Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-08-01, síða 1
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 1. august 2007síða 1

‹ fyrra síða allar 92 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

21 har man legði størri dent á stevið í tónleikinum enn fyrr. Upptøkurnar tóku langa tíð, men úrslitið var gott. Savage Amusement gjørdist ein stórseljari hjá týska bólkinum, sum hesuferð hevði løg sum Rhythm Of Love og Passion Rules The Game. Útgávan fór lættliga upp um milliónasøluna, og stendur í dag sum eitt dømi um, at endurnýggjan eisini ber til hóast manningin er hin sama. Nýggir vindar í nítiárunum Á Savage Amusement konsertferðini í 1988 var Scorpions millum fyrstu tónleikarnar úr vesturheiminum, ið fingu loyvi at spæla í táverandi Sovjetsamveldinum. Undirtøkan varð so mikið góð, at bólkurin árið eftir luttók á hinum stórsligna Moscow Peace Festival har nøvn sum Ozzy Osbourne, Motley Crue og Bon Jovi eisini vóru við. Fagnaðurin eystanfyri jarntjaldið hevur øll árini hildið sær, og Scorpions vitja framvegis javnan í eysturevropeisku londunum. 21. juli í 1990 var Scorpions millum kendu bólkarnar og einstaklingarnar, sum luttóku í stórslignu framførsluni av The Wall í Berlin, sum fyrrverandi Pink Floyd høvuðsmaðurin Roger Waters hevði tikið stig til. Tiltikni Berlin Múrurin var 9. novembur í 1989 fallin, eftir í 28 ár at hava staðið sum sjálv ímyndin av Kalda Krígnum. Politisku broytingarnar, ið fóru fram í týska høvuðsstaðnum, slóðaðu fyri framtíðarvónum og einum bjartskygni, sum endurspeglaðist í kendasta og mest fagnaða lagnum hjá Scorpions higartil – Wind Of Change. Sangurin er ein av teimum ellivu, ið mynda útgávuna Crazy World frá 1990. Scorpions gav fleiri fløgur út í 90’unum, og stílurin var eitt sindur leitandi. Nógv, sum høvdu tokkað til bólkinum, fingu ein minni skelt í 1999, tá ið bólkurin royndi seg við elektroniskum rocktónleiki. Onkur helt, at nú hevði Scorpions ikki longur tíð til rocktónleik, men spældi við teldur. Scorpions góvu árið eftir eina fløgu út saman við Filharmonikarunum í Berlin , og í 2001 kom akkustisk fløga frá bólkinum. Óvæntað endurreisn Í 2004 kom Scorpions loksins undan kavi við síni 15. studioútgávu. Unbreakable er í sniði og spælihátti ein afturvending til hørðu, siðbundnu virðini, sum hava merkt ljóðið á best umtóktu útgávunum hjá bólkinum. Og fyrr í ár kom útgávan Humanity Hour I, sum er ein staðfesting av, at bólkurin framvegis telist millum bestu rockbólkar í heiminum og sanniliga kann gera nýggjan tónleik. Nýggja fløgan hjá Scorpions hevur fingið sera góð ummæli kring heimin, og ummælarar eru mest sum á einum máli um, at Scorpions hevur neyvan verið betur, enn bólkurin er júst nú. Fyrsta stakfløgan av útgávuni Humanity Hour I, Humanity, vann seg fyri kortum upp á ovastu rók á 15 teimum bestu, og tað er enn eitt dømi um, at Scorpions duga at gera viðkomandi rocktónleik, sum bæði ung og gomul kunnu lurta eftir og taka til sín. Scorpions er ein bólkur uttan sín líka, og nú kunnu teir upplivast á føroyskum palli – ikki 20 ár eftir sína stórtíð, men mitt í einum av mest spennandi og gyltu tíðarskeiðnum hjá bólkinum! ur í toppformi Scorpions eru í stórformi og bjóða vælkomin til størsta rockshow í Føroyum nakrantíð Mynd: Polfoto