mikudagur 11. apríl 2001síða 6
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 71 - 11. apríl 2001
11
gult11 cyan11 magenta11 svart11
10
Nr. 71 - 11. apríl 2001
gult10 cyan10 magenta10 svart10
-Verður olja funnin
mugu vit fyrst og
fremst minnast til, at
umhvørvi er meiri
enn fiskur og fjørður.
Árinini á samfelagið
verður øgiligt, og mín
vón er, at landsstýrið
skjótt fer undir eina
EIA og eina ERA fyri
føroyska samfelagið
segði Hjalti í Jákups-
stovu í frágreiðing
síni á almenna GEM-
fundinum í Havn í
farnu viku. Vit prenta
her seinna partin av
frágreiðing hansara.
OLJULEITING OG
SAMFELAG
Hjalti í Jákupsstovu
-Men hvat nú - nú sigst álv-
ara at vera í.
Nú fara oljufeløgini at
leita, og kanningarnar kom-
andi fara fyrst og fremst at
snúgva seg um tað - tað vil
siga, at tær verða meiri
staðbundnar. Hvussu rekur
akkurát her eg ætli mær at
bora, og hvussu hart.
Hvussu er botnurin her, og
hvussu nógv dýr av hvørj-
um slag eru í nánd. Sjálv-
andi skulu feløgini vita
hetta, men um tey bert
halda seg til hetta, haldi eg,
at tey gera eina dáragerð.
Viðurskiftini undir Før-
oyum eru sera skiftandi.
Skuldi eitt óhapp komið
fyri, haldi eg ikki, at vit í
dag nóg væl eru før fyri at
siga, hvat støðan fer at vera
í einum givnum ári út frá
eini støðu roknað út frá øll-
um árunum í miðal.
Skuldi tað so hent, at olja
varð funnin, so meini eg, at
miðað eigur móti at koma
fram til ein frymil, ið kann
lýsa
avleiðingarnar
av
broytingum í havumhvørv-
inum, áðrenn ein fram-
leiðsla fer í gongd. Ein slík-
ur frymil hevði, eftir mín-
um tykki, verið eitt nógv
betur amboð hjá oljufeløg-
unum, enn staðbundnar
kanningar, at meta um av-
leiðingar
av
óynsktum
hendingum, og førleika fyri
at seta inn við linnandi at-
gerðum. Tað hevði eisini
givið Føroyum eitt óført
amboð til at skilja umstøð-
urnar, møguleikarnar og
avmarkingarnar náttúran
setur, og eg haldi eisini, at
oljufeløgini her høvdu víst
og prógvað sítt vistfrøðiliga
medvit.
Men skal hetta verða,
eigur at verða arbeitt út frá
hesum beinanvegin. Alt eft-
ir sum man metur - kann
tað verða so heppið/óhepp-
ið, at olja verður funnin
longu í ár. Tíðin hevur tað
fyribrigdi, at hon bara
gongur og gongur, og verð-
ur ikki farið í gongd skjótt,
kann tað skjótt blíva ov
seint.
Hvussu verður ella ikki -
um olja verður ella ikki - í
Føroyum skulu føroyingar
liva av náttúruni - og við
náttúruni eisini aftaná eina
møguliga
ojuvinnu.
Tí
mugu vit fyrst og fremst
hava hetta fyri eygað.
Góð manning
Gjøgnum árini við GEM
hevur ein hópur av ymisk-
um fólki verið við í arbeið-
inum. Fleiri og tjúgu (23
minnist meg rætt) oljufeløg
hava luttikið, og um ikki øll
líka aktivt, so hava øll verið
umboðaði á stýrisbólka-
fundunum. Fólkini hava
sjálvandi verið merkt av
fleiri tingum, bæði sínum
geografiska
uppruna
-
mentan og virkismentanini
á arbeiðsplássinum. Hetta
hevur verið sera ymiskt, og
ofta hava tað verið drúgvar
samráðingar
uttan
fyri
fundin fyri at fáa alt í lag.
Men tað hevur so gingið.
Mitt í tíðarskeiðnum fór
prísurin á olju í botn. Av-
leiðingin var ein rúgva av
samanleggingum av feløg-
um, og fólk, ein var vanur
at síggja, komu ikki aftur.
Og feløgini vóru eisini
meira varin við at nýta pen-
ing - fyri ikki at siga vórðu
vorðin meira kørg. Eisini
merkti hetta oljufólkini øll.
Tey føldu seg ongantíð
trygg í arbeiðinum. Í hesi
tíðini var ein stýrisbólka-
fundur í Havn - og í døg-
urðatíðini varð farið niðan í
Listaskálan at eta. Tá var
eisini høvi at síggja føstu
framsýningina. Eg haldi
eisini, at Bárður vísti og
greiddi frá. Meðan føroy-
ingarnir
drýptu
høvur
framman fyri stóru myndini
av Mikines - heim frá jarð-
arferð - har syrgjandi fólk
síggjast í einum báti, við-
merkti eitt av oljufólkun-
um, at hetta minti mest um
ein nevndarfund í Amerada
Hess.
Sum nevnt longu hevur
ein hópur av fólki tikið lut í
arbeiðinum. Summi hava
verið meira aktiv enn onn-
ur, og somuleiðis hevur
verið ymiskt, hvussu undir-
tøkan hevur verið millum
feløgini. Tað er ongantíð
rætt at taka fólk framúr, tað
kann lætt koma aftur um
brekkur, men eg fari tó at
loyva mær at nevna nøkur
nøvn.
Og tað ber ikki til ikki at
nevna Halvor Snarvold,
sum hevur verið formaður í
styrisbólkinum øll árini.
Hann hevur víst eitt óført
hegni at samansjóva øll
áhugamálini í eina felags
gongd, sum øll hava tikið
undir við. Og samstundis
hevur hann eisini víst Før-
oyum og føroyingum bæði
virðing og áhuga. Eg haldi
hann hevur stóra tøkk uppi-
borið, og ábyrgd av, at so
nógv er komið burturúr.
Ein annar eg fegin vil
nevna, er grái eminensurin,
Brian Darracott, uppruna-
liga frá Shell, seinni sjálv-
støðugur ráðgevi. Hann
hevur í stóran mun hjálpt til
við sáttmálum og krøvum
til arbeiðstakarar. Umframt
at hjálpa og vegleiða Atl-
anticon
og
stovnarnar.
Fyrsta árið øtaðust vit nógv
yvir stóru krøvini til trygg-
ing vit fingu álagt, og
Tryggingarsambandið
hevði heldur ikki nakrantíð
tikið slíkar tryggingar fyrr.
Tá segði hann stutt og
greitt, at vit máttu fáa fing-
urin úr einum vissum stað.
Í Aberdeen hevði hvør
kiosk eina tílíka trygging.
Og hetta kom eisini í lag.
Ein triði eg fegin vil
nevna er formaðurin í geo-
tekniska bólkinum øll árini,
Colin Grant. Hansara fram-
løgur yvir ætlaðar kanning-
ar hava altíð verið væl fyri-
reikaðar og grundigar, við
virðing fyri føroyskum
ynskjum.
Tað eru sjálvandi nógv
onnur fólk eg minnist við
gleði t.d. Frank, Ann, John,
etc etc. Men læt tað fara.
Yvirhøvur hevur tað verið
sera áhugavert og gevandi
at møtt og arbeitt saman við
so nógvum fólkum við
ymiskum uppruna.
Samfelagsligu árinini
Men verður olja funnin
mugu vit fyrst og fremst
minnast til, at umhvørvi er
meiri enn fiskur og fjørður.
Árinini á samfelagið verður
øgiligt, og mín vón er, at
landsstýrið skjótt fer undir
eina EIA og eina ERA fyri
føroyska samfelagið segði
Hjalti í Jákupsstovu í sera
áhugaverda fyrilestri sín-
um.
Og hetta er júst tað, sum í
løtuni er í gongd. Við fígg-
ing frá BP arbeiða fólk frá
Fróðskaparsetrinum
og
bretska kanningarstovnin-
um Menas við at gera eina
slíka kanning, sum Hjalti í
Jákupsstovu nevndi á al-
mennu samkomuni á Hotel
Føroyum, tá GEM líkasum
takkaði fyri seg og gav seg
í føvningin á nýggja áhuga-
felagsskapinum FOÍB.
Umhvørvi er meiri
enn fiskur og fjørður
Halvor Snarvold, sum hevur staðið á odda fyri GEM-
samstarvinum. Hjalti í Jákupsstovu helt hann hava gjørt eitt
sera gott arbeiði.
Mynd Jens K. Vang
Fleiri av teimum, sum hava arbeitt við tilrættaleggingini av komandi leiting vórðu við á
fundinum. Her tveir teirra, Martin Heinesen og Árni Olafsson.
Mynd Jens K. Vang
Frá fundinum á Hotel Føroyum í farnu viku, har greitt varð frá úrslitum av GEM-
verkætlanum.
Mynd Jens K. Vang
-Setningurin var at
fáa til vega nýggja vit-
an og samskipa ver-
andi vitan soleiðis, at
oljufeløgini á so
tryggum grundarlag
sum gjørligt, kundu
leita eftir olju í før-
oyskum sjógvi.
OLJA OG UMHVØRVI
Hjalti í Jákupsstovu
Í farnu viku varð skipað
fyri seminari á Hotel Før-
oyum, har umboð fyri
GEM-samstarvið
løgdu
fram úrslitini frá teimum
ymsu verkætlanunum. Um
kvøldið varð skipað fyri
almennum fundi, har m.a.
ein av oddamonnum í
GEM, Hjalti í Jákupsstovu,
stjóri á Fiskirannsóknar-
stovuni á ein sera upplýs-
andi og áhugaverdan hátt
greiddi frá gongdini í GEM
frá byrjan og til dagin í dag.
Vit geva Hjalta orðið:
-Oljufyrisitingin,
sum
Oljumálastýrið æt fyrr,
skeyt í 1996 upp fyri olju-
feløgunum, sum høvdu
áhuga í føroyska økinum,
um at ganga saman um at
gera tær kanningar, sum
vóru fyri neyðini at gera, tá
tey, á so tryggum grundar-
lagi fyri fólk og umhvørvi
sum gjørligt, skuldu fara
undir leitiboring undir Før-
oyum.
Oljufeløgini tóku hug-
skotið til sín, tí tey sjálv-
andi skjótt sóu fyrimunirn-
ar í at arbeiða saman í hes-
um, bæði fingu tey neyð-
ugu upplýsingarnar betur,
skjótari og bíligari, enn um
tey fóru út hvør sær, og eis-
ini vóru keldurnar til upp-
lýsingar yvirhøvur í stóran
mun bert føroysku stovn-
arnir, og at tey hvørt í sín-
um lagi skuldu ganga stovn
av stovni, hevði ikki bara
verið heppið hvørki fyri fá-
mentu stovnarnar ella fel-
øgini.
Tey árini oljuráðlegging-
arnevndin arbeiddi, kom
lítið út, og tá frágreiðingin
kom høvdu stovnarnir t.e.
Fróðskaparsetrið,
Fiski-
rannsóknarstovan, Náttúru-
gripasavnið og Heilsufrøð-
iliga Starvsstovan onki inn-
lit í, hvat fór fram, hvat ætl-
anin var, og hvønn lut Ráð-
leggingarnevndin
hevði
hugsað sær, at føroysku
stovnarnir skuldu hava í
eini framtíðar “oljuvinnu”
í Føroyum. Orka var heldur
eingin á stovnunum at seta
seg inn í spurningar um
olju virksemi. Og vitanin á
stovnunum var tí lítil og
eingin. Arne Nørrevang var
limur í ráðleggingarnevnd-
ini, men hetta var hann
valdur til av persónligum
eginleikum, og ikki sum
leiðari av BIOFAR. Honum
var, sum hinum í ráðlegg-
ingarnevndini, áløgd tagn-
arskylda, og hann fekk tí
ikki kunnað stovnarnar
heldur.
Ein serlig frustrasjón tók
seg upp, tá eitt av olju-
samtøkunum fekk í lag at
gera eitt sonevnt “Environ-
mental statement”. Tiltakið
var í og fyri seg vælmeint,
ein pen bók kom burturúr,
men bókin vísti eisini á, at
nógv var eftir at gera. Trup-
ulleikin var bert, at stovn-
arnir
sluppu,
gjøgnum
interview at greiða frá før-
oyska umhvørvinum, men
høvdu annars onga ávirkan,
og tá úrslitið kom, var tað
heft við nógvum feilum.
Ein dag vórðu stovnarnir
loksins bodnir á fund í olju-
málafyrisitingini. Martin
Heinesen beyð vælkomin,
men stórur skjeggjutur
norðmaður førdi orðið. Nú
skuldi gerast ein EIA og ein
ERA, sum skuldi verða lið-
ug um trý til fýra ár. Tað
bleiv ein rættuliga lívligur
fundur, har allar frustra-
sjónirnar flutu yvur og
floymdu omanyvur neyðars
Martin og Alex. Vit føldu
okkum rætt og slætt, sum
gingu vit í svartastu toku.
Men sum fráleið komu vit
niður á jørðina og fóru und-
ir at taka lut í GEM- sam-
starvinum.
Setningurin
Setningurin var at faa til
vega nýggja vitan og sam-
skipa verandi vitan, soleið-
is, at oljufeløgini á so
tryggum grundarlag sum
gjørligt, kundu leita eftir
olju í føroyskum sjógvi. Er
ein óreinur ber kanska til at
siga, at fyri feløgini ráddi
um, hvussu klænur borurin
kundi vera og hvussu bíliga
kundi leitingin yvirhøvur
gerast. Fyri føroysku stovn-
arnar galt um at fáa kannað
øll tey fyribrigdi, sum
kundu ávirkast, um óhapp
skuldi henda. So einfalt
kann tað sjálvandi ikki set-
ast upp. Men báðir partar
høvdu felags áhuga í at fáa
til vega so nógvar upplýs-
ingar um føroyska um-
hvørvi sum gjørligt, áðrenn
farið varð undir at leita.
Fólk frá ymsu stovnunum
fóru í arbeiðsbólkarnar tey
fakliga hoyrdu til, og har
vórðu síðan verkætlanir
orðaðar og settar í verk.
Arbeiðið í bólkunum, har
oljufeløgini høvdu mesta
áhugan t.e. Metocean- hav
og veðurfrøði og geotekn-
iska jarðfrøði og teknikkur,
gekk sum vera man best.
Oljufeløgini høvdu sjálv-
andi áhuga í at vita, hvussu
stórar aldur tey kundu
rokna við og hvussu hart
rákið var, ymsa staðir undir
Føroyum og hvønn veg á
hvørjum dýpi, og tey vildu
sjálvandi eisini vita, hvussu
botnurin var, serliga um
vandi var fyri undirsjóar
omanlopum, og hvussu var
dýpi, og var nakar vandi
fyri jarðskjálvtum.
Í hesum báðum bólkun-
um var fyrst at kanna, hvat
tilfar var neyðugt, hvat var
til taks, og hvussu skuldi
farast fram fyri at fáa tað,
sum var neyðugt umframt.
Tað vísti seg skjótt at rættu-
liga nógv tilfar var á Fiski-
rannsóknarstovuni,
hjá
Landsgrannskoðaranum og
á Jarðfrøðissavninum. Eis-
ini bar væl til við at
víðka virksemið hjá FRS
og LVF fyri ein rættuliga
bíligan penga, í oljuhøpi, at
fáa neyðuga tilfarið um
havfrøði og aldur til vega.
Á tí geotekniska økinum
vórðu fleiri serligar verk-
ætlanir settar í gongd við
hjálp frá serkønum stovn-
um á økinum.
Umhvørvi og fólk
Viðvíkjandi umhvørvi var
eitt sindur verri. Talið á
fólki í oljufeløgunum við
bakgrund innan umhvørvi
eru fá, og tey, sum eru, eru
upptikin á nógvum økjum.
Avleiðingin av hesum var,
at leiðslan í bólkinum, sum
skuldi koma frá oljufeløg-
unum, ikki altíð hevði so
góðar stundir, sum ein
kundi
ynskt.
Føroysku
stovnarnir høvdu eisini sera
lítlan
kunnleika
til
umhvørvi í mun til olju-
virksemi.
T.d. var eingin serkunn-
leiki til, hvørji kemisk evni,
sum komu at verða latin út
frá
virkseminum,
og
hvussu hesi ávirkaðu lívið í
havinum. Vit høvdu sjálv-
andi vitan um føroysku
fiskastovnarnar, lívfrøðinia
hjá teimum og hvussu teir
ferðaðust, og við Biofar
kanningini var kvalitativ
vitan um botndýr í føroysk-
um øki, men eingin kvantit-
ativ vitan, eisini strekti
BIOFAR kanningin ikki so
víða sum ynskiligt var. Men
eingin vitan var/er í landin-
um um, hvussu dýr og fisk-
ur verður ávirkaður av
kemiskum burturkasti/útl-
áti. Um æti í sjónum vistu
vit nakað um landgrunnin
og Bankan, men einki um
Hetlandsrennuna.
Fiskurin
Tá oljudálking hevur verið
antin tað er tí, at skip renna
á land, renna á hvørtannað
ella tá lekar koma frá olju-
virkseminum verður í fjøl-
miðlunum mesti dentur
lagdur á árinini á sjófugl og
súgdjór. Hvør hevur ikki
sæð sjónvarpsmyndir av
oljudálkaðum fugli og nós-
um. Seinast nú í donskum
farvatni. Oljufeløgini vildu
tí fyrst og fremst hava so
nógva vitan um sjófugl við
Føroyar alt árið, og eisini
um fjørðuna. Men løgdu
kanska minni í um krabba-
dýr í miðum sjógvi í Het-
landsrennuni fingu olju á
seg.
Fleiri verkætlanir eru tó
gjørdar, men høvdu vit
stovnarnir veri meiri at
okkum komnir í byrjanini,
so høvdu uttan iva fleiri
verið, og tær sum vóru,
høvdu verið betri.
Síðstu 20 árini hava vit
upplivað stórar broytingar í
framleiðsluni av fiski undir
Føroyum.
Broytingarnar
vita vit nú eru nær tengdar
at broytingum í havum-
hvørvinum - streymgongd-
ini í havinum rundanum
oyggjarnar.
Talan er um stórar broyt-
ingar, og hesar hava sum
flestu av okkum hava følt,
sera stórar avleiðingar á
livilíkindini hjá føroyingum
í Føroyum. Og størsta takið
hjá Fiskirannsóknarstovuni
í framtíðini er at kanna
hetta sambandið millum
havumhvørvið og fram-
leiðslu, so væl, at vit kunnu
nýta tað í forsøgnum. Fyri
at gera hetta verður neyð-
ugt við nógvum ymsum
kanningum í nógv ár. Og
kanningar, sum beinleiðis
eru miðaðar móti hesum.
Eg haldi meg kunna siga,
at í hesum sambandi hevur
GEM verkætlanin, hóast
hon hevur verið miðað móti
olju, hjálpt sera væl.
Ymsar verkætlanir
Læt meg stutt nevna nakrar
verkætlanir av týdningi í
hesum høpi.
Fiskirannsóknarstovan
hevur í 20 ár miðvíst savn-
að dáta um hita og salt í
sjónum rundanum Føroyar,
og vit taka í miðal um 500
sonevndar CTD støðir á
hvørjum ári. Eisini hava vit
í altjóða samstarvi gjørt
streymmátingar víða um í
føroyskum sjógvi síðstu 5-
6 árini. Gjøgnum GEM
hava vit fingið góðsku-
tryggjað hesi dáta nógv fyrr
enn vit annars høvdu havt
ráð til. Umframt at GEM
hevur fíggjað innasavnan
av nýggjum dáta + streym-
mátingar. Hetta eru dáta av
sera stórum týdningi, tá vit
einaferð fáa ráð og hava
nóg góð dáta til at gera ein
heildarfrymil fyri streym-
gongdina yvir Føroyaøkið,
sambandið við lívfrøðiligu
framleiðsluna og víðari upp
gjøgnum føðiketuna.
Góðskutrygging
av
gomlum aldumátingum+
útsetan av nýggjum aldu-
mátara og kostnað av av
viðgera hesi dáta.
– Flóð- og fjørðumodell
við Føroyuar.
– Modell av rákinum við
Føroyar.
– Uppgerð av øllum æti-
kanningum, ið hava verið
undir Føroyum+ fíggjan av
serligari ætikanning í Het-
landsrennuni, sum fer í
gongd í ár.
– Góðskutrygging av
dagbókadáta í sambandi
við at kanna, hvar fiski-
skapur fer fram undir Før-
oyum.
– Teljingar av sjófugli og
havsúgdjórum undir Føroy-
um.
– Samanfating av merkt-
um fugli við Føroyar. Hvar
teir eru merktir. T.e hvagani
eru teir komnir.
–Kanningar av botndýr-
um nær landi og í fjøruni –
góðskutrygging og meting
av Biofar dáta.
– Støðiskanning av botn-
dýrum í leitiøkinum - fer í
gongd í ár.
– Seismikkur og fiski-
skapur.
– Støðiskanning av met-
allum,
oljurelateraðum
kemiskum evnum og gen-
ávirkandi evnum í botni á
leitiøkinum og í svartkalva.
– Nýggj botnkort fyri
leitiøkið+ein
hópur
av
nýggjum botndáta uttanfyri
leitiøki, ið seinni kann gera
botnkortini annars undir
Føroyum betri.
–Ein hópur av geotekn-
iskum kanningum.
Vitan skjótari
Vit hava sostatt fingið
nógva nýggja vitan um før-
oyska økið nógv skjótari
enn annars, um GEM verk-
ætlanin ikki var. Eisini hava
stovnarnir fingið meiri
venjing í arbeiði við verk-
ætlanum av hesum. Og
sjálvt um eingin olja verð-
ur, so sita vit eftir við ein-
um virðismiklum fongi.
Hinvegin haldi eg eisini,
at oljufeløgini hava fingið
nógv burturúr. Við at knýta
føroysku stovnarnar uppí
samstarvið, hava tey fingið
nógv tilfar fyri ein sera
sámuligan prís.
Í tann mun haldi eg, at
Gem verkætlanin um ikki
ein gimsteinur alíkavæl
hevur verið ein tirna. Eg
haldi eisini, at gjálvingurin
ella sleppingarlambið hev-
ur hildnast væl. Nógv fitt
lomb eru komin burturúr.
Umsitingin av GEM hev-
ur verið í Føroyum í einum
føroyskum ráðgevingarfel-
ag - Atlanticon. Og hagani
hevur verið gjørligt at fing-
ið allar upplýsingar um
arbeiðið. Samtakið hevur
eisini sett á stovn egnan
dátugrunn í einum øðrum
føroyskum felag, og um
heimasíðuna
hjá
GEM
fáast við tíðini allar frá-
greiðingar í GEM høpi.
Hjalti í Jákupsstovu, ein av føroysku oddamonnunum í GEM-samstarvinum: - Gem
verkætlanin hevur verið um ikki ein gimsteinur so ein tirna.
Mynd Jens K. Vang
Nýggj vitan undan oljuleiting