegnast. Hann er framúr á einum palli – sjarmerandi og hugtakandi. Løgini, hann hevur gjørt til føroyskar yrkingar, eru framúr, og hann framførir hesar sangir á sín egna, meistaraliga hátt. Hanus Gærdum Johansen vaks upp í Klaksvík, og hann var virkin í tónleikalívinum í Klaksvík í nógv ár. Hann fór at spæla gittar og syngja sum blaðungur, og hann var við í onkrum tónleikabólkum. Hanus var til dømis við fyrstu árini hjá Frændum, og hann leggur sína rødd til sangir á tveimum teimum fyrstu útgávunum hjá Frændum. Hanus er tó fyrst og fremst kendur sum tann fólkakæri vísusangarin, sum dugir at fanga einhvørja mannfjøld – um hon er stór ella lítil. Útgávan “Gaman og álvara” staðfesti støðuna hjá Hanus sum ein framúr lagasmið og sangara – ikki minst tá ið hann tulkaði Pól F. Joensen. Eyðun Nolsøe Eyðun Nolsøe gav fyrr í ár nýggja fløgu út, og fleiri av sangunum av hesari útgávuni hava verið nógv spældir í útvarpinum. Nú verður møguleiki at hoyra nakrar av hesum sangum live á Summar Festivalinum. Eyðun fer sjálvandi eisini at tríva í nøkur gomul hitt hjá sær. Eyðun Nolsøe var tannáringur, tá ið hann legði frá landi við bólkinum Frændur í fyrru helvt av 80’unum. Síðani hevur Eyðun verið ein av høvuðsmonnunum í landsins best umtókta tónleikabólki, og hann hevur skrivað og sungið fleiri av best umtóktu sangunum hjá Frændum. Eyðun hevur eisini givið tónleik út sjálvur seinnu árini, og fløgan So Nógvar Røddir, sum kom út í apríl mánaði, er onnur solofløgan hjá Eyðuni.