mikudagur 1. august 2007síða 1
‹ fyrra síða allar 92 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
39
Húsvognar
Øki er sett av til húsvognar, ið ætla sær at verða í Klaksvík
á Summar Festivalinum. Nógvir húsvognar hava verið til
festivalin undanfarnu árini, og soleiðis verður aftur í ár. Pláss
til húsvognin kann umbiðast frá Norðoya Kunningarstovu.
Matur
Fyrireikararnir av Summar Festivalin gera í samstarvi við matstøð og onnur nógv burtur úr, at
góður og ymiskur matur skal fáast á Summar Festivalinum.
Inn-staðið Hvonn í Havn letur upp í Klaksvík í sambandi við Summar Festivalinum, og Hvonn
fer at selja dygdargóðar matvørur á sínum matstaði.
Pizza er populer millum føroyingar, og Pizzaria verður sjálvsagt á Summar Festivalinum.
Teir tiltiknu festival-búffarnir eru væl umtóktir, og Hotel Norð fer aftur á Summar Festivalinum
at borðareiða við teimum vælsmakkandi búffunum.
Tað ber eisini til at keypa sær okkurt gott í pylsuvognum á økinum, og ein café verður eisini.
Harafturat verða fleiri skeinkingarstøð á festivalinum.
Ongar fløskur
Tað er ikki loyvt at taka fløskur – plast, glas, aluminum
– ella blikk inn við sær á festivaløkið. Skeinking fer fram í
plastbikørum á festivaløkinum.
mmar Festival
Tjalding
Tað eru sera góðir møguleikar at tjalda í
Klaksvík á Summar Festivalinum. Øki, sum
Klaksvíkar kommuna hevur tøkt til hetta
endamál, er stórt, og tað rúmast ein rúgva
av tjøldum á hesum økjum. Tað er Norðoya
Kunningarstova, sum umsitir leiguna av øki,
og tey, sum kundu hugsa sær at sett eitt
tjald upp í sambandi við festivalin, kunnu
venda sær til Kunningarstovuna í Klaksvík
á telefon 456939.
Bátar
Tað hevur verið ein rættilig innrás av smábátum á undarfarnu
Summar Festivalinum, og tað rokna vit við aftur í ár. Nógvir
bátar hava longu biðið um pláss, men enn eru onkur pláss
eftir at fáa. Skipað verður soleiðis fyri, at smábátarnir kunnu
koma at landi nærdindis festivaløkinum. Bátapláss skal
umbiðast hjá Norðoya Kunningarstovu.
Flags
Summar Festivalurin bjóðar í
samstarvi við Føroya Tele eina
nýggja tænastu í ár. Talan er um
eina tíðinda- og kunningartænastu
umvegis fartelefonina. Summar
Festivalurin hevur fingið sítt serliga
pláss á Flags, har tað ber til at lesa
tíðindi og annað um festivalinum.
Eisini liggur skráin fyri festivalin úti
á Flags, og tí kunnu fólk altíð sláa
upp í skránni umvegis fartelefonina.