Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-08-01, síða 1
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 1. august 2007síða 1

‹ fyrra síða allar 92 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 Spírin til tað, ið skuldi gerast mætasta rocknavnið í týskari tónleikasøgu byrjaði lítillátin í 1965 tá ið guitarleikarin Rudolf Schenker setti sær fyri at stovna ein beat bólk, sum tað vanliga varð nevnt tá í tíðini. Í 1969 kom yngri bróðurin Michael Schenker við í bólkin, og stutt eftir hetta játtaði vinmaðurin Klaus Meine at gerast forsangari. Navnið Scorpions varð tikið í nýtslu í 1971, og árið eftir kom fyrsta útgávan hjá bólkinum, Lonesome Crow. Á fyrstu konsertferðini hjá Scorpions var bólkurin upphitingarnavn hjá enska rockbólkinum UFO. Ensku tónleikararnir gjørdust so bergtiknir av hinum evnaríka Michael Schenker, at teir bjóðaðu honum fullan limaskap í bólkinum. Í 1974 kom Scorpions undan kavi aftur við síni aðru LP útgávu, Fly To The Rainbow. Fingrafimi guitarleikarin Uli Roth gjørdist nýtt stjørnuskot í bólkinum, og manningin byrjaði í smáum at menna nøkur sereyðkenni í felags ljóminum. Hesi fingu eitt fastari skap við útgávuni In Trance frá 1975 har bólkurin byrjaði sítt drúgva samstarv við tónleikaframleiðaran Dieter Dierks. Áhugin uttan fyri týska landamarkið vaks enn meiri tá ið fjórða útgávan, Virgin Killer kom á marknaðin í 1976. Ferð var komin á framleiðsluna og longu árið eftir hetta lá fimta útgávan klár. Við plátuni Taken By Force vóru fyrstu royndirnar gjørdar at marknaðarføra bólkin í USA, har plátufelagið RCA Records kýtti seg í eini roynd at virka fyri einum amerikonskum gjøgnumbroti. Hugurin at koma inn á heimsins størsta tónleikamarknað kom eisini at merkja tónleikin, sum broyttist í tráð við vaksandi vónirnar; stutt eftir útgávuna av Tokyo Tapes, har upptøkur av Scorpions á palli í Japan eru at hoyra, tók Uli Roth seg úr bólkinum við tí grundgeving, at hann var ónøgdur við nýggja, melodiska rákið, sum kvintettin var vorðin ein partur av. Broytingar og framstig Tað gekk so smátt fram á hjá Scorpions seint í 70’unum. Matthias Jabs gjørdist nýggjur guitarspælari í bólkinum og útgávan Lovedrive vann seg rættiliga fram í USA. Gjøgnumbrotið var staðfest, og onkrir ummælarar halda, at júst Lovedrive-útgávan telist millum tær bestu hjá Scorpions. Í 1980 var bólkurin klárur við nýggjari LP plátu, ið kallaðist Animal Magnetism. Hóast løg sum Make It Real og The Zoo fingu góða móttøku, náddi hendan ikki somu hæddir sum Lovedrive. Í 1982 fór týska manningin tó aftur í upptøkuhølini, har forsangarin, sum hevði verið sjúkur í stemmubondunum, menti seg so frætt, at hann fekk sungið við bólkinum aftur. Og nú skuldi framgongdin hjá bólkinum staðfestast. Sama ár kom útgávan Blackout, ið kom upp á eitt 9. pláss á albumlistanum í USA. Singleplátan No One Like You gjørdist nr. 1 á amerikanska Billboard singlesølulistanum, og Scorpions var nú av álvara farin at nøra um skjótt vaksandi sangskattin. Fleiri av løgunum av Blackout verða í dag mett at hava status sum klassikarar: Is There Anybody There, Dynamite, No One Like You og Blackout eru framvegis við í konsertskránni hjá bólkinum, sum tó skuldi vísa seg at hava størstu brøgdini fyri framman. Love At First Sting 1984 var árið, tá ið Scorpions av álvara vísti, hvør dugur var í teimum. Upptøkurnar til útgávuna, ið fekk heitið Love At First Sting, byrjaðu á sumri í 1983. Ætlanin var frá fyrsta degi at gera eina rockplátu, ið á allan hátt var betri enn Blackout frá 1982. Kjarnan í Scorpions hevði ment sítt lagasmíð, og metti seg hesaferð hava avrikað besta tilfarið higartil. Rock You Like A Hurricane, Big City Nights og Still Loving You eru nakrir av klassikarunum á hesi útgávu, sum seldi fleiri enn seks milliónir eintøk. Amerikanska Rock Guide hevur í einum yvirliti yvir áttatiárini skýrt 10.plátuna hjá Scorpions at vera millum bestu rockútgávur í hesum tíðarskeiðnum. Heimsumfevnandi konsertferðin, sum kom í hølunum á Love At First Sting byrjaði 23. januar í 1984, og vardi líka til 7. februar árið eftir. Á 13 mánaða longu ferðini spældu Scorpions 200 konsertir, har framførslan hjá bólkinum á árliga Rock In Rio tiltakinum í Rio de Janeiro stendur sum ein varði. Við á ferðini vóru 48 tons av pallútgerð, og 64 fólk vóru í føstum starvi. Nakrar av framførslunum eru at hoyra á tiltiknu, dupultu live- LP´ini World Wide Live, sum skjótt gjørdist næstmest selda konsertútgáva á amerikanska marknaðinum. Upptøkur úr París, San Diego, Los Angeles og Køln vórðu nýttar at seta saman World Wide Live, sum amerikanska All Music Guide To Rock metir vera millum fremstu avrik innan harða rocktónleikin. Time Out og broytingar fyri framman Ikki fyrr enn í mei mánaða í 1988 kom nýggj útgáva við Scorpions. Hóast Savage Amusement sum vant er framleidd av Dieter Dierks, vóru greið tekin í sól og mána at samstarvið ikki gekk so væl longur. Í 1987 gav enski bólkurin Def Leppard út fløguna Hysteria, ið legði eitt heilt nýtt støði fyri rockútgávur, og 11.útgávan hjá Scorpions gjørdist sostatt eisini ein roynd at fylgja við nýggju tíðini, Scorpions hava fleiri risahitt frá farnari tíð við í skjáttuni til Føroya, men í viðførinum er eisini ein nýggj fløga, sum hevur fingið sera góð ummæli, og sum staðfestir, at bólkurin er í stórformi undan framførsluni í Føroyum Rocklegendu