mikudagur 1. august 2007síða 1
‹ fyrra síða allar 92 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
38
Summar Festivalurin hevur øll árini verið ein hugnaligur og góður festivalur. Hetta kemst fyrst og fremst av, at fólk
taka so væl undir við festivalinum og skikka sær fyrimyndarliga væl. Hetta vóna vit eisini, at fólk gera í ár.
Her á síðuni eru upplýsingar um nakað av tí, ið fer fram á festivalinum. Á festivaløkinum verður eisini
kunningardiskur, sum fólk kunnu venda sær til, um tey hava okkurt at spyrja um.
Vælkomin á Summar Festival
Nógv pláss eru sett av til smábátar,
ið ætla sær á Summar Festivalin
Prísir
Vikuskiftispass til Summar Festivalin hava hesar prísir:
Fram til hósdagin 2. august kl. 18.00: 895 kr.
Eftir hósdagin 2. ausgust kl. 18.00 og við dyrnar: 995 kr.
Barnapass (5-13 ár): 200 kr.
Børn undir 5 ár sleppa ókeypis inn
Armbond
Øll, sum skulu inn á festivaløkið, skulu hava armband uppi á.
Atgongumerkini, sum verða keypt í forsølu, verða býtt um við
armbond undan festivalinum. Armbond verða sjálvsagt koyrd upp á
við dyrnar, men vilt tú sleppa undan at standa í kø til Scorpions ella
aðrar bólkar so kanst tú eisini koyra armbandið uppá í góðari tíð.
Armbond fáast á hesum støðum frá mikudegnum 1. august:
Telebúðin, Havn
Telebúðin, Klaksvík
J.A.P., Klaksvík
Biðið verður um samleikaprógv, um ivamál eru, um ein persónur er
18 ár ella ikki.
Bussar
Skipað verður fyri eyka bussambandi á Summar Festivalinum. Strandferðslan
koyrir sum vanligt um dagin, og á nátt verða eyka bussar settir inn til teirra, sum
vilja sleppa heimaftur. Bussarnir koyra frá parkeringsøkinum við KÍ-høllina.
Samband verður til Eysturoynna, Havnar, Vestmanna og Vágarnar. Bussarnir
koyra soleiðis:
Hóskvøldið: Kl. 03.00.
Fríggjakvøldið: Kl. 05.00
Leygarkvøldið kl. 05.00
Bílegging:
Eysturoy og Havnar: Tlf. 505220
Vestmanna og Vágar: Tlf. 424254 ella 217752
Vælkomin á Sum
Myndatól
Nú ganga øll fólk við myndatóli í lummanum ella á fartelefonini, og hesi
myndatól kunnu fólk taka við sær á festivalin. Tað kunnu tó verða onkrar
treytir um myndatøku í sambandi við ávísar framførslur, og hesar treytir
skulu virðast. Myndatól í professionellari góðsku kunnu bert takast inn á
festivaløkið, um skráseting er gjørd frammanundan.